Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 228 - 28. november 2005 Marknaðarrák Evropa setti dagsskránna á fíggjarmarknaðunum í farnu viku. Serliga var sjóneykan sett á Týskland, sum er størsti búskapurin í ES. Eins og aðra staðni í Evropa hevur gingið framá har síðan í summar, men Týskland hevur stórar bygnaðarligar trupulleikar at stríðast við. Arbeiðsloysið er 12%, og útlit eru ring fyri at fáa tað niður uttan at broyta arbeiðsloysisskipanina. Høga arbeiðsloysið hevur við sær, at innlendska nýtslan ikki er økt nakað serligt seinastu trý árini. Hetta ger tað tungt at fáa rættiliga gongd á týska búskapin. Útflutningurin byrjar at fáa ferð á, og álitistølini eru góð, men ætlanin hjá nýggju stjórnini at hækka MVG við 3% fer neyvan at betra um innlendsku nýtsluna. Renturnar lækkaðar aftur Í farnu viku vendi gongdin á rentumarknaðinum. Danska 10-ára rentan lækkaði úr 3,56% í 3,40%. Tað varð ikki handlað serliga nógv við lánsbrøvum í farnu viku. Hetta fær ofta marknaðirnar at sveiggja meir enn vanligt. Vestas fær hall í 2005 Partabrøvini hava sum heild framvegis staðið seg væl og vísital, ið umfatar Norðurlond, er hækkað 32,6% í ár og liggur á hægsta stigi. Danski vindmylluframleiðarin Vestas hevur hinvegin ikki staðið seg væl, tí hósdagin kunngjørdu tey, at úrslitið fyri 2005 verður negativt. Orsøkin er, at Vestas hevur vantað framleiðslulutir og hetta hevur ført við sær óstøðuga framleiðslu. Eisini hevur kostnaðurin verið ov høgur í verkætlanum í USA. Síðani kunngerðina er Vestas lækkað 26% í 100,5. Stjórin í Vestas hevur ætlanir um at siga fólki úr starvi og at lækka kostnaðarstigið, fyri at fáa virkið á rætta kós aftur. Hóast betur úrslit er væntað í 2006, meta vit, at váðin tengdur at Vestas er ov høgur í løtuni. Hesa vikuna Hendan vikan verður áhugaverd á fíggjarmarknaðunum. Tað verða kunngjørd tey týdningarmestu hagtølini báðu megin Atlantshavið, og hetta er týdningarmikið fyri láns- og  partabrøv, umframt gjaldoyra. Tað vera bæði búskapar- og prísvøkstur og so eisini amerikanska arbeiðsmarknaðarfrá greiðingin á skránni. Týskland í andgletti Vika 48 2005 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 636,05 0,4% Lánsbrøv í DKK 104,42 0,4% JPY 5,32 0,0% Evru Lánsbrøv 173,31 0,2% GBP 1.090,68 0,2% Norrøn Partabrøv 104,34 1,3% NOK 94,77 0,2% Altjóða Vøkstur 71,58 0,5% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 2,90% 3,10% 3,30% 3,50% 28/08 28/09 29/10 940 980 1020 28/08 28/09 29/10 Norðurlendsk kolonialisma er evnið á stórari listaframsýning í Føroyum í mei mánað. Framsýningin er liður í eini verkætlan, sum Norðurlanda stovnurin fyri samtíðar myndlist (NIFCA) skipar fyri. Í síðstu viku helt nevndin fund í Føroyum fyri fyrstu ferð Verkætlan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Stóra framsýningin av samtíðar myndlist er bert ein av mongu verkætlanunum hjá NIFCA. Seinnu árini er árliga framsýningin ikki minst vorðin kend fyri at varpa ljós á eldfim evnið. Síðsta ár var evnið “Populisma”, meðan eitt nú stovnsligt og politiskt “Gjøgnumskygni” eisini hevur verið á breddanum. Endamálið við framsýningunum er at stimbra norðurlendska samtíðar myndlist á ein hátt, so hon kann virka sum ein listarlig viðmerking til norðurlendska samtíð og søgu. “Vinarliga” hjálandaveldið Nú Norðurlendsk kolonialisma verður