Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 227 - 25. november 2005 - Tað almenna má ganga undan við at velja føroyskar KT-loysnir, sigur stjóri fyri Kall KT Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Menningarstjórin hjá Føroya Tele, Tróndur Djurhuus, var ógvu­liga bersøgin, tá hann fyrr í var gestarøðari hjá Tjóð­ veldisflokkinum í Suðuroy. Hansara boðskap var snøgt sagt, at Føroyar eru reyvin á fjórðu deild og skulu vit upp í elituna, verða vit noydd at taka okkum heilt alvorliga saman, helt hann fyri. Tá tosaði hann ikki bert um KT-vinnuna, men eisini um tann politiska veruleikan, sum hann sá hann í Føroyum. Stjórin fyri Kall, Bjarni Ask­ham Bjarnason, er eisini avgjørdur, tá vit spyrja hann um Føroyar hava nakrar serligar fyrimunir. - Nei, tað hava vit so avgjørt ikki. Vit signalera einki á KT- økinum. Hygg eftir skúlunum har sært tú lítið og einki til KT, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Sambært stjóranum fyri Kall hevur tað føroyska samfelagið ein grungleggjandi trupulleika, tá tað umræður KT. Og tað verður ikki betri av, at londini kring okkum flyta seg við risafetum. Orðini hjá stjóranum fyri Kall verða mestsum endurgivin orðarætt, tá vit spyrja okkum fyri hjá ymsum øðrum í før­ oysku KT-vinnuna. Byrja í Føroyum Fyritøkur sum Føroya Tele eru byrjaðar at gera íløgur uttan­ lands. Føroya Tele hevur eitt nú sett pengar í eina bretska breiðbandsfyritøku. Hetta varð millum annað gjørt við teirri grundgeving, at hann føroyski marknaðurin er lítil, og tað tískil ikki er møguligt at vinna stórvegis. Fleiri ferðir seinnu árini hev­ur verið funnist at landsins myndugleikum fyri at velja út­lendskir KT-loysnir fram um føroyskar loysnir. - Tað almenna má ganga und­ an við at velja føroyskar KT- loysnir, sigur Bjarni Askham. Hetta er ein grundleggjandi fyritreyt fyri menning, metir stjórin fyri Kall. Spurdur, hví Kall ikki hevur – bert – hevur brúkt føroyskar veitarar til sítt virksemi, svarar hann, at tann neyðuga vitanin á øllum økjum ikki er tøk í Føroyum, og tískil var neyðugt at leita í onnur lond eftir loysnum. Tað einasta fornuftiga Sum nevnt aðrastaðni í dagsins blað verður KT raðfest í visjón 2015 hjá løgmanni og samgonguni. Bjarni Askham Bjarnason er avgjørdur um, at KT er eitt øki, ið neyðugt verður at menna seg í. - Tað er nokk tað einasta fornuftiga, at vit satsa uppá kunningar- og samskiftistøkni, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Og ein grundleggjandi forteyt fyri menning er útbúgving. - Tað nyttar einki, at vit lata vera við at útbúgva fólk innan KT og heldur velja útbúgvingar, tað ikki er eftirspurningur eftir, sigur Bjarni Askham Bjarnason. Sambært menningarstjóranum hjá Føroya Tele eru fortreytirnar sum útgangsstøði ikki eru tær bestu - Vit verða altíð eitt pinkalítið land, sum aldrin kemur at seta dagsskránna. Vit eru heldur ikki serliga dugnalig og tí hava vit ikki uppiborið at sita til borðs við teimum stóru, og sostatt hava vit heldur ikki uppiborið at verða serliga frammalaga ímillum heimsins lond, sigur Tróndur Djurhuus. Lesið aðrataðni á Tinghelluni um nøkur boð um, hvat før­ oyskar fyritøkur og føroyska samfelagið kann gera á KT- økinum. Bjarni Askham Bjarnason heldur, at KT er tað einasta fornuftiga hjá føroyska samfelagnum at satsa upp á í framtíðini Tað almenna skal ganga undan Henda greinin skuldi havt verið í blaðnum seinasta fríggjadag, men vit prenta hana so í dag. Tað er neyðugt við føroyskari gransking, og granskingin kann eisini gerast ein inntøkukelda, tí útlendingar hava víst stóran áhuga fyri føroyskari gransking. Tað sigur Dennis Holm, settur leiðari á Granskingardeplinum Beinta Løwe Jacobsen Føroysku politikararnir