mánadagur 28. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
11
Jan Christiansen
býráðslimur
Løgtingið vil geva ein skatta
lætta komandi ár, men á
býráðsfundinum hóskvøldið
tók meirilutin hendan skatta
lættan frá borgarunum í
Tórshavnar kommunu. Til
viðgerðar var fíggjarætlanin
fyri Tórshavnar Kommunu
fyri 2006, og sjálvt um komm
unan ongantíð fyrr hevur
verið so væl fyri fíggjarliga,
vildu javnaðar- og tjóveldis
umboðini í býráðnum kort
ini, at skattaprosentið í høv
uðsstaðnum skuldi hækka
við einum prosenti. Vit í
minnilutanum - Fólkaflokk
urin og Sambandsflokkurin
- vildu varðveita verandi
skattaprosent. Vit halda, at
játtaði skattalættin veruliga
skal verða ein skattalætti hjá
okkum øllum. Men meirilutin
ræður, so nú er bara at gjalda
skattalættan upp á 22 mió.
kr. í kommunukassan heldur
enn í landskassan.
Minnilutin
vísti
á,
hvussu væl kommunan nú
er fyri fíggjarliga, m. a. tí
at undanfarna býráð legði
alla orku í at fáa tyngjandi
skuldina burtur. Vit vístu
á, at í undanfarna valskeiði
vóru ikki minni enn 220
mió. kr. goldnar niður av
kommunuskuldini, svarandi
til 55 mió. kr. um árið. Vit
vístu á, at tá býráðið, ið sat
undan hesum, megnaði at
stýra býnum væl og virði
liga, og harumframt klár
aði at gjalda 55 mió. kr.
niður av skuld um árið, so
burdi ikki verði neyðugt at
hækka skattin við at taka
góðar 20 mió. kr. afturat
frá borgarunum. Lat meg í
hesum sambandi vísa á, at
komandi ár er bert neyðugt
hjá kommununi at gjalda 3,7
mió. kr. í rentum og avdrøg
um, tí skuldin er goldin!
Eisini vísti minnilutin á, at
kommunan nú fær afturgoldið
22 mió. kr. úr kommunala
veðhaldsgrunninum, og at
hesin peningur sjálvsagt
skal inntøkuførast og koma
fólkinum tilgóðar. Tað bleiv
jú álagt borgarunum at
gjalda eitt eyka skattprosent
til hendan veðhaldsgrunn frá
1994 til 1997, so nú, tá nakað
av hesum peningi verður
afturgoldin, er einki meira
náturligt enn at borgarin
fær tað aftur, ið hann hevur
goldið ov nógv.
Uppskotið og grund-
gevingarnar frá
minnilutanum:
• Jan Christiansen, Høgni
Mikkelsen, Sjúrður Olsen,
Beate L. Samuelsen, Bjarti
Mohr og Inga Dahl vísa á,
at nú skattainntøkan er mett
at hækka, og skuldin mest
sum er goldin, og kommun
an fær afturrindað nóvnan
pening úr kommunala
veðhaldsgrunninum, eiga
hesir faktorar at koma
borgarunum í Tórshavnar
kommunu til góðar. Hetta
kann gerast við ikki at
hækka verandi skattapro
sent á 18,75% og við at
varðveita verandi barna
frádrátt á 5000 kr.
• Við hesum grundgevingum
mælir minnilutin til at
taka undir við hesum broy
tingum:
At afturrindan úr kommu
nala veðhaldsgrunninum
verður inntøkuførd við kr.
22.000.000 kr., at lækka
íløgurnar við 1.777.000
kr. til 96.223.000 kr. og
at áseta skattaprosentið til
18,75 og barnadráttin til
5000kr.
