mánadagur 28. november 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 228 - 28. november 2005
Jústinus Eidesgaard
Inni í stovuni heima hjá okkum
hanga tvær blýantstekningar og tær
hava fylgt mær seinastu 25 árini.
Tekningarnar eru tvey portrettir av
abba mínum Jústinus Ejdesgaard í
Oyndarfirði og blýantsstrikurnar
eigur Ingálvur av Reyni, sum dró
andan fyri seinastu ferð nú leygar
dagin, 84 ára gamal.
26. juni 1964 hendi ein stórhend
ing í mínum lívi. Kanska ein av
teimum fyrstu stóru hendingunum.
Hendan dagin fylti abbi mín, sum
eg eri uppkallaður eftir, Jústinus í
Oyndarfirði 80 ár.
Eg minnist ikki serliga dagin,
tí abbi fylti, hann var í mínum
sjey ára gomlu eygum, ein gamal
knarrutur maður, sum slett ikki
hevði tol við børnum. Hann var so
gamal, at hann heldur skuldi verið
langabbi mín og tað komst av tí at
pápi var yngstur av einum stórum
barnaflokki, og abbi riggaði nógv
betur sum abbi hjá teimum elstu
barnabørnunum, og tey eru í seksti
árunum í dag.
Tað stóra við føðingardegnum
hjá abba var alt fólkið hann dróg
til sín. Abbi var ein kendur maður,
átti nógvar vinir og serliga nógvar
í Havn. Hann hevði verið nógv í
Havn og tað komst kanska serliga
nógv av, at hann átti eina stórusystir,
Kristiannu, sum var gift til Havnar
og hon er ættmóðir til ein fittan
part av Mouritsenættini í Havn, tey
í Snikkarastovu.
Skipið hjá Ríkisumboðnum
“Thorshavn” førdi gestirnar norður
og tá var ríkisumboðsmaðurin nak
að heilt guddommiligt. Eg minnist
hann frá eini kongavitjan árið fyri,
og tá bar hann fjarðar í hattinum
og gav hanunum í Oyndarfirði
kapping. Millum fólki, sum vóru
komin norður at heiðra abba vóru
eisini listamenn. Sigmund Petersen
og Ingálvur av Reyni vóru við í
fylginum, og teir vóru vinmenn
hjá abba.
Abba dámdi list og honum
dámdi listafólk. Norðarastovan á
Marknagili í heiminum hjá abba
var fyrsta listasavnið eg sá. Har
hingu tvær myndir av heimkenda
íslendska listamálaranum Jóhannes
Kjarvald. Teir kendust frá yngri
árum av, høvdu verið til skips
saman. Báðar hesar myndir eru til
enn, hanga norðuri í Oyndarfirði,
onnur inni hjá mammu og hin
inni hjá fastur míni, skrivað i hug
anum av Marknagili. Síðan var
ein mynd av Ingálvi av Reyni,
motivið er skonnartin “Karin” í
góðum byrði, abbi førdi hana eitt
stutt skifti. Ein málningur var eis
ini eftir Waagstein, hann hevði
omma á Marknagili fingið, tí hon
hevði tænt hjá J. Waagstein. Hon
snýtti meg og doyði eitt ár áðrenn
eg var føddur og hana minnist
eg tí slett ikki, ikki annað enn av
einum málningi, sum listavinir
abba høvdu málað.
Hvat hava so allar hesar reglur
at gera við at Ingálvur av Reyni
í dag stendur undir børu. Lurtið
nú eftir:
“Vit vóru ikki meira enn komnir
niðan til abba tín, og høvdu fingið
ein bita, so kom tað óróliga lagið á
Sigmund Petersen. Tú visti hvussu
hann var. Hann hevði tráðu við og
nú skuldi hann til at royna nakrar
nýggjar húkar og flugur, og vit
avstað niðan í Vatnsdal. Eg fylgdi
bara við við blokki og blýanti og
hetta var ein so hendinga vakur
túrur mitt um summarið. Oyndfirð
ingar vóru ivasamir um reiðskapin
hjá Sigmundi. Teir vóru vanir við
bambustráðu, húk og maðk. Ikki
veit eg, síl fekk Sigmundur, vit
komu oman aftur í føðingardagin
við stórari teggju.
Ingálvur var ein maður, sum
tosað var um heima hjá okkum.
Abba dámdi so frágera væl máln
ingarháttin hjá Ingálvi, also tann
sum hann nýtti sum yngri. Abbi
kom at uppliva ta sorg, at Ingálvur
gjørdist forstýraður og fór at mála
nakað sum hvørki var fuglur ella
fiskur. Júst um hesa tíðina í fyrru
helvt av sekstiárunum skuldi Ingá
lvur málað ein málning fyri abba.
Abbi átti ein bát, sum kallaðist
“Grøni”. Motivið skuldi verða, at
abbi sat í bátinum, sum fleyt út fyri
neystadráttin. Henda myndin kom í
drag og gjørdist ongantíð veruleiki,
tí nú hevði Ingálvur longu flutt seg
inn á abstrakta lívsvegin og har
vendist ikki aftur.
Nøkur ár seinni og tá havi eg
gingið í realskúla á Strondum, eri eg
staddur í lítla listaskálanum í Havn.
Eg hevði hugt at framsýningini
og gjørt mær mínar metingar eg
sá ógvuliga svart og hvítt tá og
hevði sera avgjørdar meiningar.
