mánadagur 28. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 228 - 28. november 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Øllum tykkum, sum gjørdu mær 80 ára
dagin minniligan við vitjanum, gávum,
blómum, fjarritum og heilsanum, sendi eg
eina hjartans tøkk.
Sámal Jákup Petersen
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gleddu
meg á 65 ára føðingardegnum 22. oktober.
Gud signi tykkum.
Herluf Gaard Joensen
Minninum um
Ingálv av Reyni
kannað
Sjá sólin nú í eystri roðar sæl,
og veturin í stillum bráðnar burtur.
Nú vakna ljóð av fuglum. Smáar urtir
í búnum brósti. Myndin spretta skal.
Og dreymurin var altíð tann, sum var
so guddómlig ein mynd av dygdar sjónum.
Sum altíð kundu líta móti vónum
og lívið livað spurdi ei um svar.
Nú búnast allar myndir sum tú sást.
Um enn tær tókti eygu grótu frost,
so stendur alt í ljósum blóma eftir.
Eg komi við eitt brá av tíni tíð.
Tú farin er, men eydnan er tær blíð.
Og fagrast eru firvalda palettir.
27. 11. 05
Christian Ólason
Farna leygardag andaðist Anna hjá
Óla Olsen á Dalinum, ella seinni
Anna hjá Svend Joensen, morbróður,
sála, 81 ára gomul aftan á drúgva og
móti endanum svára sjúkralegu.
Anna var úr góðum bergi brotin,
dóttir navnframa bátsformannin
Óla Olsen á Dalinum í Uppsølum
í Klaksvík og Marin Elisabeth
Joensen úr Miðstovuni á Syðradali
í Kalsoynni.
Systkini vóru 8 í tali, og hava fleiri
teirra gjørt vart við seg í bygdar- og
samfelagshøpi, eitt nú var Poul Jacob
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
í mong Harrans ár umframt eisini í
bygdarráðnum. Arnold, bróðir, var
tiltikin skipstimbrari, og Mourits í
eitt mannaminni á sýsluskrivstovuni,
umframt at Sofus, sum andaðist fyrr
í heyst, hevði verið skipari á Pride.
Mær kunnugt er bert tann yngsti
bróðirin, Jacob, eftir á lívi.
Anna giftist Svend, mórbróður,
í 1952. Tey bygdu á Uppsalareiði
við Nýggjaveg undir liðini á hinum
systkjum Onnu, Poul Jacob, Arnoldi
og Sofusi. Svend og Anna fyri børnini
trý: Rudolf, Hallgerð og Eyðbjørg,
sum eisini er guddóttir mín.
Meðan børnini vóru smá og vuksu
upp, var Anna mest sum burturav
heima at passa mann og børn, men
tað mundi heldur ikki bara vera sum
at siga tað, síðani Svend hevði slíkt
arbeiði, sum kravdi hann til taks all
an sólarkringin, gerandis so væl sum
heilagt.
Nú var eg av ávísum ávum ser
liga knýttur at Svend, og tað kom
meira enn einaferð fyri, at eg kom
at vera hjá teimum til fosturs í stytri
og longri tíðarbil, og tað má eg siga,
at stillførari og tryggari umstøður
havi eg neyvan kent í uppvøkstr
inum. Reint, nossligt og friðsælt
umhvørvi, og so var Anna við sínum
fyrikomandi og stillføra lyndi ein so
frálíka góður lurtari og eygleiðari
fyri ein unglinga í viðkvomum
aldri.
Hálvvaksin fór eg so til skips og
síðani í lestrarørindum av bygdini
at kalla fyri vell, men tá morbróðir
fekk egna vinnufyritøku, samstundis
sum børnini vóru vorðin vaksin, fór
Anna út at arbeiða hjá honum og
stuðlaði væl upp undir virksemið.
Nú eru umsíðir nøkur ár liðin,
síðani Svend andaðist, og hóast vit
høvdu unnað Onnu nógv góð ár
afturat saman við sínum børnum
og ommubørnum, fór heilsan skjótt
at bila.
Saknur verður í Onnu, serliga hjá
hennara allarnærmastu, men eis
ini vit onnur fara at goyma hana í
minninum sum hana, sum í sínum
stillføri og lítillætni kortini var til
taks á røttum stað og í tøkum tíma
við síni róligu og fjálgandi hond.
Hvíl í friði, góða Anna.
Heilsan
Eyðun
Onnu Joensen
í Klaksvík til minnis
Bæði Toll- og Skatt
stova Føroya og
Lønardeildin í
Fíggjarmálaráðnum
hava fingið nýggjar
stjórar, teir eru
Arnold Hjelm Nielsen
og Snorri Fjallsbak
Tvey nýggj andlit verða
at síggja í leiðslunum hjá
ávikavist Toll- og Skattastovu
Føroya og á Lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum.
Á Toll- og Skattstovu
Føroya er Arnold Hjelm
Nielsen settur í starv sum
stjóri. Hann tekur við eftir
Óla Heinesen, ið hevur verið
stjóri har síðani 1998.
Arnold Hjelm Nielsen er
41 ára gamal og útbúgvin
verkfrøðingur. Seinastu
tvey árini hevur hann ver
ið varastjóri á Toll- og
Skattstovuni, og hann hev
ur m.a. leiðsluroyndir frá
svensku
telefyritøkuni
Ericsson í Noreg.
Á Lønardeildini í Fíggjar
málaráðnum er Snorri Fjall
sbak settur sum stjóri. Hann
tekur við starvinum eftir
Duritu Tausen, ið hevur verið
settur stjóri, síðani Thomas
Magnussen fór úr starvinum
1. mars 2005.
Snorri Fjallsbak er 56 ára
gamal og útbúgvin cand.
scient. Hann hevur starvast
sum fulltrúi á Lønardeildini
í 4 ár. Frammanundan var
Snorri Fjallsbak lærari á
studentaskúlanum í Hoy
dølum í 23 ár, eitt skifti
umsitingarleiðari og eitt
skifti rektari. Í 4 ár var
hann formaður í Yrkisfelag
Studentaskúla- og HF-lær
ara.
Tveir nýggir stjórar
Snorri Fjallsbak
Arnold Hjelm Nielsen
Tíðindaskriv
Leygardagin 19. november
tóku Hendrik A. Olsen,
Árnafjørður, og Steinmund
Klakstein, Klaksvík, prógv
sum kavarar á kavaraskúl
anum Faroe Dive í Klaksvík.
Teir hava staðið bæði skriv
ligar og teoretiskar royndir
innan kaving.
Hendrik og Steinmund
tikið kavaraprógv
Hendrik A. Olsen (v.m.) og
Steinmund Klakstein eftir
seinasta kavið á skeiðnum