Oyðari kemur aftan á
spararan
Eg kenni ongan, ið heldur
seg hava ov nógv, men ein
sannroynd er, at hevur tú nógv
at rutta við, so situr tú leysari
á krónunum. Tí er ógvuliga
umráðandi hjá okkum fólka
valdu at krevja sum minst
inn í skatti. Hevur komm
unan eina ógvuliga tronga
fíggjarætlan at arbeiða við,
verða býráðslimir verðuliga
noyddir at fáa sum mest úr
hvørjari skattakrónu; og tað
er væl tað borgarin hevur
krav uppá.
Vit, ið sótu í meirilutanum
seinasta valskeið høvdu val
orðið: »Meira fyri hvørja
krónu«. Verandi meiriluti
tykist hava broytt hetta val
orð til: »Fleiri krónur fyri
sama arbeiði«.
Álvur Danielsen
Tað verður nógv tjakast
um sambandið millum
Tórshavn og Eysturoynna
í hesum døgum. Undirsjóv
artunnilin, sum nú sýnist
at verða veruleiki innan
alt ov nógv ár, hevur sett
dik á hetta tjakið. Flest øll
okkara munnu eisini gleð
ast um, at so skal verða?
Sjálvur gleðist eg eisini
í so máta. Samstundis
kann eg bert hugleiða
um, hvussu trupul og
drúgvur túrurin norður á
Oyrarbakka kundi verða,
tá eg sjálvur var smá
drongur. Vegasambandið
var so sum so - haldi meg
hóma, at eg var borin tað
eina strekkið fyri síðan at
koma í annan bil. Seinni
»Oggjarleiðir« og yvir
um sjálvt Sundalagið
komu vit til tíðir við róð
rarbáti ella »Sigmundi«
(tí hjá Jóan Peturi
Andreassen ), seinni við
»Sundaferguni«. So kom
brúgvin í 1973 og í 1976
kom Norðskálatunnilin.
Tá mundu fleiri halda, at
her var komið á mál. Nú
gjørdist ikki meira.
Tey sum eru enn eldri
settu álitið á apostlarnar,
nógv minnast enn »Trónd«
ella »Streym« — nøkur
heilt fá enntá mjólkarbátin
»Ruth«, sum var fyrsta
veruliga lopfjølin frá
skytstíðini til tað útbygda
samferðslusamfelagið, vit
kenna í dag. Alt hetta upp
á minni enn 100 ár.
Sum sagt, øll munnu
gleðast um hetta, og so
skal tað eisini verða. Inni
á Eysturoynni gongur
tjakið lívliga fyri seg, og
ætlanirnar eru nógvar.
Ein tunnil, tveir tunnlar,
rundkoyring/ar, ringvegur/
ir o. s. f. Okkurt er ávegis,
annað á papírinum og
sumt bert í hugaheiminum
— enn.
Her í Tórshavn hoyrist
ikki so nógv frá teimum,
sum valda í býráðnum.
Eingin klár útmelding, at
býurin er fyrireikaður ella
verður tað. Hetta at taka
ímóti tí nógvu ferðsluni,
sum tá verður. Eitt er víst,
at okkurt skal gerast fyri
at svølgja tað til ta tíð øktu
ferðsluna. Longu komandi
ár verður »Norðoyatunn
ilin« liðugur. Býurin
veksur jú eisini og tað
gevur í sjálvum sær fleiri
avbjóðingar.
Vónandi hevur høvuðs
staðurin aðrar ætlanir
enn bert at gera eitt stórt
parkeringspláss uppi í
Hoyvík, og só kunnu tey
vitjandi stilla bilin - ganga
ella taka býbussin oman í
SMS ella gongugøturnar.
Kenni eg Heðin rætt, bjóðar
hann øllum vælkomnum.
Men hvussu?
PS: Vænti annars ikki
sjálvur at verða fyri, tá tað
ógvusliga bilatalið søkir til
Havnar, tá ið eg ikki havi
nakað koyrikort sjálvur.
Dumpaði nevniliga í før
oyskum uppi á fyrrverandi
Bileftirlitinum. Jú, ein
rættartrygd og onnur
ella mangul upp á sama.
