Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 228 - 28. november 2005 Aftur í ár høvdu hundraðtals havn­ar­ borgarar leitað sær oman til Ting­húsvøllin, tá ið jóla­træið bleiv tendrað Jólahugni Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eitt afturvendandi tiltak, sum fyri nógvar havnarborgarar er eitt slag av einum start­ skoti upp á jólini, er tá ið jólatræið á Tinghúsvøllinum verður tendrað, og alt ann­ að jólaprýði í býnum eis­ ini verður tendrað. Sum siður er, verður hetta gjørt leygardagin fyri fyrsta sunnudag í advent, og tað var nú farna leygardag. Nissur settu dám á Hundraðtals fólk vóru til hugnaligu løtuna. Áðrenn jólatræið bleiv tendrað, hildu bæði Sverri Steinhólm, prestur og Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu, og Havnar Hornorkestur setti sín serliga dám á løtuna. Men bráddliga kom jólamaðurin. Við hjálp frá stigabilinum hjá Tórshavnar Sløkkiliði bleiv jólamaðurin lyftur upp til toppin á stóra jólatrænum, og við einum sonevndnum kúlufýsi tendraði hann træ­ ið. Tá ið tað var gjørt, komu fleiri smáar nissur úr einum av gomlu sløkkiliðsbilunum, og við sær høvdu tær hvør sín stóran posa fullan av øll­um møguligum góðum. Trúfastar gingu hesar smáu, fittu nissurnar runt og bjóðaðu bæði smáum og stórum okkurt gott, og ongin bleiv snýttur. Ein hugnalig løta hjá stórum og smáum Borgarstjórin tóktist væl nøgdur við løtuna, tá ið jólatræið bleiv tendrað, og hann lurtaði eisini eftir frálíka tónunum frá Havnar Hornorkestri. Mynd: Terji Nielsen Tríggjar av fittu, smáu nissunum, sum gingu runt og bjóðaðu øllum fólkunum karamellur og annað gott. Havnar Hornorkestur setti enn einaferð sín dám á hugnaligu løtuna, tá ið jólatræið bleiv tendrað. Mynd: Terji Nielsen