mánadagur 28. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
17
Landsstýrismaðurin
í mentamálum hevur
nógv góð minni um
Ingálv av Reyni, sum
fyri ikki so langari tíð
síðani segði Jógvani
á Lakjuni, at hann
dagliga mintist til
hansara í bøn
MENTAMÁLARÁÐ
HARRIN UM INGÁLV
Jóannes Hansen
Sunnumorgunin
frætti
Jógvan á Lakjuni, landsstýr
ismaður í mentamálum, at
Ingálvur av Reyni var farin.
Umframt í sínum starvi sum
landss týrismaður at hava við
starvs økið hjá Ingálvi og
við Ingálv sjálvan at gera,
so minnist Jógvan á Lakjuni
Ingálv sum vinmann – bæði
gjøgnum tað sum teir báðir
saman hava verið uppií og í
vinskapi, sum er arvaður frá
undanfarnu ættarliðunum.
- Ingálvur var nakað fyri
seg, og tá er hetta bara sagt
í positivari merking. Tað er
ikki so langt síðani, at hann
í Norðurlandahúsinum segði
við meg, at hann dagliga bað
fyri mær í mínum starvi sum
landss týrismaður í menta
málum. Henda partin av
lívi num hjá honum kenna vit
kanska ikki so nógv til, men
medferðin og atburðurin og
alt tað, sum Ingálvur gjørdi
og segði boðaðu frá, hvuss u
stóran týdning tað hevði fyri
hann, at hann hevði frið við
sín Gud, Skapara og Frelsara,
heldur Jógvan á Lakjuni, sum
sigur seg vera sera fegnan
um, at ein av undanmonnum
hansara, Tórbjørn Jacobsen,
í 2000 handaði Ingálvi av
Reyni, mentanarvirðisløn
landsins.
Jógvan gekk á læraraskúla
í Havnini frá 1972 og fram
til 1977. Hann sang í Ebe
nezerkórinum, og av og á
í hesum tíðarskeiðnum var
Ingálvur í kórinum.
- Eg havi staðið undir lið
ini á Ingálvi og sungið. Tað
var fantastisk uppliving. Tú
kendi teg at vera nógv betri
sangara, enn tú ivaleyst vart.
Ingálvur lyfti allar hinar sang
ararnar upp og fram. Og tað
var eitt av eyðkennunum við
honum. Tá ið tú hevði verið
saman við honum, kendi tú
teg lyftan upp.
Tá ið Jógvan á Lakjuni
hevði fingið deyðsboðini av
Ingálvi, rann honum til hugs
sangurin, sum so ofta er at
hoyra í Útvarpinum, og sum
eitur Mær leingist at síggja
staðin.
- Hetta er ein føroyskur
sangur. Abbi mín, Victor
Danielsen, gjørdi orðini.
Knút Háberg, sum andaðist
fyri nøkrum døgum síðani,
og sum var javngamalur
við Ingálv, gjørdi lagið,
og Ingálvur syrgdi við síni
vøkrum og mergjaðu rødd
fyri, at sangurin so at siga er
vorðin fólkaogn, og at hann
ofta verður nýttur eitt nú í
sambandi við jarðarferðir.
Í øðrum versi yrkti abbi og
syngur Ingálvur: “Eg veit
væl staðurin stendur, Tó
fjaldur enn fyri mær, Mín sál
mót honum sær vendir, Tó
eygað enn ei hann sær”. Og
so heldur hann fram “Men
tá tað, sum nú eg trúgvi, Eg
skal við undran sjá, Tá eg
í tí staðnum búgvi – Hvør
mangan betri tá!”
- Hetta ørindi kom so
greitt fram fyri meg, tá ið
deyðsboðini av Ingálvi bór
ust. Eg hugsaði eisini um
kenda málningin hjá honum
“Tey ganga á vegnum og
bíða”. Heitið hevur hann
tikið úr Prædikarabókini.
Nú er hetta vorðið veruleiki
fyri Ingálv, sigur Jógvan á
Lakjuni, sum sigur seg hava
kent Ingálv alt tað, sum hann
kann minnast.
- Tá ið eg kom til Havnar,
vóru eg og onnur ungfólk
ofta inni hjá teimum. Vit
vóru vinmenn við børnini.
Vinskapurin stavar heilt frá
tíðini hjá pápa Ingálv, Jens
av Reyni. Tað var hann,
sum av fyrstan tíð heitti á
og uppmuntraði abba mín,
Victor Danielsen, um at
fara undir at týða sálmar og
sangir úr útlendskum málum
og til føroyskt. Tí høvdu
teir nógv samskifti, og vin
skapurin og sambandið er
so arvað, greiðir Jógvan á
Lakjuni frá. Hann ynskir at
heilsa Elsu og børnunum og
øllum teirra, nú Ingálvur er
farin.
- Tey hava mist ein góðan
mann og pápa, verpápa
og abba, og Føroyar og
føroyingar hava mist ein
kappa á listarliga økinum.
Ingálvur lyfti okkum øll upp
Í 2000 handaði táverandi landsstýrisma›urin í mentamálum mentanarvirðisløn landsins til Ingálv av Reyni
- Ingálvur var nakað seg,
og tá er hetta bara sagt í
positivari meingin, sigur
Jógvan á Lakjuni millum
annað
Ein av vøkru málningunum hjá Ingálvi av Reyni prýðir nýggja løgtingshúsið