Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 67 - 9. apríl 2005 Stuðul til uppihaldspening Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2005 saman við kvittanum fyri goldnan barnapening, skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 2. desember 2005. Um goldið er til Toll- og Skattstovu Føroya, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Umsóknir sum eru Almannastovuni í hendi innan nenvdu freist verða væntandi avgreiddar í desember 2005. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til økisdeildirnar. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald/-gjøld frá Ríkisumboðnum, ella sam- svarandi útlendsk gjaldsavgerð sendast inn saman við umsóknini. Almannastovuni Økisdeildin í Tórshavn J. Broncksgøta 25 100 Tórshavn Tlf. 353570 • Fax 353571 Økisdeildin í Eysturoy Heiðavegur 620 Runavík Tlf. 474710 • Fax 474711 Økisdeildin í Norðoyggjum Klaksvíksvegur 78A 700 Klaksvík Tlf. 457240 • Fax 457241 Økisdeildin í Suðuroy 800 Suðuroy Tlf. 353560 • Fax 353561 Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík Søkir eftir 1 pedagogi í barsilsstarv frá 1. januar 2006 til 15. juli 2006, at arbeiða 20 tímar um vikuna í Dagumlættingini. Dagumlættingin er opin gerandisdagar frá kl. 10 til kl. 17. Endamálið við arbeiðinum er m.a. at skapa tryggar karmar hjá brúkaranum og at sera ígongd og skipa fyri virksemi, sum hevur áhuga fyri teir einstøku brúkararnar. Umráðandi er, at tann sum verður settur kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Løn og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran, tlf. 457185, millum kl. 10 og 12, gerandisdagar. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera Dáanum í hendi í seinasta lagi 12. desember 2005. Um ongin skikkaður umsøkjari er, verður hjálparfólk sett í starvið. Umlættingarheimið Dáin Mýrivegur 11 700 Klaksvík Søkt verður eftir skrivara Søkt verður eftir parttíðarskrivara til ELNEVNDINA at byrja tann 1. januar 2006. Starvið umfatar at taka sær av dagliga virkseminum hjá nevndini, harundir málsviðgerð, at fyrireika fundir og annað arbeiði, sum er fevnt av arbeiðsøki hjá ELNEVNDINI. Skrivarin útinnir arbeiði í felag við formannin. Skrivarin skal hava eltøkniligan førleika. Løn samb. avtalu. Umsóknir saman við prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til ELNEVNDINA, Reynagøta 24, Postboks 252, 110 Tórshavn og umsóknirnar skulu vera latnar inn í seinasta lagi tann 12. desember 2005. Gjøllari upplýsingar fáast frá Bjartur Dalsgarð, formanni á tlf. 354000. ELNEVNDIN ELNEVNDIN er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum er sett sbrt. løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað. Arbeiðsøkið hjá nevndini eru tey verkevni, sum standast av løgtingslóg um sterkstreyms- útbúnað og løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum við tilhoyrandi kunngerðum, harundir at hava eftirlit við rakstri av sterkstreymsútbúnaðinum og við eltilfari hjá innflytarum, heil- sølumonnum og sølubúðum v.m. Heilsuskúli Føroya 800 Tvøroyri Søkir eftir lærara, til fulla tíð, ella eftir nærri avtalu, at byrjar 1. januar 2006. Starvið umfatar undirvísing á heilsuútbúgvingun- um, fyrireiking av nýggjum útbúgvingum og tilrætt- isleggjan í samband við undirvísing. Tú skalt hava eina útbúgving sum sjúkrarøktar- frøðingur, fyrimunur er, um tú hevur námsfrøðiliga eftirútbúgving ella aðra eftirútbúgving, skeið v.m. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og mennandi starv, har tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt í tínari undirvísing. Undirvísingin er løgt til rættis sum toymisarbeiði og sum verkætlanir, í tøttum tvørfakligum samstarvið ímillum lærararnar á skúlanum. Undirvísingin tekur støði í lærugreinum sum eru viðkomandi fyri heilsu- og sjúkrarøkt. Fleiri upplýs- ingar kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á skúlanum á tlf. 372855. Umsóknarfreistin er 28. november 2005 og umsókn- ir skulu sendast til: Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya att: Súsanna Mortensen, vararektara, Eirargarður 14 B, FO-100 Tórshavn Tofta kvøldskúli Veturin 2005/2006 Føroyskt fyri útlendingar byrjar týsdagin 29. november 2005 kl. 19.00. Upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleiðaranum tlf. 447332. Til leigu/sølu Í nýggja handils- og skrivstovubygningi okkara eru hølir til leigu/sølu. Talan er um eitt høli á 1. hædd tilsamans uml. 100 m2. Hølini sum eru klár til innflytan eru vælegnað til skrivstovu ella annað lættari virksemið og hava atgongd frá Gulasteinsvegi og Heiðavegi. Í kjallarahæddini er talan um eitt høli uml. 215 m2 við atgongd frá Gulasteinsvegi. Hølini sum eru vælegnað til goymslu ella annað virksemið, verða klár til innflytan 1. januar 2006. Ì bygninginum eru frammanundan Formula Føroyar, Grannskoðarastovan og Kiosk Vár. Um hóskandi boð fæst kann eisini verða talan um sølu. Spf. Vársól, Heiðavegur 31 600 Saltangará Tlf. 748392 varsol.s@kallnet.fo Lesið - so eru tit við