Kanska borgarstjórin,
Heðin Mortensen setur
álitið á Akstovuna, sum
tað nú kallast.
Har fór skattalættin
Javnaðar- og Tjóveldisflokkurin forkomu okkum skattalættan í Tórshavna Kommunu
Undirsjóvartunnil
millum Tórshavn
og Eysturoynna
Hvat sigur Tórshavnar Kommuna
ella havnaborgarar?
VIÐMERKINGAR
Nú aftur ein nýggj og stór
verkætlan er í umbúna á
samferðsluøkinum er neyð
ugt, at vit hesaferð fyrst
hugsa um ferðslutrygdina.
Í seinasta enda kemur
ferðslutrygdin at hava
ávirkan á kostnaðin í
mun til nyttuna. Tí er tað
óðamannaverk at leggja
enn eina landsferðsluæðr
gjøgnum fleiri bygdir
Rúna Sivertsen
Formaður
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Ferðslutrygdin varð als
ikki tikin við í framløguni
um Skálafjarðartunlarnar á
fundinum á Svangaskarði í
seinastu viku.
Tað er skelkandi, tí tað
sigur eitt sindur um hugburð
in tey, sum taka avgerðir í
Føroyum hava, tá um ferðslu
trygd ræður.
Og júst hugburðurin, vit
hava til ferðslutrygdina, er
helst orsøkin til, at vit missa
nógv fleiri lív í ferðsluni enn
grannalond okkara.
Vit kunnu ikki góðtaka
ferðsluvanlukkur sum ein
neyðuga fylgju av ferðsl
uni.
Ferðslutrygdin í hásætið
At fólk framhaldandi fara
at gera mistøk í ferðsluni,
sleppa vit neyvan undan.
Men vit hava skyldu at laga
viðurskiftini soleiðis, at fólk
ikki doyggja ella fáa varandi
mein av ferðsluvanlukkum
Í álitinum um Nullhugsjón
ina verður víst á, at ferðslu
skaðar kosta føroyska sam
felagnum slakar 200 milli
ónir krónur árliga.
Skulu vit tosa um nyttu og
kostnað, verða vit noydd at
taka hesi tøl í álvara.
At stigtakararnir til verk
ætlanina um Skálafjarðar
tunlarnar hugsa um nyttu
og kostnað er sjálvsagt.
Men frá politiskari síðu
má og skal trygdin og trivn
aðurin í framtíðini raðfestast
fremst í øllum, sum hevur
við ferðslu at gera.
Landsverk hevur sum er,
stórar trupulleikar av, at
landsferðsluæðrar ganga
ígjøgnum bygt økir.
Bæði til Ferðslutrygd og
Landsverk fáa gjøgnum ár
og dag nógvar áheitanir frá
borgarum í teimum bygdum,
sum liggja við hesar vegir,
um at seta tiltøk í verk, so
ferðin fer niður.
Tað er óðamannaverk at
leggja eitt so stórt ferðslu
trýst eftir einum vegi, sum
gongur gjøgnum fleiri bygd
ir, heilt frá Søldarfirði til
Runavíkar.
Alt hetta má politiski mynd
ugleikin hava í huga, tá gerast
skal av, hvør veglegging
skal veljast í samband við
ætlanina um tunlarnar mill
um Skálafjørðin og høvuðs
staðin.
Hugsið fyrst um ferðslutrygdina
Rætting til rokning fyri
haldaragjald
Í rokningini fyri haldaragjald, ið varð send við postinum
24. november, er tíverri ein feilur komin í.
Har stendur, at rokningin er fyri 01-10-05/31-12-
05.
Tað rætta er sjálvandi 01-01-06/31-03-06.
Gjaldsfreistin, sum stendur niðast á inngjaldskortinum,
er røtt, 31.12.2005
Vinarliga
Sosialurin
Lesið
- so eru tit við