mánadagur 28. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
3
Afturvendandi
jólasølan hjá Føroya
Heimavirkisfelag var
um vikuskiftið, og
undirtøkan í ár var
framúr góð
Jólasøla
Orð & myndir: Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í ár var áhugin fyri at sýna
fram á jólasøluni so mikið
stórur, at neyðugt var at
flyta jólasøluna niðan í ítrótt
arhøllina á Hálsi, har rúm er
fyri teimum okkurt um 60
básunum, sum vóru við á
jólasøluni 2005.
Breitt úrval
Fyri hvørt ár tykist tað eis
ini sum um, at úrvalið av
heimaframleiddum vørum
gerst alsamt meiri umfatandi.
Tú kanst velja millum pløgg,
prýðislutir, okkurt etandi og
annað gott.
Í ár var til dømis sera stórur
áhugi fyri teimum básunum,
sum sniðgevar, ið eitt nú gera
barnaklæðir, høvdu, og fleiri
av sniðgevunum fingu eina
rúgvu av bíleggingum.
Nógvir básar vóru eisini,
ið sýndu fram ymiskar jóla-
dekoratiónir, og nógv annað
jólapynt var eisini at fáa.
Luttakarar væl nøgdir
Ein av framsýnarunum á
jólasøluni 2005 var GÍGGJ,
sum ger klæði til bæði børn
og vaksin. Guðrið í Stóru-
stovu, sum sjálv onnur rekur
og eigur GÍGGJ, sigur, at
tær eru stak væl nøgdar við
stevnuna.
- Tað hevur gingið avbera
væl, og vit hava fingið heilt
fitt burturúr. Eg haldi, at
hetta er fimta árið, at vit eru
við. Higartil hava vit bara
havt barnaklæðir við á jóla
søluni, men í ár høvdu vit
sum nakað nýtt eisini klæðir
til vaksin. Tað gekk bara væl,
og vit hava fingið heilt fitt av
bíleggingum, sigur Guðrið í
Stórustovu. Hon sigur eisini,
at tær nú hava úr at gera við
at seyma klæðini, sum eru
bíløgd, tí tey allarflestu vilja
hava klæðini til jólar og til
jólafestirnar, ið eru undan
jólum.
Hjá GÍGGJ er síðsti mán
aðin undan jólasøluni nógv
merktur av, at tær skulu gera
klæðir klár at sýna fram á
sølustevnuni. Guðrið í
Stórustovu sigur, at tað er
ein strævin tíð, men tær eru
altíð spentar, tí jólasølan er
ein sera góður møguleiki hjá
teimum at vísa fram, hvat
tær hava at bjóða.
Guðrið í Stórustovu sig
ur, at tað vóru sera nógv
vitjandi á jólasøluni í ár, og
tað var allatíðina nógv fólk
og vitjaði.
- Tað var allatíðina fólk,
so tað bar ikki til at taka sær
av løttum. Leygarkvøldið, tá
ið stevnan stongdi klokkan
átta, stilnaði tó nakað av um
hálvgum átta, og tá fingu vit
fyri fyrstu ferð á degnum
luft, greiðir Guðrið í Stóru
stovu frá.
Stórur áhugi fyri jólasøluni