mánadagur 28. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 228 - 28. november 2005
- Latið okkum hesa
tíðina undan jólum
liva tilvitandi og geva
okkum stundir at
hugna okkum saman
við børnunum og
leggja strongd til
síðis. Lat jólafriðin
valda. Tað nýtist ikki
at verða slík ferð á
øllum, segði Sæunn
Ólavsdóttir Hansen
Jólahýrur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var kavi og kalt, tá ið tey
túsundtals ljósini, sum hava
sermerkt bygdina Æðuvík
undan jólum nú í nøkur ár,
vórðu tendrað sunnukvøldið,
1. sunnudag í advent.
Tiltakið
byrjaði
við
familjugudstænastu
í
Missiónshúsinum
við
Martini Restorff Jacobsen,
presti, har nýggj altartalva
eisini varð tikin í nýtslu.
Júst klokkan 19 vórðu øll
ljósini í bygdini tendrað í
senn, og tað er ikki at taka
munnin ov fullan at siga, at
nógv er gjørt burtur úr.
Húsini eru pyntað við
jólaperum, jólastjørnum,
hjørtum og jólatrøum, og í
gørðunum standa jólakrubbur
og lýsandi jólamenn.
Jú, Æðuvík er jólabygdin,
og tað kann hon av røttum
rópa seg.
Kemur tú til bygdina, nú
ljósini eru tendrað, skerst
ikki burtur, at tú beinanvegin
leggur til merkis, at her er
nakað, tú ikki sært aðrastaðni
í landinum.
Undanfarin ár hava nógv
fólk koyrt til Æðuvíkar at
síggja vakurt pr‡ddu húsini
og garðarnar í tíðini undan
jólum, og eingin ivi er um, at
bygdin aftur í ár fer at verða
nógv vitjað.
Æðuvík kavaklødd
Í fjør helt Árni Joensen í
Oyndarfirði røðuna. Tað var
væl av vindi og nógv regn,
og Árni hevði nóg mikið
við at halda orðunum, hann
hevði fest á blað, í hondini.
Árni helt eina góða røðu,
hornorkestur spældi, og
eftir almenna haldið fingu
tey mongu, sum komin vóru
saman, eplaskivur og heitan
gløgg.
Nú
sunnudagin
var
Æðuvíkin uppaftur meira
jólakend enn seinasta ár,
tí nú var kavi, lítið lot og
bítandi kalt.
Vegirnir vóru hálir, og
tann eini bilurin, sum hevði
ætlað sær til Æðuvíkar,
fór hálvur í veitina beint
omanfyri Fossdalsbakka
og slapp ikki uppaftur við
egnari hjálp.
Aftur í ár spædi horn-
orkestur, og fólk fingu heitan
gløgg og eplaskivur.
Sæunn helt røðu
Við løtuna í Æðuvík beyð Kári
P. Højgaard, varaborgarstjóri
í Runavíkar kommunu, væl-
komin og frøddist um, at so
nógv fólk vóru samankomin
til tiltakið.
Síðan helt Sæunn Ólavs-
dóttir Hansen, sum áður
hevur sitið í Runavíkar bráði,
røðuna.
Hon byrjaði við at endur-
geva burtur úr eini yrking,
sum pápi hennara, Ólavur
Gregersen,
sáli,
hevur
skrivað.
”Nú stákast vit í góðum lag,
tí alt skal skína jóladag,
og burturstødd sær kvika,
at koma heim, tí vist er tað
at jól, tey longsul kyka”.
Sæunn segði, at jólini eru
ímyndin av gleði, hugna,
samanhaldi og heimlongsli.
- Øll ynskja vit at gleða
og hugna okkum saman á
jólum. Og tey, sum burtur
eru stødd, hava heimlongsul
og gleða seg at koma heim
til jóla.
Hon vísti á, at jólini eru
hátíð barnanna, og munnu
børnini longu vera farin at
telja dagarnar til jóla.
Síðan endurgav hon eitt
annað vers í yrkingini hjá
pápanum:
”Men børnini, tey gleðast
mest,
hjá teimum er væl gávan best,
tey royna tí at gita,
ov spakuliga fyri flest,
man tíðin fram sær tita”.
- Latið okkum hesa tíðina
undan jólum liva tilvitandi
og geva okkum stundir at
hugna okkum saman við
børnunum og leggja strongd
til síðis. Lat jólafriðin valda.
Tað nýtist ikki at verða slík
ferð á øllum.
