mánadagur 28. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anna Joensen, Klakvík,
vanliga nevnd Anna á
Dalinum, andaðist á
Norðoya røktarheimi
26. nov., 81 ára gomul.
Kistan fer úr kapelinum
mánakvøldið klokkan
19. Jarðarferðin verður
úr Christianskirkjuni
týsdagin klokkan 13.
Ingávlur av Reyni,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 26. nov., 84
ára gamal. Jarðarferðin
verður
kunngjørd
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 19. nov
ember var móttøka í
nýggja undirhúsinum
»Undirhús Torvalds
Kaffi« í Norðragøtu,
sum er uppkallað
eftir Torvaldi Joensen,
sum áður skipaði
fyri hugnaligum
kaffiløtum í flaka
virkinum Harenga
Móttøka
Myndir: Jonhard Hammer
Nýtt undirhús var tikið í
nýtslu í Norðragøtu sein
asta leygardag. Talan er
um »Undirhús Torvalds
Kaffi«, sum tilhaldsstaðið
nevnist. Navnið kemur av
at ta tíðina gøtumaðurin
Torvald Joensen arbeiddi
á flakavirkinum Harenga,
skipaði hann so fyri, at
menn hvønn sunnumorgun
kundu koma at at fáa sær
ein kaffimunn. Hetta tiltakið
varð rópt Torvalds Kafé.
Tað var eisini Torvald, sum
avdúkaði navnið á nýggja
undirhúsinum.
Undir móttøkuni beyð ein
av stigtakarunum, Martin
Juul Jarnskor, øllum at vera
vælkomin í hugnaligu
hølini. Onnur sum
hildu
røðu
vóru
borgarstjórin í Gøtu,
Páll Isholm, og Oli
Jacobsen, sum eisini
handaði eina gávu til
undirhúsið frá Føroya
Fiskimannafelag.
»Undirhús Torvalds
Kaffi«
er
eitt
hugnaligt stað niðri á
bryggjuni í Norðragøtu
við nýístandsettum
hølum við t.d. gomlum
myndum av ymiskum,
sum hevur gingið fyri
seg í Gøtu gjøgnum
tíðirnar.
Eftir at hava verið í starvs
venjing á Sosialinum í tvær
vikur, vilja vit takka tykkum
fyri ta sera áhugaverdu, læru
ríku og ikki minst stuttligu
tíðina, vit hava havt saman.
Tit hava verið sera fitt
og tolin við okkum - og tað
krevst, hehe… Eisini var stutt
ligt at hoyra tykkum kjakast
um B36 og HB og allar tær
láturligu søgurnar, tit koma
við - mangar góðar løtur.
Møguliga hoppa vit inn á
gólvið onkran dagin.
Kærar heilsur
Barbara Tausen
og Lena R. Guttesen
Starvsvenjing:
Takk fyri okkum
Barbara Tausen og Lena R. Guttesen frá 10. flokki Eysturskúlanum vóru í starvsvenjing á Sosialinum
í viku 46 og 47
Mynd: Jens Kristian Vang
Undirhús Torvalds Kaffi:
Nýtt undirhús í Gøtu
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at kæri maður mín, pápi, verfaðir, abbi
og langabbi okkara
Ingálvur av Reyni
andaðist leygardagin 26. november, 84 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
týskvøldið kl. 19.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Elsa
Kári, Gunnvør, Heri, Eyðun, Àrni, Ása og Inga
Tey, ið vilja minnast Ingálv, kunnu lata Zarepta eina gávu.
Dagurin í morgin
29. november. Saturninus. Fleiri halgimenni við hesum
navni eru knýttir at degnum, men helst halda teir talan
vera um fyrsta kristna biskupin í Toulouse í Fraklandi,
sum varð tikin av døgum um ár 257.
Á grøv hansara er umleið ár 1100 bygd prýðilig kirkja,
sum í miðøld var nógv vitjað av pílagrímum.
- Torvald Kaffi í Gøtu