mánadagur 28. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 28. november 2005
19
Ingálvi av Reyni førdi
føroysku myndlistina inn
í 20. øld, tá ið hann loysti
romantiska og impress
ionistiska
landslagið
sundur og setti abstrakta
málningin inn í føroyska
list. Hann beindi fyri
óneyðugum staklutum í
motivinum til tess at snið
og litir stóðu eftir í eini
livandi, væl tilrættalagdari
heild. Virðing og eyðmýkt
hansara fyri listini eru
eyðkend. Hann sóknaðist
støðugt eftir tí listaliga,
sum ikki var givið framm
anundan, men sum hann sá
sum ein møguleika í hvørji
einstakari mynd.
Ingálvur av Reyni var
ein av størstu kolorist
unum í norðurlendskari
modernismu. Litirnar og
kynstrið at nýta teir hevur
hann tamt og ment gjøgnum
eitt langt og ríkt málaralív.
Hann var bæði valørmálari
og spektralmálari. Hann
valdi litirnir eftir ávísum
virðum, og myndir hansara
vóru ikki svartar og gráar
burturav, sum ofta hevur
verið at hoyrt. Tvørtur
ímóti. Í myndum hansara
eru nógvir reinir litir, eitt
nú reytt kann vera fremst
í myndini við svørtum í
bakgrundini ella øvugt.
Tað svarta er heldur ikki
bara svart. Tað er aloftast
tónað við grønum, reyðum,
bláum ella gulum.
Í filminum Svartur sann
leiki greiddi Ingálvur frá
arbeiðskreddu síni: Hann
tordi ikki rættiliga tað,
sum hann skuldi tora, og
hvør einasta mynd var ein
leitan eftir møguleikanum
fyri, at hon kundi gerast
ein málningur. Viðhvørt
eydnaðist tað, helt hann
sjálvur - mong, sum njóta
at hyggja at myndum hans
ara, halda óivað at tað
hendi eitt sindur oftari!
Myndirnar hjá Ingálvi
hava aloftast ein figura
tivan kjarna, sum mynda
heitið lýsir. Heiti sum
“Miðvágur”, “Landslag”,
“Kvinna”, “Trolaradekk”
og “Bygd” ganga ímillum
mynd og áskoðara, heitini
benda á, hvar motivið er
at finna. Í fyrstu atløgu
tykjast eitt nú myndir sum
tann myrka “Trolaradekk”
og tann ljósa Kompositión”
at vera sera ymiskar, men
tær eru í roynd og veru
rættiliga líkar, um hugt
verður nærri at uppbygg
ingini og rútmuni í skapum
og linjum.
Seinni hava málningarnir
ofta skaldsligar røtur, lýsa
yrkingar og eru ekfrasur.
“Tey blindu” er málað eft
ir yrkingini “Hitt blinda
liðið” hjá Chr. Matras.
Høvuðsverkið
“Tey
ganga á vegnum og bíða”
er somuleiðis ein ekfrasa
við støði í Prædikaranum
í Gamla testamenti. Allir
málningarnir á framsýn
ingini í Listasavni Føroya
í 2000 vóru slíkar ekfrasur
eftir yrkingar hjá J. H. O.
Djurhuus.
Hesi seinnu árini hevur
Ingálvur av Reyni málað
vatnlitsmyndir. Eisini í
teimum síggjast eyðkendu
kompositiónskynstur, lita
val og spontanitetur hans
ara. Ingálvur av Reyni
hevur havt ein týðandi
leiklut í listaumhvørvinum
sum slóðari og fastur mið
depil, sum yngri listafólk
bæði hava til fyrimynd og
stríðast fyri at slíta seg frá
og finna nýggjar leiðir.
Umframt sum málara
kendu vit Ingálv sum
teknara, sangara og ikki at
gloyma sum ein mann, ið
altíð vísti virðing sína fyri
næstanum. Bíðitíð Ingálvs
er liðin - vit minnast hann
við takksemi.
Listafelag Føroya
Ingálvur av Reyni er farin
Størri framleidni og
betri nøgdsemi eru
millum endamálini
í Lean-leiðslu.