Meginpartin av tí sum hekk uppi
dámdi mær slett ikki. Nú heilsar
ein maður høflliga og spyr um eg
eri úr Oyndarfirði, hann hevur
helst sæð, at eg líkist fólkinum.
Tá hann fær at vita, at eg eiti
Jústinus, og eri abbasonur gamla
Jústinus, tá klemmaði hann eyka
fast í hondina.
- Vit høvdu nógvar ríkar andaligar
løtur saman abbi tín og eg. Djúpar
løtur, sigur hann og spyr meg um
ein málning á framsýningini. Eg
svari avgjørdur, at mær dámar slett
ikki og fortelji síðan Ingálvi av
Reyni hvussu list skal framberast,
um mær skal dáma hana. Her var
ongin eyðmýkt at hóma frá míni
síðu
Nú hendir eitt undur í míni lista
fatan. Hesin garvaði listamálarin,
útbúgvin í Danmark og virdur
langt út um landoddarnar tekur
meg burtur úr rúgvuni av fólki
henda dagin og steðgar við hvønn
málning á framsýningini.
“Sær tú, har er nakað, sigur hann
og peikar á ein málning hjá einum
heilt ókendum listamálara. “Har
er okkurt, hasin er ávegis, har fer
okkurt at spyrjast burtur úr.”
Ingálvur vísti mær runt og tá ið
eg fór út aftur var eg sannførdur
um, at tað var “nakað” í hvørjum
einasta málningi eg hevði sæð og
hetta “nakað” hevur fylgt mær
fram til denna dag. Ingálvur gav
mær gávuna at njóta list, ikki við
at leita eftir tí fullkomna, og har alt
lá í skugganum fyri tí fullkomna,
sum enn ikki er málað, men heldur
at leita eftir um “nakað” var at fegn
ast um.
Fyrst í áttatiárunum kom eg
heim aftur til Føroya og fór at
arbeiða sum journalistur. Lista
framsýningar var ein partur av
arbeiðinum, og Ingálvur var ein
partur av listaframsýningum. Ein
dagin eg møti honum sigur hann:
“Tú abbasonur Jústinus í Oynd
arfirði, nú hevði eg ikki eingang
eitt navn, eg teknaði hann einaferð,
vit sótu og drukku kaffi uppi í
cafeterianum hjá Sigmundi. Eg
havi tvær skitsur av honum, ætlanin
var at mála eitt protrett av honum.
Hetta var í 1966, málningurin varð
liðugur, og hann doyði tíverri árið
eftir. Ja, hann var ein ríkur maður
andaliga, vit høvdu tað hugnaligt
samam og serliga andaliga. Tú skal
eiga hesar skitsur, um tú vit hava
tær.
Ingálvur var ein vinsælur maður
og hvussu vinskapurin millum hann
og abba flutti yvir á meg sjálvan,
tá ið eg kom til, er eitt gott dømi
um hetta. Altíð heilsaði hann, tá vit
hittust og altíð var hann við tí góða
og positiva. Eg fór altíð eitt sindur
lættari um hjarta frá honum. Hann
heilsaði upp á øll. Lyfti keppin fyri
hvørjum einasta menniskja. Onkur
helt, at hann gjørdi ov nógv av, ein
kundi ikki vera so fittur við øll. Eg
ivist, tað ber neyvan til at heilsa ov
nógv upp á okkara medmenniskjur.
Tað ber saktans til at heilsa ov lítið.
Eg eigi ongan kepp, men onkuntíð
minnist eg hvussu Ingálvur heilsar
og eg royni at gera sum hann. Slíkir
dagar, tá ið eg smílið til umheimin,
eru munandi ríkari, enn tá eg gangi
og boli niður í vegin, og slett ikki
síggi míni medmenniskju, sum øll
eisini eru skapt í Guðs bílæti.
Gott vinsemi gongur í arv, í dag
standa eftirkomarar hjá Ingálvi á
mínum vinarlista og Ingálvur er á
veg heim í ta fullkomna, sum hann
ongantíð fann her á fold og sum
hann kláraði seg fínt fyri uttan.
Eg gjørdist ongantíð partur av
abstrakta málningaheiminum hjá
Ingálvi. sum serfrøðingur. Havi
ikki rættuliga hugflogið at duga at
seta meg inn í slíka list. Ingálvur
lærdi meg, at eg slett ikki skuldi
seta meg inn í slíka list, bara
njóta litir og formar á sama hátt
sum eg helli høvdið aftur á eina
stjørnuklára nátt og skoðið inn í
ævinleikan ella um eg hyggi út í
Guds náttúru og gloymi formin,
men bert hyggi eftir litunum.
Nú eg eri við at sleppa hesi grein
kemur takksemi fram um allar teir
sangir listamaðurin hevur sungið
meðan hann hevur stríðst við
terpentin og strídna oljumáling.
Sangskattur Ingálvs er eins kærur
fyri nógv og málningalistin, og tá
ein hevur latið so nógv mentaavrik
til onnur, sum Ingálv, sá má tað
vera hugaligt at gerast eingil fyri
handan. Ingálvur gróv ikki sínar
talentir niður og takk fái hann fyri
tað.
Ingálvur lagt keppin
Her er onnur av myndunum, sum Ingálvur av Reyni teknaði av abba mínum, Jústinus Ejdesgaard, í Cafeteria hjá
Sigmundi Petersen í juni mánaða 1966