høvuðsevnið, er hetta enn ein liður í arbeiðinum hjá stovninum at kanna, hvørjir listarligarligir, estetiskir, mentanarligir og sosio- politiskir samanhangir skapa okkara samtíð og at varpa ljós á teir í einum øðrvísi forum. Ein av orsøkunum til, at evnið hesuferð verður norðurlendsk kolonialisma, er, at hetta tykist vera ein táttur í okkara søgu, vit ofta látast ikki at vita av, sigur Frederikke Hansen, kurator. Eisini heldur hon tað vera tankavekjandi, at norðurlendsk kolonialisma als ikki hevur verið miðvíst granskað á støði við eitt nú bretska kolonialismu. - Ivaleyst hongu hetta saman vi vanligu fatanini av norðurlendskari kolonialismu sum ein harmleys mest sum vinarlig útgáva av hjálandaveldum annars. Á onkran hátt tykist tað sum at vit helst vilja tiga hendan partin av okkara søgu í burtur, sjálvt um leivdirnar av henni framvegis eru rættiliga týðiligar í eitt nú mátanum valdið er skipað í norðurlendskum samfeløgum, sigur Frederikke Hansen, kurator. Hon leggur afturat, at tað vísir seg, at nettupp í listini verða slíkir fjaldir samanhangir ofta best avdúkaðir. 200 millum luttakarnar Almenna heitið á framsýningini er “Re-thinking Nordic Colonialism”, har listafólk geva sítt boð uppá, hvussu hjálandaveldi framvegis ger vart við seg mentanarliga og politiskt. Saman við øðrum kuratorum hevur Frederikke seinastu mánaðirnir ferðast í norðurlondum fyri at velja listafólkini, sum skulu verða við á framsýningni. Øll nøvnini eru ikki komin uppá pláss enn, men Frederikke ímyndar sær, at tað grønlendska íkastið eitt nú kemur at avspegla okkurt slag av ný-kolonialismu. Úr Føroyum veit hon, at fokus millum annað verður sett á tað politiska og tað málsliga, við tað at hon longu nú kann avdúka, at tónleikabólkurin 200 verður ein av teimum 50 luttakarnum. Framsýningin komandi vár er ein sokallað multimedie- verkætlan, ið er sett saman av fyrilestrum, tónleiki, listaverkum og kjakfundum. Byrjað verður í Íslandi í mars mánað, og fara partar av framsýningini síðani víðari til Grønland, Føroyar og Finland. Verkætlanin endar við eini DVD útgávu, har tættirnir frá framsýningunum verða savnaðir. Fund í Føroyum Nevndin í NIFCA hevur júst havt fund í Føroyum fyri fyrstu ferð. Ein av føstu uppgávunum hjá stovnunum er tann sonevnda Sleipnir verkætlanin, ið fíggjar listarlig uppihald hjá listafólki ymsa staðni í Europa. Í Føroyum hava listafólk higartil havt høvi at arbeiða og búgva í húsinum hjá listamanninum Jóhannes Kristinasen í Leirvík. Í løtuni verður arbeitt við at finna eitt annað stað til endamálið, og tað var millum annað hetta, sum var til umrøðu, nú nevndin hevði fund í Føroyum, sigur Astri Luihn, sum hevur eygleiðarstøðu í nevndini. Føroysk listafólk kunnu eisini søkja um stuðul til listarlig uppihald gjøgnum Sleipnir. Kolonialisma inn í listina Nevndin í NIFCA helt fund í Føroyum herfyri, har tey eisini ferðaðust kring landið og millum annað stukku inn á gólvið hjá listamanninum Edward Fuglø í Klaksvík NIFCA er stovnur undir Norðurlanda Ráðharraráðnum. Stovnurin hevur sæti í Sveaborg beint uttanfyri Helsinki Limir í stovninum eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Ísland Endamál: At varpa ljós at norðurlendska samtíðarmyndlist í einum samfelagsligum høpi. Verkætlanir: Sleipnir – listarlig uppihald í Norðurlondum, framsýningar og útgávur. FAKTA