mánadagur 28. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
Á Hotel Tórshavn ella
Sjómansheiminum,
sum tey flestu
framvegis rópa tað,
bjóða tey nú eitt
stórfingið jólaborð.
Býarlív
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kappingin er hørð um at
fáa fatur á teimum, sum
fara út at eta. Nógvastaðnis
verður lýst við jólaborðum,
og á Sjómansheiminum ætla
tey ikki at standa aftan fyri
kappingarneytarnar.
Fyri
stuttum
fekk
Sjómansheimið skeinkiloyvi,
og nú bjóða tey eitt stórsligið
jólaborð, sum er at fáa hvørt
kvøld frá klokkan seks.
Afturvið ber so til at fáa sær
bæði vín, øl ella bara eina
sodavatn, alt eftir hvat ein
hevur hug til.
Á jólaborðinum er mangt
gott at fáa, so sum dunna,
rivjasteik, laksur, rækjur,
kjøtfrikadellir, rís a la mande
og annað gott.
Fleiri aðrar matstovur
hava líknandi tilboð, og tí
hava kundarnir ivaleyst at
velja millum.
Sjómansheimið spennir seg út
Stórfingna jólaborðið á Hotel Tórshavn ella Sjómansheiminum, sum nú er at fáa hvørt kvøld frá
klokkan 18.
Mynd: Terji Nielsen
Kring alt landið siga
politistøðirnar frá
einum serstakliga
friðarligum
vikuskifti. Hvørki
í Eysturoynni ella
í Klaksvík hevur
løgreglan havt nakað
sum helst at gjørt.
Løgreglutíðindi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tà ið vit sunnudagin høvdu
samband við ávíkavist
politiið í Eysturoynni og í
Norðoyggjum í telefonini,
vóru boðini greið úr báðum
støðum:
- Vit hava havt eitt
óvanliga friðarligt viku-
skifti, og tað hevur einki
sum helst verið at gjørt.
Eingin er tikin fyri at koyra
fullur, einki ferðsluóhapp
hevur verið, og tað hev-
ur
verið
serstakliga
friðarligt, var sagt á báðum
politistøðunum.
- Serstakliga
friðarligt vikuskifti
Eisini løgreglan í Havn
boðaði frá einari serstakliga
friðarligum vikuskifti.
Leygarnáttina var ein
maður tikin fyri at koyra
fullur á einum prutli á
Eystara Ringvegi, og hann
var tikin við á politistøðina,
har blóðroynd varð tikin.
Sunnudagin var ein
kvinnuligur bilførari tikin
fyri at koyra við kenning,
og hon var eisini tikin við
á politistøðina.
Um sekstíðina sunnu-
morgunin var eitt lítið
ferðsluóhapp
uttan
fyri tunnilsmunnan til
Vágatunnilin Streymoyar-
megin, og ein persónur
varð fluttur á skaðastovuna
til nærri kanningar.
Vakthavandi á politi-
støðini í Havn sigur, at
tað annars hevur verið eitt
sera friðarligt vikuskifti,
og at tað ikki hevur verið
so nógv fólk í býnum.
Vakthavandi væntar tó, at
komandi vikuskifti verður
væl meira av fólki í býnum,
tí tá fara jólaborðhaldini av
álvara at taka dik á seg
Óhapp við
Vágatunnilin
Ráðið fyri Ferðslu-
trygd hevur sent
løgmanni og
landsstýrismanninum
í ferðslumálum skriv,
har heitt verður á
teir, at ferðslutrygdin
verður sett í hásæti í
sambandi við ætlanina
um at knýta saman
Skálafjørðin og
høvuðsstaðin
Ferðslutrygd
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið fundur herfyri um
Skálafjarðartunlarnar var á
Svangaskarði herfyri, var
orðið ferðslutrygd als ikki havt
á lofti. Fyrireikingarbólkurin
legði projektið fram fyri
fundarfólkinum, men ongantíð
varð tosað um ferðslutrygdina
í framløguni.
Neyðugt at hava
ferðslutrygdina í huga
Í skrivinum heitir Ráðið
fyri Ferðslutrygd á løgmann
og landsstýrismannin, at
ferðslutrygdin ikki verður
gloymd, nú málið skal hava
politiska viðgerð.
Rúna Sivertsen, forkvinna
í Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
var við á fundinum á Svanga-
skarði, og hon var skelkað
av, at ferðslutrygdin als ikki
bleiv umrødd. Ein einstakur
persónur nevndi ein lokalan
trupulleika, s um fór at
koma, um ferðslan kom at
ganga gjøgnum eina ávísa
bygd.
Í lesarabrævi í blaðnum
í dag vísir Rúna Sivertsen
á, at tað er neyðugt, at vit
hesaferð fyrst hugsa um
ferðslutrygdina. Í síðsta
enda kemur ferðslustrygdin
at hava ávirkan á kostnaðin
í mun til nyttuna. Tí er tað
óðamannaverk at leggja enn
eina landsferðsluæðr gjøgnum
fleiri bygdir, sigur Rúna
Sivertsen í brævinum.
Eisini vísir Rúna Sivertsen á,
at hetta ikki er einasta verkætlan
í sambandi við vegagerð, har
tað als ikki verður hugsað um
ferðslutrygdina. Hon vísir til
dømis á, at í sambandi við øktu
ferðsluna, sum er væntandi,
tá ið Norðoyatunnilin verður
liðugur, er als ikki tosað um.
- Tá kemur ferðslan at
vaksa nógv, og tann ferðslan
fer millum annað gjøgnum
Gøtugjógv,
Skipanes,
Kollafjørð og aðrar bygdir,
men ferðslutrygdin hevur
als ikki verið nevnd í hesum
sambandi, sigur Rúna
Sivertsen. Forkvinnan í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
sigur, at tað er hennara
vón, at lesarabrævið hjá
henni kann verða við til, at
gongd kemur á kjakið um
ferðslutrygdina í sambandi
við verkætlanirnar.
Ferðslutrygdin gloymd
Rúna Sivertsen, forkvinna í
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
sigur seg verða skelkaða av, at
einki hevur verið nevnt um
ferðslutrygdina í sambandi
við hesar verkætlanirnar.
Á býráðsfundi hóskvøldið
samtykti Klaksvíkar býráð,
at kommunuskatturin skal
verða óbroyttur, 20,75 %,
og at barnafrádrátturin
framhaldandi verður 4.000
krónur.
Fíggjarætlanin
hjá
Klaksvíkar kommunu fyri
2006 gevur harvið eitt hall
upp á góðar 27 milliónir.
Tá eru íløgur upp á góðar
47 milliónir og avdráttir
upp á 7 milliónir taldar
við, skrivar heimasíðan hjá
Klaksvíkar kommunu.
tn
Kommunuskatturin
í Klaksvík óbroyttur
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in