Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 228 - 28. november 2005 UTTAN ÚR HEIMI Dýrt skemt Ein 20 ára gamal svii hugsaði seg ikki nóg væl um, tá hann leygardagin fór til eitt av starvsfólkunum í einum ferðamannaflogfari og segði, at ein vinmaður hansara hevði eina bumbu hjá sær í flogfarinum. Flogfarið var á veg úr Stockholm til Spania, og flogskiparin boðaði alt fyri eitt myndugleikunum á flogvøllinum frá tí, sum tann svenski ferða­ mað­urin hevði sagt. Tí vóru trygdarmenn, løg­­ reglumenn og sløkki­liðs­ menn á flogvøllinum, tá flogfarið kom, og so skjótt tað hevði sett seg, lupu trygdarmenn og løg­ reglumenn inn í flog­farið, har teir handtóku svian og vinmann hansara. Tað vísti seg, at eing­ in bumba var í flog­far­in­ um, men sponsku mynd­ ugleikarnir siga, at málið verður kortini viðgjørt eum eitt yvirgangsmál. Tann 20 ára gamli sviin er fyribils varðhaldsfongslaður. Verð­ur hann skuldsettur sam­bært sponsku yvir­ gangslógini, kann hann fáa upp í 25 ára fongsul, skrivar Aftonbladet. Veturin kom.... Nógvastaðni í Evropa fingu tey tann fyrsta kav­ an um vikuskiftið, og kuldin hevur eisini kravt tey fyrstu mannalívini. Í franska býnum Calais funnu løgreglumenn lík­ið av einum 58 ára goml­um manni. Hann var heim­ leysur og hevði lagt seg at sova í einum bilskúri, nú tað var vorðið so kalt. Í Bruxelles í Belgia var eisini kalt, og har bleiv ein maður funnin deyður í kulda uttan fyri eina kirkju. Í Týsklandi var kavarok nógvastaðni, og eitt skifti høvdu 250.000 fólk í landspartinum Nordhrein- Westfalen ongan streym, so myndugleikarnir noydd­ ust at senda boð eftir ljós­ motorum til sjúkrahús, ellisheim og eldraíbúðir. Kavin órógvaði eisini ferðsl­una nógv í Týsk­ landi, Fraklandi, Belgia og Bretlandi. So langt suð­uri sum í franska lands­ partinum Provence órógv­ aði kavin ferðsluna. Harðari kós Nógv bendir á, at nývaldi forsetin í Sri Lanka, Mahinda Rajapakse, fer at reka eina meiri harðrenda kós ímóti teimum tamilsku loysingarmonnunum, sum krevja, at tann norðari part­ urin av landinum skal fáa sjálvsstýri. Í einari røðu leygardagin segði forsetin, at hann fer ikki at góðtaka, at børn verða brúkt sum hermenn, og at stjórn hansara fer ikki at samráðast við nak­r­an, sum ikki virðir al­tjóða mannarættindini. Eygleiðarar siga, at hetta var ein beinleiðis ávaring til tamilarnar, sum verða lagdir undir at brúka børn sum hermenn. Tann nývaldi forsetin hev­ur sagt, at hann er til reiðar at tosa við ta­mil­ar­ nar, men at talan verður ikki um tamilskt sjálvstýri. Í røðuni leygardagin segði hann, at stríðið við tamilarnar kann loysast, men at tað skal loysast inn­ an fyri ríkiseindina, sum hann tók til. Teir tamilsku velj­ar­ar­ nir tóku ikki lut í for­seta­ valinum. Leiðslan teirra hevði rátt teimum frá at fara á val, og bara nakrir fáir settu seg upp ímóti áheitanini, skrivar AP úr Colombo. Hvussu gamal er Mánin? Vísindafólk eru á einum máli um, at okkara sól­ skip­an er umleið 4,6 milli­ardir ára gomul, men vísindafólk hava leingi ver­ ið í iva um, hvussu gamal okkara Máni er. Vísindafólk halda, at Mánin er úrslitið av ein­ um samanstoyti ímill­um Jørðina og ein stóran rúmdarstein, men tey hava verið í iva um, nær tað hendi. Nú hava sveisiskir, týskir og bretskir gransk­ arar kannað tilfar, sum ameri­kanarar hava tikið á Mánanum, og teir halda seg hava funnið svarið. Í einari grein skriva gransk­ararnir, at saman­ stoyturin ímillum Jørðina og tann stóra rúmdarsteinin var umleið 30 milliónir ár, eftir at okkara sólskipan var til. Teir hava eisini roknað seg fram til, at