Mánadagin skipaði
Synergi fyri tema-degi
um evnið
Lean-leiðsla
tíðindaskriv
Fyrr var tað mest í ídnað
inum, vit hoyrdu um Lean-
leiðslu, men seinnu tíðina
er hugtakið flutt alt meira
yvir á umsitingar- og tæn
astuøkið. í Føroyum hava vit
ikki hoyrt so nógv til Lean
enn, men í Danmark hevur
hugatkið verið frammi í eina
tíð, og fleiri stórar fyritøkur
hava eisini nýtt hetta aktivt
í framleiðslu síni. Tað sigst
at 3 av 5 ídnaðarfyritøkum
arbeiða við Lean-leiðslu
og at Lean-bylgjan nú eis
ini rakar økir sum fíggj
ar-
og
heilsusektorin,
byggivinnuna, útbúgving
arøki og alla almennu fyri
sitingina.
Hvat er Lean
Lean merkir »trimma« og
snýr hetta seg um at skapa
meira virði við minni orku.
Vit kundu eisini sagt, at
tað stutt sagt handlar um
at økja um framleiðsluna
og nøgdsemi hjá kundum/
viðskiftafólki við at sleppa
sær undan spilli av einhvørj
um slagi. Hugtakið Lean er
uppfunnið av granskarunum
Jim Womack og Daniel
Jones. Teir settu sær fyri at
kanna, hvussu tað bar til,
at Toyota framleiddi bilar
nógv bíligari enn teirra
kappingarneytar. Teir funnu
útav, at Toyota brúkti eina
skipan, har fokus varð sett
á at minimera spill. Av hesi
orsøk valdu teir navnið Lean,
sum merkir »trimma«.
Nógvar management
bylgjur gjøgnum
tíðina
Nógvar ymiskar manage
ment bylgjur hava verið
frammi í tíðini. Flestu av
hesum management bylgjum
eru grundaðar á fleiri ára
royndir, sum hava givið góð
úrslit. Góð amboð og góðar
mannagongdir, sum so er
vorðið til eitt koncept. Eitt nú
TQM-bylgjan, Just in time-
bylgjan og nú Lean-bylgjan.
Vit hava alla tíðina brúk fyri
nýggjum amboðum, sum
hjálpa okkum at gerast betri
til bæði hetta og hitt, so tað
er bert gott, tá nýggj amboð
stinga seg upp. Men fleiri
av hesum bylgjum hava tað
við at detta niðurfyri aftur.
Flestu av hesum bylgjum
hava havt ein góðan boðskap
og høvdu verið góðar, um
tað vóru implementeraðar
í fyritøkurnar á rættan hátt.
Skal Lean eydnast til fulnar,
er tað umráðandi at gera
tingini á rættan hátt og ikki
bara hálvt.
Framleiðslan kann
økjast við 50%
Møguleikarnir við Lean eru
øgiligir, sigur Mikkel Eriksen
frá konsulentfyritøkuni Val
con. Tað hevur víst seg,
at tað er møguligt millum
mangt annað at økja um
framleiðsluna við 50%,
at minka um goymslurnar
við 30%, at stytta munandi
um saksviðgerðartíðina
soleiðis at virði hjá bæði
fyritøkuni, kundunum og
starvsfólkunum økist mun
andi. Málið við Lean er at
skapa eina virkismentan
millum alt starvsfólkið, har
fokus er á at gera leypandi
batar. At trúgva uppá, at tað
altíð
Somuleiðis kunnu skil
bøtanir kosta uppsagnir av
starvsfólkum. Eitt nú hevur
Post Danmark minkað mun
andi um starvsfólkatalið,
m.a. tí at fleiri deildir eru
niðurlagdar. Hjá Ledernes
Hovedorganisatión hinvegin,
siga tey, at tey mest sum
sloppu undan uppsagnum,
í staðin vóru eingi nýggj
fólk sett í starv, tá fólk fóru
úr starvi. Ledernes Hoved
organisation hevði sum mál
at økja um framleidnið við
20%, men hetta øktist við
50%.
Nú hava føroyskar fyritøkur
og stovnar møguleika at vita,
um Lean-leiðsa er nakað
fyri tey ella um hetta er
enn ein døgnfluga. Synergi
skipar fyri temadegi um
Lean-leiðslu 28. november.
Á
temadegnum
verða
Mikkel Eriksen frá Valcon
Management Consultants og
Gert Bronton frá Ledernes
Hovedorganisation
at
hoyra.
Evnisdagur um
Lean-leiðslu