Sæunn helt fyri, at vit
eiga at gleðast um ljósið,
sum jólabygdin, Æðuvík,
ímyndar.
- Ljósið, sum ber okkum
boð um hitt meira enn tvey
túsund ára gamla gleðiboðið,
ið altíð tykist líka nýtt og
gleðiligt og altíð kallar hinar
bestu kenslurnar fram í
menniskjahjartanum: Tykkum
er í dag ein frelsari føddur...
Hon segði, at einglarnir
bóru gleði og vón til mangt
stúrandi menniskja og vísti
á, at árið er ongantíð so langt
og trongligt, at tú ikki kennir
gleðina við jólunum.
- Bygdir og býir verða
prýddar við alskyns jólaprýði,
men jólabygdin Æðuvík ber
av øllum. Hetta ber boð um,
at her í Æðuvík búleikast
fólk, sum standa saman og
hava gott samanhald. Æðuvík
varð kosin at vera reinasta
bygd, og nú kunnu vit geva
tykkum 5 stjørnur fyri Føroya
prýðiligastu jólabygd.
Smágentan...
Sæunn vísti á, at nógv ymisk
hátíðarhald hava verið í ár
til minnis um mikla danska
skaldið, H.C. Andersen.
- Tað er ein søga, sum
altíð kemur mær til hugs, tá
ið stundar móti jólum, og tað
er søgan um smágentuna við
svávulpinninum. Hon gekk
úti á gøtuni svong og køld,
meðan kavaflykrurnar duttu
niður á hennara langa gula
hár. Útgjøgnum gluggarnar
sá hon ljósini skyggja, og
øll høvdu so nógv um at
vera. Tær smáu neyðarsligu
hendurnar vóru næstan
deyðar í kulda. Gentan var
send út á gøtuna at selja
svávulpinnar, men áh, sum
ein lítil svávulpinnur hevði
komið væl við. Hevði hon
bert torað at tikið ein burtur
úr rúgvuni, strokið hann
móti vegginum og vermt sær
fingrarnar eitt sindur. Hon
tók ein. Áh, sum hann logaði
væl. Ein heitur, ljósur logi,
eins og eitt lítið livandi ljós,
tá ið hon helt hondina uttan
um hann. Hendan smágentan
hevði bert svávulpinnin at
verma seg við.
Í røðu síni minti Sæunn
okkum á at hugsa um tey
børn og vaskin, sum ikki
hava tað so gott.
- Eg hugsi um tey í Pakistan,
nú veturin er farin at gera um
seg við kulda og kava.
Sæunn minti eisini á
at geva okkum stundir at
vitja gomul og sjúk hesa
adventina.
Síðan las hon upp yrking,
sum Elin Mortensen hevur
skrivað.
”Takk fyri várið, sum ljós
okkum ber
og túsundtals fuglar aftur
av ferð.
Takk fyri summarið, lívsæla
tíð,
vakur er hagin, og grøn er
líð.
Takk fyri heystið við góðum
gávum,
sum vit nú njóta í friði og
náðum.
Takk fyri veturin við kava á
fold,
nú svevur náttúran, nú hvílir
mold.
Mest av øllum, av hjarta
hátt:
Takk fyri Jesus, føddur
jólanátt.
Við hesi orðum ynskti Sæ-
unn Ólavsdóttir Hansen
æðuvíkingum tillukku við
jólabygdini, Æðuvík, sum
hon rópti eina av perlunum í
Runavíkar kommunu.
Jólabygdin Æðuvík aftur í jólaskrúð
- Bygdir og býir verða prýddar við alskyns jólaprýði, men
jólabygdin Æðuvík ber av øllum. Hetta ber boð um, at í Æðuvík
búleikast fólk, sum standa saman og hava gott samanhald,
segði Sæunn Ólavsdóttir Hansen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Varaborgarstjórin, Kári P. Højgaard, sum beyð vælkomin í
Æðuvík, hevur saman við øðrum fingið sær gløgg og eplaskivur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Onkur æðuvíkingur hevði
latið seg í føroyskan búna til
haldið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað var kalt og hált, og hesin bilurin náddi ikki til æðuvíkar til tíðina
Mynd: Vilmund Jacobsen
åJólamenn vitjaðu eisini
í Æðuvík sunnukvøldið.
Skeggið á hesum var so
stórt, at tað fjaldi næstan alt
andlitið. Men smádrongurin
óttast ikki jólamannin kortini
Mynd: Vilmund Jacobsen