Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 28. november 2005 7 Løgmaður heldur, at almenningurin í Føroyum eigur at sleppa at keypa partabrøv í Atlantsflogi Einskiljing av Atlantsflogi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg kann vissa øll um, at vit taka ongi óráð fyri, nú ætlanin er at einskilja Atlantsflog. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, er fullgreiðir yvir, hvønn týdning Atlantsflog hevur fyri føroyska samfelagið og fyri lokalsamfelagið í Vágum. Tí ætlar landsst‡rið at tryggja, at áhugamálini hjá føroyska samfelagnum sum heild, verða tryggjað, nú ætlanin er at einskilja Atlantsflog. Hann sigur, at tí er eisini ætlanin at seta treytir við einskiljingini. – Tað kann ganga útyvir prísin, men prísurin hevur ikki alt at siga, tí tey samfelagsligu atlitini eru avgerandi, staðfestir hann. Sunnudagin var løgmaður í Vágum og greiddi vága- fólkið frá ætlanini at ein- skilja eitt av teirra størstu og tryggastu arbeiðsplássum við 150 arbeiðsplássum. Og har kundi hann sissa tey við, at einskiljingin av Atlantsflogi skal vera ein tilgongd, sum landsst‡rið fer at hava fult tamarhald á. Vanligi føroyingurin høvi at keypa Hvussu einskiljingin verður, er ikki greitt enn. – Útgangsstøðið er eitt uppskot frá vinnu- málaráðnum um at selja 64% av Atlantsflogi. Sostatt skal landið hava 34% eftir og tað merkir, at landið kemur at hava blokerandi minniluta. Av tí sama kunnu ongar týðandi avgerðir takast, uttan at landstýrið samtykkir tað. Harafturat er ætlanin at gera ein partaeigarasáttmála, sum áleggur nýggja eigar- anum ávísar treytir. Uppskotið um at ein- skilja Atlantsflog, er nú til hoyringar í politisku flokkunum og tað verður eisini sent andstøðuni. – Men tað verður Løg- tingið, sum ger av, hvussu Atlantsflog verður einskilt og, hvørjar treytir skulu fylgja við. – Landsstýrið heldur í øllum førum, at ein treyt fyri at einskilja Atlantsflog, skal í hvussu so er verða, at Atlantsflog skal hava høvuðsstøð í Vágum og at rutunetið skal ganga út úr Føroyum, sigur løgmaður. Løgmaður sigur, at annars er javnaðarflokkurin sinnaður at tosa um, hvussu stórur partur av Atlantsflog skal einskiljast. – Annars haldi eg, at tað er skilagott, at ein partur av Atlantsflog verður lýstur alment til sølu í Føroyum so at eisini meinigi føroy- ingurin fær høvi at keypa partabrøv. Hann heldur at tað kunnu vera nógvir føroyingar, sum hava hug at verða parta- eigarar í Atlantsflogi. Hvussu stórur partur av Atlantsflogi skal lýsast alment til sølu, veit hann ikki. – Kanska kunnu eini 20% av Atlantsflogi verðið selt alment í Føroyum umvegis virðisbrævamarknaðin, so at hini 44% verða seld aðrar vegir. Hetlendingar áhuga í Atlantsflogi Jóannes Eidesgaard heldur, at skulu vit hava ein út- lendskan samstarvsfelaga til Atlantsflog, skal tað helst vera ein, sum vit hava fyrimun av at samstarva við. – Tað kann vera, at tað hevði verið heppið at vit fingu ein samstarvsfelaga úr einum minni samfelag. Vit hava frammanundan gott samstarv við Hetlendingar um Smyril Line og eg veit eisini, at tað er ein rættiliga stórur áhugi í Hetlandi fyri Atlantsflogi. – Tað kundi verið ein stórur fyrimunur at samstarva tann vegin um Atlantsflog eisini, tí Hetland er eitt lítið samfelag, sum líkist okkara og har tað er ein stórur fyrimunur, at vit kenna hvønn annan rættiliga væl. Annars staðfestir løgmaður, at tað er landsstýrið, sum selur og sum tískil hevur fult tamarhald á søluni og sum sostatt eisini ger av, hvønn selt verður til. – Tí er tað ikki sagt, at vit vit skulu stúra so illa fyri, at okkurt stórt flogfelag keypir Atlantsflog so at tað hvørvur og kanska meiri ella minni sum frálíður endar uttanlands. – Ein nýggjur eigari fer helst at hava eitt annað stavnhald við Fiskavirking, enn Framtaksgrunnurin hevur havt, heldur Løgmaður Einskiljing av