mánadagur 28. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 228 - 28. november 2005
Høgni Lisberg er júst
fluttur í nýggja íbúð,
hevur givið nýggja
fløgu út og um tvær
vikur skal unnustan
eiga teirra fyrsta
barn. Vit hittu 23 ára
gamla leirvíkingin
í føroysku bygdini
á Amager, Oyra-
sundskollegiinum
Fløguútgáva
Orð: Niels Uni Dam
nielsuni@
sosialurin.fo
Mynd: Símun Jóannesarson
Kanska mest eftirbíðaða
fløgan seinnu árini “Morn
ing Dew” hjá Høgna Lisberg
er nú endiliga komin í
handlarnar. Eg hitti 23
ára gamla leirvíkingin á
Oyrasundskollegiinum á
Amager, har hann saman
við unnustuni júst er fluttur
í nýggja og størri íbúð. Um
tvær vikur er unnustan sett
til at eiga teirra fyrsta barn,
og tí gjørdist tveyrúma
íbúðin ov lítil. Høgni og
ein vinmaður mála gomlu
íbúðina, tá eg komi á gátt.
So erligt og
sjarmerandi
Fyrra fløgan hjá Høgna
“Most beautifull things”
kom út í desember 2003.
Fløgan var framúrskarandi,
við frálíkum løgum sungin
og spæld við nógvari
innliving og sjarmu. Hetta
hevði við sær, at fløgan
gjørdist næst mest selda
fløga hjá plátufelagnum Tutl
í 2004. Høgni er gávuríki
trummuleikarin í Clickhaze.
Hann er so ótrúliga musi
kalskur og spælir gittar og
syngur bæði á fløgunum
og konsertum. Røddin er
egin, og hóast hann hvørki
er Pavarotti ella Eivør, so
er útrykki so erligt og sjar
merandi, at tú noyðist at
elska røddina. Trummurnar
eru ikki lagdar á hyllina, og
hann spælir eisini trummir
á báðum fløgunum, men
live spælir hann ofta uttan
trummuleikara.
Herdaður av at bíða
Meðan vinmaðurin málar
víðari, royna eg og Høgni
at finna eitt stað, har vit
kunnu seta okkum uttan,
at farteldan ella eg verða
smurd alt ov illa inn í máling.
Høgni tykist á onkran hátt
eitt sindur friðsælur. Hann
greiðir frá, at nú er eitt ár
síðan, at hann fór undir at
fyrireika fløguna. Ætlanin
var, at hon skuldi koma í
februar, so hann kennir seg
herdaðan av at bíða.
Hann sigur, at honum
dámar væl á Oyrasunds
kollegiinum, har hann livur
millum nógvar føroyingar,
í tí sum mest minnur
um eina føroyska bygd í
Keypmannahavn. Tað er
sera praktiskt at búgva í
Keypmannahavn, tá hann
spælir í útlandinum. Hetta
sparir ferðaseðilin úr Før
oyum, og hetta ger tað
nógv betri møguligt at fara
uttanlandað, tildømis til
Sveits. Høgni hevur verið
á fleiri konsertferðum í
Sveits, og sambært tónleik
arunum í sveitsiska bólk
inum Sundiver, ið vitjaði í
Føroyum herfyri, er Høgni
ein sonn stjørna í Sveits.
Hetta heldur Høgni vera
nakað yvirdrivið men sigur,
at tað hevur gingið væl í
Sveits, og fjølmiðlarnir
hava verið við uppá tað.
Sveits er ein marknaður
hann ætlaður sær at royna
seg á við nýggju fløguni.
Sum marknaður minnur
Sveits um Danmark, tað er
nokkso yvirskoðiligt, sigur
Høgni. Umboðsmaðurin
hjá Høgna roynir í løtuni at
fáa eina avtalu við okkurt
bookingfelag í Sveits,
umframt eitt útgávufelag
at geva ”Morning Dew” út
har.
Vildi sleppa undan
Óla Poulsen
Upprunaliga skuldi fløgan
ljóðblandast
í
Belgia
av Luc Van Acker. Men
hetta fór í fisk, og nú 10
mánaðar seinni, stendur
navnið hjá Luc Van Acker
sum upptøkutøkningur av
nøkrum røddum og gitt
arum á fløguni, meðan
føroyski Óli Poulsen hevur
ljóðblandað.
Høgni sigur, at orsøkin
til at hann valdi Luc Van
Acker, var royndin at fáa
fløguni at ljóða annarleiðis.
Flestu føroysku fløgur
verða ljóðblandaðar av
Óla Poulsen, tí var tað eitt
sindur óinteressant. Høgna
dámar væl at finna nýggj
fólk at arbeiða við, soleiðis
at hansara fløga ljóðar ann
arleiðis. Hetta var eisini
orsøkin til at fyrra fløgan
varð ljóðblandað í Englandi.
Høgni leggur dent á, at hetta
ikki hevur nakað at gera við
ónøgd við Óla Poulsen, sum
jú er fremsti føroyski ljóð
blandarin. Tí var tað eisini
Leirvíkingur á bygd í stórb