mánadagur 28. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 228 - 28. november 2005
Hann kendi onga
trongd til at troðka
seg fram, men kortini
var tað so sjálvsagt,
at Ingálvur var í
miðdeplinum, og
at hini lurtaðu eftir
og sótu undir, tá ið
Ingálvur, sum hevði
so nógvar royndir og
dugdi so væl at siga
frá, var millum onnur
AMARIEL UM INGÁLV
Jóannes Hansen
Amariel Norðoy er ein
teirra, sum tey seinastu
mongu árini hevur havt nógv
við Ingálv av Reyni at gera.
Amariel er á veg til Róm, har
hann í desember saman við
konuni fer at halda til í Det
skandinaviske hus. Hann
var í Keypmannahavn, tá ið
hann í vikuskiftinum fekk
deyðsboðini av Ingálvi av
Reyni.
- Tað verður stórt tómrúm
eftir hann og saknur í honum.
Eg fari at minnast Ingálv
sum vinmann, slóðbrótara
og vegleiðara, sigur Amariel
Norðoy, sum var við til at
leggja bókina um Ingálv av
Reyni til rættis, og sum ofta
hevur sýnt fram saman við
Ingálvi, og sum hevur skipað
fyri framsýningum, har Ing
álvur hevur tikið lut.
- Tá ið eg sum unglingi
norðuri í Klaksvík stetlaði
míni fyrstu fet á listarligu
leiðini, var tað stórhending,
at Ingálvur kom norður at
sýna fram. Tá ið Listarskálin
var nýggjur, var eg í Havnini
og hugdi at framsýning, og
tá prátaði eg við Ingálv. Tað
var so typiskt fyri hann, at
eingin var ov ungur og lítil
at práta við. Eg minnist væl
framsýningina í 1970, sum
hann hevði á bókasavninum,
sum tá var í hølunum, ið nú
hýsa sjómansskúlanum í
Klaksvík. Í 1974 skipaðu
vit fyri framsýning í Ósáskúl
anum. Tá var hann saman
við eitt nú Hans Jákup
Glerfoss, Bent Restorff og
Fritjof Joensen, og Olivur
við Neyst og eg og onkrir
aðrir fingu høvi at sýna
fram saman við hesum stóru
listarmonnunum. Tað kendist
at vera heilt fantastiskt, minn
ist Amariel aftur á.
Nær hitti tú hann fyrstu
ferð?
- Eg plagdi onkuntíð at
siga við hann, at tað fyrsta,
sum eg mintist til hansara,
var, tá ið hann saman við
Andrew Sloan, Osvaldi
Kjærbo og Peturi Háberg
hevði barnamøtir í Betesda.
Eg minnist, at vit dreingir
hildu, at hesin maðurin sang
so undarliga! Tá ið vit fluttu
til Havnar at búgva, lærdi eg
hann at kenna. Eg minnist
eina ferðina, eg tókst við
ein málning inni í íbúðini
hjá okkum, at Ingálvur kom
á gátt. Eg var ikki nøgdur
við litin á takinum á kirkjuni
í Mikladali. Tá lærdi hann
meg at blanda serligan reyð
an lit, sum eg síðani havi
nevnt kirkjutakslit. Hann
blandaði hann á einari sváv
uldós. Málningin eigi eg
framvegis.
Miðdepil og íblásari
Amariel gekk á Akademinum
saman við Sigrun Gunn
arsdóttir Niclasen, Olivuri
við Neyst og Eyðuni av
Reyni.
- Ingálvur ferðaðist nógv.
Tá ið hann var í Keypmanna
havn, plagdi hann at vitja
okkum á akademinum.
Hann uppmuntraði meg
at søkja á Akademiið, og
hann var við til at geva mær
listarligt lív. Tað var stórur
íblástur fyri okkum, tá ið
hann vitjaði. Ingálvur var jú
kendur og virdur í listarliga
umhvørvinum í Danmark.
Onkrar
av
lærarunum
hevði hann sjálvur gingið
saman við á akademinum.
Hann vegleiddi okkum,
og tað dugdi hann framúr
væl. Tað var ongantíð við
peikifingrinum á lofti. Held
ur lyfti hann okkum upp.
Tú hevur havt nógv við
hann at gera sum listarmað
ur?
- Vit í hesum høpinum
hava í mong ár kent tað
sum stóran forrætt, at vit
hava havt Ingálv og Janus
Kamban, sum vit framvegis
hava millum okkara. Teir
hava havt so nógv at siga
okkum og at oysa av. Øll
vita, at Ingálvur á ongan
hátt og ongantíð hevur kent
trongd til at føra seg fram.
Men tá ið hann var saman
við okkum, so gjørdist hann
beinanvegin miðdepulin, og
vit savnaðust kring hann.
Hann var jú fínur eygleiðari
og framúr frásøgumaður og
eisini sera skemtingarsamur
og álvarssamur alt í senn.
Hvat heldur tú um hann
sum listarmann?