Fiskavirking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað fer neyvan at loysa seg hjá einum nýggjum eigara, at lata nøkur av virkjunum hjá Fiskavirking standa tóm. Tað heldur løgmaður. Nú ætlanin er at einskilja Fiskavirking, eru nógv fólk kring landið, sum eru ótrygg og stúra fyri, hvat fer at henda við virkinum í teirra øki. Tað er ikki so undarligt, heldur løgmaður, tí virkini hjá Fiskavirking hava stóran arbeiðsskapandi týdning kring landið. Samstundis ásannar løg- maður, at politisk myndugleikin hevur ikki nakra sum helst ávirkan á einskiljingina av Fiskavirking. – Tað er Framtaksgrunn- urin sum eigur Fiskavirking og tað er hann, sum einsa- mallur ger av, hvussu farið verður fram. Sostatt hevur landsstýrið onga ávirkan á Framtaksgrunnin, sigur løgmaður. Kortini heldur hann ikki, at tað er serliga sannlíkt, at virki fara at vera stongd. – Tað er neyvan góð forrætning at keypa eitt virki fyri at hava tað standandi tómt, heldur hann. – Verður Fiskavirking selt og nýggi eigarin ikki hevur brúk fyri onkrum av virkjunum, er tað neyvan nøkur forrætning í at varðveita virkið, tí so verður tað ein byrða fyri eigaran ístaðin fyri eitt íkast til raksturin, sum kann hjálpa til at fáa íløguna at kasta nakað av sær. Løgmaður heldur sostatt, at verður Fiskavirking selt undir einum, og er okkurt virki uppi í, sum nýggi eigarin ikki hevur brúk fyri, fer hann ivaleyst at selja tað fyri ikki at tyngja raksturin við einum deyðum rakstrargagni. Er tað ikki júst tað sum er hent í ávísum førum. Eitt nú hevði Fiskavirking virkið í Vági stongt í fleiri ár, men noktaði at lata øðrum tað, uttan til virksemi, sum ikki var í kapping við Fiskavirking? – Tað er rætt, men eg ivist í um tað er í samsvari við nýmótans vinnulig prinsipp, tí tað er ongin vinningur í tí. Sostatt bendir alt á, at ein nýggjur eigari av Fiskavirking fer at hava eitt annað stavnhald við Fiskavirking, enn Fram- taksgrunnurin hevur havt. Prísurin nógv fallin Fyri einum ári síðani bjóði eitt samtak av reiðarum 115 milliónir fyri Fiskavirking og eitt annað samtak bjóðaði 47 milliónir fyri Fiskasøluna. Tá tók Framtaksgrunnurin ikki av, men legði Fiskasøluna undir Fiskavirking. Nú hevur so sama samtak av reiðaum bjóðað 80 milliónir fyri samlaðu fyritøkuna, altso bæði Fiskavirking Fiskasøluna. Er tað ov seint at selja Fiska­ virking? Jóannes Eideasgaard vís­ir enn einaferð á, at tað er Framtaksgrunnurin einsamallur, sum varðar av Fiskavirking. Tí eru hetta viðurskifti, sum landsst‡rið onki veit um og sostatt er hann ikki nóg væl inni í málinum til at hann kann svara spurninginum. Hann staðfestir kortini, at høvuðsvinnan hevur havt trupulleikar og tað stimbrar ikki uppuundir søluprísin. Men er prísurin upp á 80 milliónir eftirfarandi, má staðfestast, at virðið er nógv fallið seinasta árið. – Tað kann eisini stað- festast, verður samanborið við virðið, sum upplýst varð, at Fiskavirking hevði fyri nøkrum árum síðani, eru 80 milliónir bara ein brotpartur av tí. – Men tað er eisini ein sannroynd, at í fiskivinnuni gongur upp og niður. Og tað er eisini Framtaksgrunnurin, sum einsamallur ger av, um Fiskavirking verður selt yvirhøvur, tí heldur hann, at boðini ikki eru nóg góð, kann hann avlýsa søluna. Í Sosialinum um vikuskiftið helt Tummas Arabo, sum var høvuðsmaður aftanfyri Fiskavirking, at endar hetta við, at Fiskavirking nú verður selt fyri helvtina av tí, sum tað kundi verðið selt fyri fyri einum ári síðani, átti tað at fingið avleiðingar. – Tað er so eitt sjónarmið, sum eg ikki havi fleiri við- merkingar til, sigur Jòannes Eidesgaard. Vanligir føroyingar eiga at sleppa at keypa í Atlantsflog – Hetlendingarhava rættiliga stóran áhugafyri at keypa ein part í Atlantsflogi í Hetlandi, sigur løgmaður. Hann heldur, at tað kundi verið ein stórur fyrimunur at samstarva við hetlendingar Fer neyvan at loysa seg at lata virki standa tóm