Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 228 - 28. november 2005 Tað almenna leggur uppgávur út til kommunurnar at um­sita. Tað aktuella dømið er barnaverndar­økið, sum komm­un­ur­nar nú skulu umsita. Vit síggja í hesum sam­­bandi, at barna­verndar­stovur verða stovnsettar av sam­­starvandi kommunum kring landið. Endamálið at útdelegera uppgávur til kommunurnar tykist verða gott. Kommunurnar eru nærri borgarnum enn landið og er tað ofta ein fyrimunur, men tað nýtist tó ikki altíð vera ein fyrimunur í barnaverndarmálum. Tá tað almenna leggur øki út til kommunurnar at umsita, so stingur spurningurin seg upp um, hvussu gjaldast skal fyri hetta øki. Fyri at brúka tað aktuella barnaverndarøki sum dømi, so síggja vit, at barnaverndarstovur verða stovnsettar kring landið og eitt hampuliga stórt tal av fólki verður sett at røkja uppgávurnar í hesum sambandi. Tað kundi verið áhugavert at fingið eina samanbering av, hvat barnaverndin kostar í dag, og hvat hon kemur at kosta, tá kommunurnar hava skipað barnaverndina. Tey tøl, ið onkur borgarstjóri hevur havt frammi ljóða ikki tespilig. Hvussu nógv fólk arbeiða við hesum øki í dag, og hvussu nógv fólk koma at arbeiða við hesum øki framyvir? Eingin hevur nakað ímóti at skipa barnaverndarøkið so gott sum møguligt fyri at verja barnið, men meiri pengar nýtist ikki merkja betri tænastu. Sami skattgjaldari skal betala, óansæð um tað er land ella kommunur, sum standa fyri. Munurin er bara, at tað nú skal fara yvir kommunuskattin við einum størri administratiónsapparati, og tað rakar fyrst og fremst láginntøkurnar, meðan tað ongan mun ger fyri háinntøkurnar sum gjalda helvtina í skatti framman­ undan. Tað má verða samanhangur millum niðurløgd størv og hvussu nógv nýggj størv verða sett, tá ein almenn tænasta verður flutt út til kommunurnar. Vit hava eitt risahall á fíggjarlógini, og vit hava, sum mangan hevur verið víst á áðrenn, ikki ráð til økingar í umsitingarkostnaði hjá tí almenna – tað verði seg hjá landi ella kommunum. Í hesum døgum eigur virðið á einum landstýrismanni ikki at verða mett eftir hvussu nógv meir pengar og nýggj størv hann fær á sínum øki, men hinvegin hvussu væl hann klárar at økja tænastustøðið innan tað almenna fyri minni pengar. Her tosa vit um at reparera og betra tað verandi, heldur enn at uppfinna nýggjar tænastur. Her meina vit við at fordeila peningin rætt, so tey, sum hava sítt dagliga yrki í fremstu røð í eitt nú sjúkrahúsverkinum, fáa tær bestu treytir til at klára sítt starv. Tað er kanska ein spurningur um betri fordeilding. Ein og hvør útlegging av almennum tænastum til kommunur at umsita má henda út frá einum effektivitetssjónarmiði. Um tað verður betri og effektivari av, at kommurnar umsita økið, so skal tað gerast. Um tað ikki verður tað, til dømis tí talið av málum í hvørjari kommunu ella kommunalari samstarvseind ikki er nóg stór, so skal man varðveita sentrala stýring og umsiting. At leggja mál út til kommunur fyri at spara á fíggjarlógini, ber ikki til. Sami skattgjaldari kemur at svíða fyri kostnaðin við einari skeikling sum rakar láginntøkurnar. Um endamálið at leggja út til kommunur er at spara pening á fíggjarlógini, so er bert talan um eina kommunala avturking. DAGSINS MEINING Sosialurin Kommunal avturking? VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bergtóra Joensen Fluttu heim úr Danmark fyri lítlum ári síðani - tvs. maður, tvey barnagarðsbørn og eg. Alt gott um tað, eingin ivi um at avgerðin var røtt fyri okkum. Tá vit fluttu heim, var “frammi” at chips, tubbakk og annað ósunt skuldi dýrk­ ast, so tað ikki bleiv keypt so nógv av tí og alt gott um tað. Hóast alt tað góða við heim­flytingini smáilskist eg hvønn mánadag, tá eg fari til handils og keypi frukt og grønmeti. Eg ilskist, tí eg haldi hesar vørur vera alt ov dýrar. Orsøkirnar til tess eru sikkurt fleiri, men líka leggi eg í. Haldi, at um boðskapurin frá politakurunum skal vera greiður og trúvirðið við, áttu teir at sett prísin á fruktum grønmeti og øðrum góðum kosti niður við tí, sum verð­ ur lagt oman á ósunnu vør­ urnar. Ilskist eg mánadag, ger­ist eg ikki blíðari, tá til­boðs­ bløðini koma týs­dag. Kanska onkur hendinga vistfrøðilig gularót er á tilboð, men ann­ ars er meginparturin “4 x lørdagspizza einans 100 kr”, ella “100 rittersport 99 kr” og annað ósunt snask. Eri sjálv eingin “heilsu­ ápostul”, men álvaratos, haldi at tað