fríggjadagur 25. november 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 227 - 25. november 2005
Tinghelluanalysan
Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Gransking og nýmenning
eru nevnd sum ein av horna
steinunum í Visjón 2015, og
hava í mong ár verið tikin fram
sum økir, ið mugu raðfestast.
Seinastu tvey árini er alsamt
meira fokus sett á gransking
og nýmenning og eru eisini
politiskar ætlanir settar í verk.
Eitt nú við ætlanini um at gera
ein granskingardepil. Men eisini
er kikarin settur á, hvussu nógv
fíggjarlig orka skal brúkast til
endamálið, um vit skulu upp
á eitt norðurlendsk støði. Her
valdar stórur ótryggleiki, tí vit
vita ikki nágreiniliga hvat verður
brúkt í Føroyum, men metingar
siga at talan er um eini 0,6% av
BTÚ. Málið í Visjón 2015 er 3%.
Talan er ikki um, at tað almenna
skal fíggja alt, men vónin er at
tað privata, ella vinnan, fíggjar
helvtina í teirri egnu stremban
eftir nýmenning og vinningi.
Royndirnar frá grannalondunum
vísa, at besta úrslitið er, tá tað
privata eisini tekur á seg sín part
av uppgávuni.
Verkætlanir
Tað er altavgerðandi, at vit
beinanvegin hugsa út um
landoddarnar í okkara tráan
eftir gransking og nýmenning.
Sjálvandi skulu vit taka støðið
í okkum sjálvum og leggja
dent á okkara styrkir, men
vit skulu eisini leggja okkum
eftir samstarvi. Gransking og
nýmenning er sjálv ímyndin av
alheimsgerðini. Tað ræður um
at fáa gransking í Føroyum,
men eisini at verða partur av
størri altjóða verkætlanum
og at fáa útlenskt fíggjaðar
verkætlanir hendan vegin. Tað
er eingin ivi, at royndirnar, at
gerast partur av Útbúgvingar og
Granskingarsamstarvið hjá ES,
er eitt risafet, og nú tað er líkt til
at Føroyar kunnu gerast partur av
7 rammuavtaluni fyri gransking,
gera vit eitt stórt lop. Vit eiga
granskarar á altjóða støði, sum
hava havt trupult at sleppa at
luttaka í altjóða verkætlanum, tí
Føroyar ikki er partur av hesum
samstarvi. Sjálvt um hetta er
eitt risastig, er talan samstundis
um eitt stig, sum krevur miðvíst
arbeiði og raðfesting, um vit
sum tjóð skulu fáa sum mest
burturúr. Og samstundis er eisini
neyðugt ikki bert at hyggja eftir
møguleikunum í hesum.
Hyggja aðrastaðir
Her eiga vit tilætlað alla tíðina
eisini at hyggja út um landodd
arnar. Vit hava t.d. atgongd
til norðurlenska og arktiska
samstarvi, sum eisini letur dyr
upp. Tað er neyvan av tilvild,
at ferðin í Brússel eisini bleiv
brúkt til at vitja íslendsku sendi
stovuna, tí júst íslendingar hava
seinastu tíggju árini megnað
at fingið sera nógv burtur úr
gransking. Umframt at leggja
seg eftir granskingarsamstarvi í
altjóða felagsskapum, er eisini
neyðugt miðvíst at finna sær
samstarvslond og hava beinleiðis
tvílanda samstarv á økjum við
felags áhuga. Her ber til at brúka
altjóða felagsskapir at skapa
sambond, eitt nú eru Russland,
Kanada og USA við í Arktiska
ráðnum.
Eitt tilætlaður politikkur
Stóra avbjóðingin nú er ein
langtíðar tilætlaður granskingar
politikkur, sum ikki verður kast
aður fyri borð, tí at meirlutin á
Løgtingi skiftir lit. Tilgongdin
nú er raðfesting, sum helst
skal byggja á eina semju í
politisku skipanini við bæði
granskingarpartin og fíggjarligu
aktørarnar, sum helst eisini
skulu taka sína ábyrd. Nú er
støðan komin at avgerða hvørja
gransking vit skulu leggja okkum
eftir og hví. Hvat fyri samfelag
ynskja vit og hvørjari gransking
skulu vit serliga leggja okkum
eftir? Øll granskingin skal ikki
bindast, men eitt fokus á nøkur
kjarnuøkir, sum fast verður hildið
um, er alneyðugt fyri at flyta
okkum fram millum tey fremstu
á einstøku økjunum.
Vinnan
Stóra takið er eisini at sannføra
vinnuna, at hon eisini skal átaka
sær sín part av granskingini.
Málið fyri 2015 er jú, at vinnan
fíggjar helvtina av granskini.
Í hesum sambandi er føroyski
trupulleikin, at okkara fyritøkur
eru rættiliga smáar og tí ikki
hava somu møguleikar at seta
fíggjarliga orku til gransking
og nýmenning. Tí skal vinnan
Gransking og nýmenning
Sendimaður okkara í Brússel
Hákun J. Djurhuus hevur arbeitt
hart fyri at Føroyar kemur uppí
granskingarsamstarv í ES.
Mentamálaráðharrin
er sera fegin um, at
Føroyar nú helst
gerast av granskingar
samstarvinum í ES.
Alneyðugt er, at politisku flokkarnir semjast
um ein langíðar granskingarpolitik og at
leisturin fær stuðul frá vinnuni