- Eg hoyrdi Gunnar Hoy
dal siga í Útvarpinum, at
Ingálvur er størsti listar
maðurin, sum vit hava átt,
og eg kann ikki annað enn
í nógvum at vera samdur
við honum. Ingálvur taldist
millum teir stóru úti í heimi.
At hann ikki er meiri víða
kendur, enn hann er, kemst
av, at hann so at siga hevur
staðið í vegin fyri sær sjálv
um. Hann var so at siga
eirindarleysur við seg sjálv
an. Harafturat kunnu vit
siga, at tað var harmuligt,
at hann ikki hevði ein pro
fessionellan manegara, sum
førdi hann fram, og sum tað
nú á døgum verður lagdur so
stórur dentur á. Men eingin
ivi er um, Ingálvur taldist
millum teir størstu. Tað eru
tað eisini mong, sum uttan
fyri landoddarnar taka und
ir við. Eg minnist stóru aft
urlítandi framsýningina,
sum hann hevði í Randers
fyri nøkrum árum síðani.
Sonurin og eg fóru úr Keyp
mannahavn og yvir at síggja
framsýningina. Á veg yvir
steðgaðu vit í Århus, har
vit vitjaðu framsýning hjá
kendum og góðum donskum
málara. Hóast hesin var
góður og kendur málari, so
kendist framsýningin hjá
Ingálvi heilt øðrvísi sterk
og góð. Tað segði eg eisini
við Ingálv.
Og Amariel heldur fram:
- Hann málaði ikki fyri
at fáa vinning burturúr.
Hann leitaði, og hann tráddi
nýggjar leiðir, sum tað
ivaleyst var tungt og torført
at fáa hini at fylgja við inn
á. Men Ingálvur var trúgvur
yvirfyri listini, og tíbetur
eydnaðist tað honum at fáa
onnur við sær.
Tit skipaðu fyri fram
sýningum saman?
- Tað var nakað heilt serligt
at arbeiða saman við honum,
tá ið framsýningar stóðu
fyri durum. Tað kendist
sum sannar høgtíðsløtur
at heingja upp saman við
honum. Hann vegleiddi og
uppmuntraði okkum aðrar,
og samstundis var hann
ikki nøgdur við síni egnu
verk. Eg minnist eina ferð,
vit vóru í Danmark, at hann
gjørdi upp við seg sjálvan, at
ein málningur var ikki nóg
góður, og at hann noyddist
at taka hann heimaftur við at
mála umaftur. Tá so at siga
tók Elsa ræðið av honum.
Talan var um fínan málning,
sum varð seldur, og sum
hevur verið til stóra gleði.
Og Amariel Norðoy hevur
nógv at siga:
- Ingálvur var so fjøl
broyttur. Hann er jú kendur
sum sangari, og honum
dámdi væl tónleik. Serliga
livandi stendur fyri mær ein
fyrrapart, vit í sambandi
við framsýning vóru í Lista
skálanum. Eg haldi, at tað
vóru Olivur, Tórbjørn og eg,
sum sýndu fram. Ívar Iversen
var komin inn á gólvið og so
Ingálvur. Brádliga setti hann
seg við flyglið og spældi
vakurt klassiskt stykki. Tað
var tøgn sum í grøvini, og vit
tóku allir løtuna til okkara.
So reisti hann seg aftur og
helt fyri, at tað var langt síð
ani, at hann hevði spælt hatta
stykkið.
Nær var besta tíðarskeiðið
hjá honum?
- Tað eru tað ivaleyst ymsar
meiningar um. Eg haldi, at
hann helt støðið alla tíðina.
Tak eitt nú málningin, sum
stendur á síðu 177 í bókini
um Ingálv. Hann er málaður
í 2000, og talan er um framúr
listarverk.
Á veg til Róm er skoðs
málið frá Amarieli til vin
mannin og vegleiðaran,
sum nú stendur undir børu,
hetta:
- Ingálvur var tann, sum
hann var. Hann var ektaður,
og hann lýsti av Guds trúnni.
Tað var ikki bara nakað, sum
hann segði. Lívið var avgjørt
í tráð við tað, sum hann segði
seg standa fyri. Hann var
eisini framúr trúgvur. Hann
skrivaði nógv brøv. Eisini til
teirra, sum skrivaðu ummæli
um framsýningarnar hjá
honum. Og altíð var hann
hampiligur. Eisini tá ið hann
kanska hevði kent seg hava
fingið minni gott ummæli.
Hann dugdi so ógvuliga
væl at venda tí, sum hann
vildi siga, á ein positivan
og konstruktivan hátt. Hann
elskaði sína konu og síni
børn, og hann helt nógv
av okkum øllum. Soleiðis
fari eg at minnast Ingálv
av Reyni, sigur Amariel
Norðoy.
Ingálvur var miðdepilin
Tað eru tað ivaleyst ymsar meiningar um, hvar var besta tíðarskeiðið hjá Ingálvi av Reyni sum.
Eg haldi, at hann helt støðið alla tíðina. Tak eitt nú málningin, sum stendur á síðu Amariel
Norðoy
Eg fari at minnast Ingálv
sum vinmann, slóðbrótara og
vegleiðara, sigur Amariel