mánadagur 28. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
15
Um middagsleitið leygardagin
26. november andaðist Ingálvur
av Reyni, listarmaður, á Lands
sjúkrahúsinum. Hann hevði verið
seingjarliggjandi seinasta mán
aðin, og tríggjar tær seinastu vik
urnar hevði hann verið á sjúkra
húsinum.
Nú Ingálvur er farin, er ein
býarmynd í høvuðsstaðnum burt
ur, Føroyar hava mist sín størsta
listarmann, ein tann størsta tenor
røddin nakrantíð í Føroyum er
tagnað, og føroyingar allir kenna
seg hava mist ein vinsælan og lítil
lætnan landsmann, sum dugdi
so ógvuliga væl at lyfta onnur
upp og fram og sum setti størstu
krøvini til sín sjálvs.
Ingálvur var føddur 18. desemb
er í 1920, og hann var havnar
maður. Foreldrini vóru Christina
og Jens av Reyni. Tey vóru bæði
havnarfólk. Mamma Christinu,
Inga, gjørdist einkja í 1883, tá ið
maður hennara, Jens Pauli, gekk
burtur. Í 1907 bygdi hon á trøðni,
og tá ið hon og døtrarnar fluttu
niðan á trøðna – húsini vóru eitt
sindur niðanfyri har bilstøðin
Auto er - segði hon grannunum
farvæl, tí nú flutti hon so mikið
langt út um býin, at tað kundi ikki
roknast við, at tey fóru at síggjast
so ofta!
Í millumkrígstíðini varð trøðin
stykkjað út. Christina og Jens av
Reyni vóru millum tey, sum bú
settust har, og síðani hevur økið
verið nevnt á Ingutrøð. Tíverri
er hetta heitið ikki varðveitt sum
gøtunavn, men tey, sum eru upp
vaksin har á leið, eru ógvuliga
tilvitað um, at tey eru av Ingu
trøð.
Christina og Jens av Reyni
fingu tríggjar dreingir. Jens Pauli
var føddur í 1913, Sigird í 1916
og Ingálvur í 1920. Teir búsettust
allir í Havnini, og Ingálvur var
tann síðsti, sum fór um sýnina.
Jens Pauli doyði í 1988, og Sigird
doyði í 1994.
Eftir skúlaárini sigldi Ingálvur
eitt sindur við farmaskipi. So fór
hann til Herluf Arnason at læra
bókbinding. Hann hevði hug og
hegni at tekna, og hóast tíðirnar
vóru fátæksligar í tríati árunum,
og hóast vánirnar fyri at hava
møguleika at liva av listini ikki
vóru av teimum bestu, so fór Ing
álvur í november 1938 til Keyp
mannahavnar. Har gekk hann í
fýra ár hjá Bizzie Høyer. Málið
var at sleppa á Kunstakademiið,
og í 1943 gjørdist hann næmingur
har og lærdi fyrst hjá Kræsten
Iversen, professara, og síðani hjá
Akseli Jørgensen, professara.
Í 1989 kom bók út um Ingálv
av Reyni. Hon var dagførd
givin út aftur í 2000. Tey, sum
løgdu til rættis, vóru Amariel
Norðoy, Dorthe Juul Myhre,
Gunnar Hoydal og Jógvan
Isaksen. Gunnar Hoydal lýsir
í stórari grein Ingálv ógvuliga
væl. Í hesi bókini verður nógv
gjørt burturúr, hvussu listarliga
leiðin myndaðist, og nógv av
stóru verkunum hjá Ingálvi eru
endurgivin.
Tá ið kríggið var lokið, leitaði
Ingálvur av Reyni sær í desember
í 1945 heimaftur til Føroya.
Gunnar veit eitt nú at siga, at
Ingálvur onga mynd seldi fyrsta
hálvt annað árið, eftir at hann var
komin aftur til Føroya. Í 1947
hevði hann saman við Elinborg
Lützen og Bent Restorff sína
fyrstu framsýning. Tey seldu
fyri 1500 krónur í part, sum varð
hildið at vera væl. Tá lá ein vanlig
ársløn um sjey túsund krónur.
