Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 28. november 2005 9 Landsfundur Fólka­flokksins var leygardagin , og fundurin viðgjørdi fleiri av teimum yvirordnaðu málum, sum samgongan arbeiðir við. Serliga fegnaðist fundurin um eftirlønar- og skattapolitikkin hjá samgonguni Fólkaflokkurin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Landsfundurin fegnast um, at verkalønin nú fyri fyrstu ferð í 15 ár sleppur undan toppskatti, og sum saman við lønar- og fíggjarpolitikkinum annars heldur almennu út­reiðslunum á sama støði, so at arbeiðsloysið í Føroyum er lægri enn í okkara grannalondum. Týdningarmikið at fremja einskiljingarnar Somuleiðis ásannaði fundurin, at tað hevur stóran týdning at fáa framt ætlaðu einskiljingarnar av almennu partafeløgunum, og at ein breið undirtøka verður tryggjað av tilgongdini í hesum sambandi. Eisini helt landsfundurin, at tað er umráðandi, at tað verður borið skjótt at við eftirlønartrygging fyri arbeiðsmarknaðin og lógum um nýggjan bústaðarpolitikk. Nøkur onnur mál, sum landsfundurin tók undir við, og sum samgongan ar­beiðir við, eru eitt nú yvirtøkulógin, so at løgtingið einsamalt kann yvirtaka øll málsøki fram til fullveldi. Lógin um fjølmiðlaábyrgd er tað fyrsta dømið um hetta, og Fólkakirkjan verður tað næsta. Eisini tók fundurin undir við, at landsstýrið í august mánað skrivaði undir fríhandilssáttmálan við Ísland, sum gevur føroyingum ein væl størri heimamarknað. Á landsfundinum var eisini ein gestarøðari, og tað var Mart Laar, sum var fyrsti forsætisráðharrin í tí frælsa Estlandi. Mart Laar var eisini upphavsmaður til skipanina við eindarskatti, sum nú er í 10 evropeiskum londum. Fegnaðust um eftirlønar- og skattapolitikkin Eitt av málunum, sum fekk drúgva umrøðu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið, var spurningurin um einskiljingar. Fólkaflokkurin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bjarni Djurholm, lands­ stýrismaður í vinnumálum, hevði eina framløgu og tosaði eitt nú um einskiljingarnar, sum landsstýrið hevur í umbúna. Vágamenn finnast at ætlanini við Atlantsflog Eftir at Bjarni Djurholm var liðugur, tók Jóanis Nielsen, fyrrverandi tinglimur, úr Sandavági orðið. Hann rósti Bjarna Djurholm fyri eitt gott arbeiði, men hann segði, at hann var ósamdur við Bjarna í einum spurningi, og tað var einskiljingin av Atlantsflog. Jóanis Niel­­sen vísti á týdningin hjá Atlantsflog bæði fyri samskifti fyri útheimin og sum arbeiðspláss í Vágum, og hann stúrdi fyri, hvat fer at henda, um Atlantsflog fer á útlendskar hendur. - Atlantsflog hevur sera stóran týdning bæði fyri føroyska samfelagið og fyri lokalsamfelagið í Vág­um. Tí haldi eg, at tað er sera týdningarmikið, at Atlantsflog sleppur at halda fram í verandi líki. Um vit endiliga skulu selja felagið, so lat okkum bjóða til dømis tryggingini ella Sparikassanum at keypa tað, áðrenn útlendingar fara avstað við tí. Vit vita ikki, hvat úrslitið verður, um útlendingar keypa felagið, segði Jóanis Nielsen millum annað. Bjarni Djurholm, lands­­stýrismaður, svar­ aði fyrrverandi vága­ting­ manninum aftur og vissaði honum, at landsstýrið ætlar at taka atlit til, at felagið ikki fer úr Føroyum. - Tað verður ein treyt, at høvuðsstøðin hjá Atlantsflog framhaldandi verður í Vág­ um, um tað verður selt. Eisini skal landsstýri framvegis eiga um ein triðing av partabrøvunum í felagnum, og skulu viðtøkur felagsins broytast, skal landsstýrið eisini takast við upp á ráð, greiddi Jóanis Nielsen frá. Kjakaðust um einskiljingar tíðindaskriv Fyrr komu jólamenninir í reyðum klæðum og við síðum og hvítum skeggi oman úr fjøllunum við posa á baki. Í køldu fjøllunum hava teir hildið til síðan seinastu jól. Og aftur í ár hava teir stákast við jólapakkar til øll børn í Føroyum - og eisini til børnini í Eysturoy og Norðurstreymoy. Sum tíðirnar eru broyttar, og minni kavi legst í Føroyum um veturin, hava jólamenninir í Eysturoy og Norðurstreymoy seinastu árini gjørt av at seta sletuna. Nú eru teir farnir at koyra í bili, sum øll onnur. Hetta er so nógv lættari, og nú kunnu teir eisini fara runt alt økið, hóast eingin kavi er. Leygardagin 3. desember fara jólamenninir soleiðis at vitja børnini í øllum komm­unum í Eysturoy og leygardagin 10. des­ em­ber vitja teir børnini í Norðurstreymoy. Teir koma í vøkru reyðu bilum sínum við onkrum jólagóða. Jólamenninir hava heitt á kunningarstovurnar í Eysturoy um at siga frá, nær teir eru í ymsu bygdunum. Jólabilur 1: Strendur kl. 11, Skála kl. 11.15 og Oyrarbakki kl. 11.45, Eiði kl. 12.15, Gjógv kl. 13.00, Funningur kl. 13.15, Runavík kl. 14.30 og Toftir kl. 15.30 Jólabilur 2: Funnings­ fjørður kl. 12.00, Oyndar­ fjørður kl. 12.45, Hellurnar kl. 13.15, Gøta kl. 14.00, Leirvík kl. 14.30 og Fugla­ fjørður kl. 15.00. Jólabilur 3: Hósvík kl. 13.00, Hvalvík kl. 13.30, Haldarsvík kl. 14.30, Tjørnuvík kl. 15.00. ADVENTKONSERT Tíðindaskriv Hóskvøldið 1. desember kl. 19.30 hevur Vestmanna kirkjukór adventkonsert í Fuglafjarðar kirkju. 1.sunnudag í advent hevði Vestmanna kirkju­ kór adventkonsert í Vest­ manna kirkju, og verður skráin nakað tað sama hóskvøldið í Fuglafirði. Á skránni verður tón­leikur, kórsangur og felagssangur. Gestasangarar eru Jens Marni Hansen og Hannis Hansen, sum eisini fara at syngja saman við kirkju­ kórinum. Kórleiðari er Erla Olsen. Vestmanna kirkjukór í Fuglafjarðar kirkju Jólamenn á vitjan í Eysturoynni og Norðurstreymoy Fyrrverandi estiski forsætisráðharrin, Mart Laar, var gestarøðari á landsfundi Fólkaflokksins umvikuskiftið Mynd: Regin W. Dalsgarð