átti at verið ein sjálvfylgja, at øll hava ráð til heilsugóðan kost. Herfyri var ein sending í sjónvarpinum, har ein dansk­ur gransk­ari segði, at gongd­in hjá før­oyska ung­­dóminum viðvíkjandi mat­­van­­um, roykivanum og motiónsvanum var heilt skeiv. Um ynskið er, at hendan gongdin skal broytast er neyðugt, at eisini politik­ arirnir gera sítt til, at øll hava ráð til at ogna sunnan og góðan mat. Løgmaður sigur við Dimmu í seinastu viku at verkamaðurin , nú hevur tað nóg gott - har eru vit PÚRA ósamd - hann sigur tó eisini, at tær einligu mammurnar nú skulu raðfestast. Hesum heilsi eg sera vælkomnum. Undirritaða og allir aðrir sosialráðgevar hitta regluliga ein part av júst hesum kvinn­ um og vita, at júst tær hava eina raðfesting fyri neyðini um tær í hesum landi skulu hava møguleika fyri útbúgving, fót undir egi borð og møguleika fyri at keypa “8 súrepli fyri 24 kr.” Hetta var bert eitt hjarta­ suff, annars er veldugt er at vera aftur herheima, ikki minst nú jólini stunda til. Niels Salmony Stýrisbólkurin fyri »Ólavsøkan 2006« Ólavsøkutiltøkini Norður­ bryggjuni í Keypmannahavn í summar eydnaðust sera væl. Tað hevur eggjað stýris­bólkinum, sum telur tey somu sum í fjør, longu at fara undir at skipa fyri ólavsøkutiltøkunum í 2006. Tað ræður um at halda á við teimum væleydnaðu tiltøkunum, sum ólav­søku­ gestirnir kenna aftur, og samstundis fara undir nýggj tiltøk, sum birta vón um aftur eina ólavsøku ríka upp á upplivilsir og góð minnir. Nakað av tí fyrsta, vit hava samtykt í bólkinum, er at skipa fyri eini plakat­ kapping á sama hátt sum í fjør. Treytirnar kunna síggj­ast á heimasíðini hjá Før­­oyahúsinum www. faroehouse.dk. Vit heita á tey, sum hava hug at vera við í kappingini, um at hvessa sær pennin nú og royna sítt besta til tess at vinna og gleða tey mongu, sum fara at síggja plakatina. Eisini á næstu ólavsøku fara vit at skipa fyri einum hópi av tiltøkum, sum fara fram báðar dagarnar. Ja, upp­aftur fleiri tiltøkum enn á farnu ólavsøku. Vit hava longu samband við onkran av teimum, sum vóru á palli í summar og Vit leita eftir fleiri tónleikarum og entertainarum. Hetta verður gjørt, so at tey mongu, sum hava fingið sær til vana, ár eftir ár, at vitja út á Bryggjuna í Keypmannahavn til hesi tiltøkini, ikki skula fara tóm­ hent heimaftur. Sjálvandi hava vit eisini hugsað um børnini. Har verð­ur millum mangt annað skattajakt og anlitsmáling og eisini okkurt góðgæti at keypa. Og soleiðis verða eisini stundir hjá teimum tilkomnu at hitta vinir og skyldfólk, sum tey kanska ikki hava sæð leingi. Jú, ólav­søkuhaldið á Brygguni er vorðið ein miðdepil, har fólk eru farin at hittast. Gom­ul vinarbond verða end­ urnýggjað og nýggj vinar­ bond verða knýtt. Eitt nýtt tiltak á ólavsøkuni vóru nakrar búðir, har virkir høvdu møguleikan at vísa fram teirra framleiðslu. Til­ takið varð væl fagnað, og vit hava fingið fyrispurning um fleiri búðir. Hetta arbeiða vit sjálvandi við. Tiltakið rímar eisini væl við endamálinum við ólavsøkuhaldinum, nevn­ liga at gloppa eitt vindeyga út í heimin og vísa hvat før­ oyingar eisini takast við. So hvørt vit fáa avtalur í lag, fara vit sjálvandi at greiða frá okkara ætlan, og hvussu gongst at leggja ólavsøkuna 2006 til rættis. - Jú, bíða mær eitt sindur. Nú ein dagin sat eg í Nyhavn og fegnaðist um tað sjáldsama góða veðrið, vit hava havt í heyst í Keypmannahavn. Hitin var eini 17 - 18 stig. Eg hevði akkurát sett meg, tá eg hoyrdi ein við grannaborðið taka til: “Oh, sikkent vidunderligt vejr og sikkent vidunderligt sted”. “Ja, og så skulle du have været her i sommers, sidst i juli. Jeg og Åse sad her ved midnatstid”, svaraði hin.”Pludselig blev himlen oplyst af et overvældende lyshav i alle regnbuens farv­ er. Den ene raket efter den anden illuminerede natte­ himlen. Det var et betagende syn, som stod på i nærved en halv time.” “ Hvad var anledningen?” “Jeg er ikke helt sikker. Nogle af de mange mennesker, der var samlet her i Nyhavn den aften sagde, at det var færingerne, der fejrede deres nationaldag. Festligt så det ihvertfald ud.” So fóru teir. Eg hoyrdi ikki meira av prát­­in­um teirra millum. - Jú, ein kann vi hesum siga, at ólavsøkuhaldið á Norð­ur­b­ryggjuni hevur gjørt vart við seg sum eitt áhuga­­vert tiltak millum tey mongu fjølbroyttu tiltøkini, sum Keypmannahavn kann bjóða sínum fólki og teimum nógvu ferðagestunum á hes­ um leiðum. Hjartasuff Ólavsøkan 2006