fríggjadagur 25. november 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
37
í Visjón 2015
helst sjálv finna ein leist, har
fyritøkurnar í felag eru við í
føroyska granskingarátakinum.
Tí eru granskingarumvørvi,
sum t.d. hugskotið við gransk
ingarparkini, sum ger tað
møguligt at læna hølir og
útgerð og samstundis verða í
einum granskingarumhvørvi,
uttan at skula gera íløgur í
granskingarútgerð. Hetta
ein loysn sum fyri føroyska
samfelagið sær skilagóð út.
Úrslit av miðvísum arbeiði
Júst støðan, at tað við miðvísum
arbeiði sær út til at bera til at
gerast partur av granskingar-
og útbúgvingarsamstarvinum
hjá ES, sum rættiliga nógv
ikki ES lond eru partur í, vísir
alheimsgerðina og møguleik
arnar. Tað fæst neyvan meiriluti
fyri einum ES limaskapi
beint nú, men stórur áhugi er
fyri at samstarva við hendan
partin av kervinum. Eins og
loftferðslupakkin, sum Føroyar
gerast partur av, eru hetta dømir
um hvussu alheimsgerðin eisini
kann verða, nevniliga samstarv
á ávísum málsøkjum.Tað hevur
leingi verið eitt ynski at sleppa
uppí hetta samstarv, og nú sær út
til at stórur møguleiki er fyri, at
tað fer at eydnast. Men her skulu
vit eisini virðismeta týdningin
av at hava eina sendistovu á
staðnum og at ráðharrar eru
við í tilgondini, sum ferðin hjá
Løgmanni í apríl til Brússel
var og nú hjá Jógvan á lakjuni.
Hetta gav politiska tyngd á
uttanríkisøkinum og setur aftur
fram spurningin um Føroyar eiga
at hava ein uttanríkisráðharra.
Grundarsteinar eru
Nú eru grundarsteinar at
byggja á. Vit hava uppskot um
granskarapark um umskipan
av granskingarskipani, soleiðis
at eitt veruligt granskingar
umhvørvi her sær dagsins ljós,
og so vónandi at vit gerast partur
av ES pakkanum. Nú mangla
politisku langtíðasemjurnar
millum politisku flokkarnar. Tað
liggur á flokkunum at gera ein
leist, sum ikki verður sleptur, tí
at samgongan broytist, og ein
leist sum hevur stuðul frá vinnuni
og granskingarumhvørvinum.
Tilgongdin, sum nú er neyðug,
er felagsstev, har neyðsemjur
eru ein partur av spælinum.
Júst hesin parturin hevur havt
rættiliga høga raðfesting í
fyrireikingararbeiðnum hjá
Landsstýrinum við Visjón 2015.
Tað er lítil ivi um, at politiskur
stuðul er til samstarvið við ES.
Men tað er ikki nóg mikið, viljin
skal eisini vísast í verki.