fríggjadagur 25. november 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
39
Snýs út regluliga!
- tips í samband við krím
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Diabetes av
stress
Vit vita at týðandi orsøk
ir til diabetes eru t.d.
yvirvekt og ov lítið av
motión, men kanningar í
Svøríki og Niðurlondum
vísa, at eisini stress,
hjúnaskilnaður, deyði,
happing, fíggjarligir
trupulleikar og einsemi
økja um vandan fyri at
fáa diabetes.
Kelda: Sunnhetsbladet
Motión móti
bróstkrabba
Tað er rætt at brúka allar
teir møguleikar ein hev
ur til at verða kropsliga
virkin, vísir ein kanning,
ið er gjørd fyri Den
Norske Kreftforening.
At motionera í minst
fýra tímar um vikuna
minkar um vandan fyri
at fáa bróstkrabba við
umleið 40 prosentum.
Ein orsøk er kanska,
at tá vektin fer upp,
økist eisini vandin fyri
bróstkrabba. Kvinn
ur sum eru klænar og
kropsliga virknar eru í
minni vanda fyri at fáa
bróstkrabba.
Hetta er árstíðin,
tá nógv ganga við
krímsjúku.Eitt løgið
fyribrigdi er tað, at
meðan nøkur so at
siga ongantíð fáa
krím, eru tað onnur
ið liggja við krími á
hvørjum ári
Krím
Fyri summi kann krím og
ein ring influensa verða ein
álvarsligur trupulleiki við
longri sjúkralegu, meðan
onnur einans taka tað róligt
heima í songini nakrar dag
ar.
Her eru 10 góð ráð í
samband við krím og
influensu:
• Tá vit leggjast við krími,
skulu vit minnast til, at nøk
ur eyðkenni upp á sjúkuna
eru fyri at hjálpa okkum,
sum t.d. fepur, ið er ein
reaksjón frá kroppinum,
og hostin, ið hjálpir til
við at reinsa andaleiðina.
Tí er ikki altíð neyðugt
at taka heilivág, um ein
hevur eitt sindur av fepri
og hostar. Men um talan
er um høgan pepur og
turr an hosta, sum irr iterar
slímhinnurnar, fæst okk
urt fepurniðursetandi og
hostalinnandi á apotekun
um.
• Tað er týdningarmikið at
snýsa út regluliga, ístaðin
fyri at anda slímið inn aftur
í nasagluggarnar.
• Um nøsin er typt, ber til
at reinsa kanalirnar við
lunkaðum saltvatni. Ein
væl umtókt uppskrift er
at blanda eina teskeið av
salti og ein knivsodd av
bakipulvuri í ein dl. av
vatni, sum síðan verður
sproytað inn í nøsina og
sleppur at renna út aftur.
Ger hetta fleiri ferðir í
báðar nasagluggarnar, fyri
at loysa upp slím í nøsuni
og kanalum til biholur og
oyru.
• Saltvatn er ikke einans
gott at sproyta inn í nøs
ina, men eisini til at gurgla
hálsin við. Til dømis
ber eisini til at gera sín
egna ”gurglemix” við
sitróndjús, heitum vatni
og honning. Hetta kann
hjálpa sera væl, tá tað
skriðar í hálsinum.
• Tann sum hevur krím,
eigur at loyva sær at vera
heima í nakrar dagar, halda
seg heitan og sova nokk
fyri at geva kroppinum
møguleika fyri at vinna á
bakteriunum.
• Ein koppur av heitum te
er góður til at loysa upp í
slímhinnunum, nøsini og
hálsinum. Ella ein góðan
toddy av heitum te ella
sólbersaft við honning og
reyðvíni.
• Um man t.d. ert linur í
kongunum og typtur í høvd
inum, kann vatndampur
hjálpa væl. Tak eitt heitt
brúsubað um tú orkar, ella
hald høvdið yvir einum
fati við kókandi heitum
vatni við eucalyptus. Hald
eitt handklæði uppi yvir,
so dampurin ikki sleppur
út.
• Um vit í sambandi við
krím fáa sár undir nøsina,
ber til at brúka menthol,
kamfer ella eucalyptus,
sum eisini hjála til við at
halda andaleiðina opna.
• Meðan kroppurin arbeiðir
móti virus og bakterium,
er tað nógv ymiskt sum til
ber at eta fyri at hjálpa upp
á sjúkratilgongdina og
styrkja immunverjuna sum
t.d. hvítleykur ella kanel,
umframt nógv annað
sum fæst á apotekum og
heilsukosthandlum.
• Í samband við krím hev
ur tað týdning at gera
upplivingina so hugnaliga
sum møguligt. Ikki taka
synd í sær sjálvum, men
t.d. lesa bløð, eta fruktir
ella sjokulátu. Um man
ikki orkar at eta so nógv,
hevur tað týdning at
eta nakað fyri at hjálpa
kroppinum at berjast við
bakteriur og virus.
www.mozon.no