Gunnar sigur eisini, at Ingálvur
droymdi ongantíð um, at tað
skuldi bera honum til at liva av
at mála. Men soleiðis varð tað
kortini. Ikki minst tí Føroya
Listarfelag varð stovnað, og tí at
bankar og stovnar – ikki minst
stjórin í Føroya Banka Svend
Aage Nonnegaard – løgdu seg
eftir at keypa føroysk listarverk.
12. januar í 1946 giftist Ingá
lvur við Elsu fødd Thomsen og
ættað úr Skemmuni í Porkeri.
Hon hevði lært til sjúkrasystir á
Sundby hospital á Amager undir
krígnum. Nógvu tey fyrru árini
búðu tey í barnaheiminum hjá
Ingálvi á Ingutrøð. Jens av Reyni
var deyður 5. juni í 1948, og
mamma Ingálv, Christina, búði
hjá yngsta soninum, inntil hon
doyði 19. januar í 1981.
Børnini hjá Elsu og Ingálvi
eru: Kári føddur í 1946, Gunnvør
fødd í 1948, tvíburðarnir Eyðun
og Árni føddir í 1951, Ingi føddur
í 1952, Ása fødd í 1955 og Inga
fødd í 1962. Ingi doyði í 2001.
Gunnvør býr í Danmark, og øll
hini búgva í Havnini.
Ingálvur málaði tey fyrstu
árini heima við hús á Ingutrøð. Í
1966 bygdi hann á Lützenstrøð,
og har hevði hann atelier. Í 1974
fluttu Elsa og hann niðan hagar
at búgva.
Ingálvur var trúgvandi maður,
og hesin veruleikin hevði av
gerandi týdning fyri hansara
lív, arbeiði og medferð. Inntil
Ingálvur fylti hálvt hundrað,
var hann sunnudagsskúlalærari
í Ebenezer. Hann hevði hjartað
á rætta staðnum, og sera góðu
evnini at eygleiða og siga frá
komu honum til góða. Hann
hevði eisini serligt hegni at leiða
felagssangin.
Í mong ár var Ingálvur tenorur í
Ebenezerkórinum. Hann sang eis
ini einsamallur, og fyrst í seksti
árunum skipaði William Sloan,
sáli, sum hevði Radio El, fyri
plátuupptøkum. Ingálvur sang
einsamallur á trimum plátum,
og á einari sang hann saman við
Sunnuvu Háberg. Á LP plátuni,
sum Dupultkvartettin í Ebenezer
gav út, var Ingálvur gestasangari,
og eisini Evangeliska Røddin
eigur nógvar upptøkur við Ingálvi
av Reyni. Útvarpið skipaði fyri
fleiri upptøkum. Ofta hevur
Ingálvur upp undir páskir verið
at hoyrt syngja passiussálmarnar
hjá íslendinginum Hallgrimi
Péturssyni. Victor Danielsen
umsetti teir, og Ingálvur sang
einar tíggju teirra inn á band.
Ingálvur luttók á einari ør
grynnu av listarframsýningum.
Bæði í Føroyum og uttanlands og
saman við øðrum og einsamallur.
Í Føroyum mundi ein tann størsta
framsýningin vera 80 ára aftur
lítandi framsýningin, sum hann
hevði í Listarskálanum fyri fimm
árum síðani, og millum stóru fram
sýningarnar uttanlands teljast
afturlítandi framsýningarnar á
Bornholm í 1992 og í Randers
í 1997.
Fyri listarligu avrik síni varð
Ingálvur fleiri ferðir heiðraður.
Millum størstu viðurkenningarnar
vóru Eckersberg medaljan, sum
hann fekk í 1986, og Thorvaldsens
medaljan, sum hann fekk í 2000.
Ingálvur er einasti føroyingurin,
sum hevur fingið hesa seinast
nevndu viðurkenningina, sum
verður roknað at vera tann størsta
í Danmark. Í 2000 fekk Ingálvur
mentunarvirðisløn landsins.
Fyri nøkrum árum síðani ætl
aði Tórshavnar býráð at gera Ing
álv til heiðursborgara. Teir søgdu
Ingálvi frá ætlanini, men Ingálvur
var avgjørdur, tá ið hann bar seg
undan hesum heiðrinum, sum
bara tveir havnarmenn áður hava
fingið. Teir vóru M. C. Restorff
og William Heinesen.
Ingálvur av Reyni fer til gravar
úr Ebenezer mikudagin klokkan
13.
RED.
Ingálvur av Reyni er farin