eru farnir at tosa um at granskingin í Føroyum skal mennast, og í Visjón 2015 ætlanini hjá landsstýrinum stendur, at í 2015 skal 3 procent av BTÚ verða nýtt til gransking og menning, av hesum skal helvtin koma frá teim almennu Føroyar. Landsstýrð ætlar í hesum sambandi at seta ein grunn á stovn til hetta endamálið. Um henda ætlan verður til nakað er til at spáa um, men sambært Dennis Holm, sum er settur leiðari á Granskingardeplinum, so hevur føroyska samfelagið brúk fyri føroyskari gransking. Føroysk gransking neyðug Føroyar hava ikki langa siðvenju innan samfelagsgransking, og tí finnst ikki tað heilt stóra av granskingarumhvørvið í Føroyum. Men tað er neyðugt við føroyskari gransking, heldur Dennis Holm, settur leiðari á Granskingardeplinum, ið granskar í føroyskum sam­ felagsviðurskiftum. “Føroyska samfelagið hevur brúk fyri gransking, ið viðgerð føroysk viðurskifti,” sigur Dennis Holm.“Tað fer tó altíð at verða neyðugt at brúka útlendsk granskingarúrslit. Nýtsla av útlendskum granskingarúrslitum krevur førleika, ikki minst, tá metast skal um hvat úrslitini merkja fyri føroysk viðurskifti”, greiðir Dennis Holm frá. “Men við føroyskari gransking fæst stórri vitan um tað føroyska samfelagið og um føroysk viðurskifti, og tí hevur føroysk gransking stóran týdning fyri føroyska samfelagið,” heldur leiðarin á Granskingardeplinum. Hann leggur afturat at føroysk gransking er við til at skapa kjak í Føroyum, og at leikluturin hjá granskingini eisini er, at koma við ábendingum um hvussu og hvat møguliga skal broytast samfelagsliga í Føroyum, og hví tað er neyðugt. Kann gerast inntøkukelda Dennis Holm ivast ikki í, at føroysk gransking eisini kann gerast ein inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum, og vísur á tær royndir tey á Granskingardeplinum hava havt. “Vit hava merkt ein vaksandi áhuga fyri føroyskari samfelagsgransking, og tað er eisini øktur áhugi fyri at fáa okkum við í ætlanir uttanlands, greiðir Dennis Holm frá “Tað, sum vit eisini merkja er, at ein øktur partur av okkara inntøkum er frá altjóð verkætlanum, og tí er hetta ein samfelagsinntøka, sigur Dennis Holm. Men høvuðsendamálið við at hava eina skipaða føroyska samfelagsgransking er ikki at vinna pening, men hinvegin at skapa eina breiðari vitan um føroysk samfelagsviðurskiftið sum heild, leggur Dennis Holm dent á. Støðið á føroyskari gransking Hóast stuttu siðvenjuna innan granskingarøkið, so má áhugin hjá útlendingum fyri føroyskari samfelagsgransking eisini tulkast sum at góðskan á granskingini er í lagi, heldur Dennis Holm. “ Vit verða oftari og oftari biðin um at taka lut í altjóða verkætlaninum, harafturat venda granskarar, ið vit áður hava arbeitt saman, sær eisini til okkara, og tað má vera eitt tekin um at tey eru nøgd við tað vit gera”, sigur Dennis Holm. Leiðarin á Granskigardeplinum leggur tó dent á, at hóast føroyska samfelagsgranskingin er á eini góðum støði í dag, so er tað av stórum týdningi altíð at royna at betra um støðið. Dennis Holm vísur her á, at Granskingardepilin seianstu trý árini er skerdur á fíggjarlógini hjá Løgtinginum, og at tað ikki er nøktandi, um arbeiðsumstøðurnar, og harvið góðskan á granskingini skal betrast. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 verður skotið upp at skerja játtanina til Granskingardepilin við hálvari millión. Dennis Holm sigur tí, at hann ivast í hvussu nógv føroysku politikararnir meina við tað, tá tey siga at granskingin skal mennast, men samstundis skerja játtanina. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri føroyskari gransking KT skal síggjast og merkjast í føroysku skúlunum, skulu Føroyar hava møguleika at mennast inna kunningartøkni.