tað gingu umleið 20 milliónir ár, til Mánin fekk tað skap, sum hann hevur nú. Tá sólin rísur í Singapore fríggja­ morgunin, verður avstraliumaðurin Nguyen Tuong Van avrættaður, tí hann hevði 400 gram av rúsevni uppi á sær Deyðadómur Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein dagin fyri trimum árum síðani varð tann tá 22 ára gamli avstraliumaðurin Nguyen Tuong Van tikin í Singapore. Løgreglan av­­dúk­ aði, at hann hevði 400 gram av rúsevninum heroin uppi á sær, og í rættinum var eingin bøn. Nguyen bleiv dømdur til deyða. Mitt í hesari vikuni fer bøð­ ilin inn í klivan hjá Nguyen at vita, hvussu nógv hann vigar, og hvussu stórur hann er, tí tað má bøðilin vita, áðrenn hann tekur støðu til, hvussu sterkt og hvussu langt togið í gálganum skal vera. Tá sólin so rísur í Singapore fríggjamorgunin, verður fangi nummar 856 leiddur úr klivanum og yvir til gálgan. Løtu seinni verður tann 25 ára gamli avstraliumaðurin tikin av døgum. Tey seinastu orðini, sum hann hoyrir bøð­ ilin siga, eru ”Eg skal hjálpa tær til eitt betri stað enn hetta. Guð vælsigni teg.” Í síðstu viku vóru skyld­ fólkini hjá Nguyen í Singa­ pore og søgdu honum farvæl. Tey sluppu kortini ikki at taka í hondina á honum, sum myndugleikarnir høvdu sett ein glasvegg ímillum teirra. Í Avstralia hava fólk kravt, at landsins myndugleikar skulu krevja deyðadómin hjá Nguyen broyttan. Tað sama hevur avstralska kirkj­­an gjørt, og Am­nesty Inter­­natio­nal hevur eisini bið­ið myndugleikarnar í Singa­pore ógilda deyða­ dómin. Avstralska stjórnin hevur tikið málið upp fleiri ferðir tey seinastu árini, og tað skuldi hon aftur gera á einum fundi í bretska ríkis­ felagsskapinum í gjár. Avstralska blaðið Sid­ ney Morning Herald fýl­ist á, at John Howard, for­sæt­ is­ráðharri, ætlar sær at hyggja at einum cricket- dysti júst um tað mundið, tá Nguyen verður avrættaður fríggjamorgunin. Men for­ sæt­is­ráð­harrin vísir at­finn­ ingunum aftur. - Arbeiði mítt umfatar so mong øki. Tað er ikki eg, sum havi gjørt av, at hann skal avrættast fríggjamorgunin, og eg haldi ikki, at tað av­stralska fólkið fær ilt av, at eg fari at hyggja at cricket-dystinum, segði John Howard sunnudagin. Myndugleikarnir í Danmark, Noregi og Svøríki hava av­dúkað eitt kinesiskt smuglakakervi, sum hevur smuglað nógv børn úr Kina til Norðurlond Barnasmugling Árni Joensen fartekst@mail.dk Herfyri avdúkaði danska løg­reglan eini kinesisk hjún, sum høvdu tikið trý kinesisk børn úr einari flóttafólkalegu á Sælandi, og avdúkingar í Noregi og Svøríki vísa nú, at talan er um eitt væl skipað kervi, sum hevur smuglað umleið 150 børn úr Kina til Norðurlond. Í Danmark siga mynd­ ug­leik­­arnir, at har eru um­ leið 30 kinesisk børn og ung­fólk horvin, í Noregi sóknast løgreglan eftir fleiri kinesiskum børnum, og svenska løgreglan sigur, at har eru umleið 90 kinesisk børn og ungfólk horvin. Løgreglan í Stockholm hevur tikið tveir kinesarar, ein mann og eina kvinnu, og tey eru nú varðhaldsfongslað og skuldsett fyri grova manna­smugling. Í íbúðini hjá teimum fann løgreglan væl av pengum, og tí verður nú kannað, um talan kanska eisini er um mannahandil, skrivar tíðindastovan TT. Ein annar møguleiki er, at børnini verða rænd, og at smuglararnir selja summi av gøgnum teirra. Kanningarnar higartil hava víst, at tey flestu smuglaðu børnini og ungfólkini eru úr landspørtunum Fujian og Zhejiang har eysturi í Kina. Fríggjadagin verður Nguyn tikin av døgum Umfatandi barnasmugling avdúkað Í lýsingini fríggjadagin verður Nguyen Tuong Van avrættaður Mynd: Reuters Lesið - so eru tit við