Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 28. november 2005 21 upplagt at velja Óla sum ljóð­blandara, tá hitt ikki rigg­aði. Væl nøgdur við úrslitið Høgni sigur, at hann er sera væl nøgdur við úrslitið og ivast ikki í, at fløgan slettis ikki hevði verið líka góð, um hon var ljóðblandað liðug í Belgia. ”Tá eg fór heim aftan á seinastu masteringina, føldi eg, at fløgan var liðug, øll løgini føldust liðug” sigur Høgni. ”Eg eri sum flestu ungu tónleikarar eitt sindur klodduttur, og tá er gott, at ein, sum er so topp­professionellur sum Óli Poulsen, traðkar til, og brúkar neyðugu tíðina til at gera fløguna heilt lidna, hann sleppur henni ikki fyrr enn hon er heilt liðug.” Óli hevur ikki bert ljóð­ blandað fløguna, hann hev­ ur samframleitt, ella ko- prodjúsa fløguna við Høgna, og fleiri gittarar, røddir, hammond, strúkarar, orgul og klaver vórðu spæld inn í upptøkuhølunum hjá Óla. Fløgan bleiv betur í Belgia Høgni heldur, at tíðin í Belgia hevur gjørt fløguna betur. Teir brúktu ikki nak­ að av ljóðblandingini hjá Luc. Men í Belgia møtti Høgni gittarleikaranum Tom Vanstiphout, sum spæl­ ir umleið helvtina av gitt­ arunum á fløguni. Eisini sang Annelies Van Dinter kór á einum lagið í Belgia. Høgni fekk eina betur fat­an av hvat manglaði á fløguni í hesum tíðarskeiði. Hann fór tí í Grapehouse upp­ tøkuhølið saman við Hans Poulsen og tók nøkur ting umaftur, áðrenn fari var til Óla Poulsen at ljóðblanda. Upprunaligu og flestu upptøkurnar vóru gjørdar av Jens L. Thomsen í Lund­ gaard Studios í Vejen í Jút­ landi. Orsøkin til at teir fóru í Lundgaard var, at Høgni og Jens høvdu spælt inn har við Clickhaze. Teimum dámdi væl hølini og fólkið har, eisini er prísurin lagaligur í mun til góðskuna, so tí av­gjørdu teir at fara har at taka upp. Samstarvið við Jens L. Thomsen helt fram á hesi fløguni. Teir spældu saman í Clickhaze og tóku fyrru fløg­ una upp saman. Men Høgni sigur, at leikluturin hjá Jens var minni hesuferð. Á fyrru fløguni, var alt ferskt, og teir sótu saman við kassagittarum og løgdu løgini til rættis. Hesuferð hevði Høgni fleiri royndir og hevði í størri mun lagt fløguna til rættis frammanundan. Arbeiða fyri út­lendsk­ um útlendskum sáttmála Fløgan er spæld inn í fýra ymiskum upptøkuhølum. Hetta hevur sjálvsagt kost­ að pening, og hann skal helst vinnast inn aftur. Tí arbeiðir Petur Hansen um­boðsmaðurin hjá Høgna við at gera útgávu sáttmálar við feløg í ymiskum lond­ um. Høgni sigur, at tað ikki er serliga trupult at fáa ein tílíkan sáttmála, men trupulleikin er at fáa ein góð­an sáttmála. Kravið frá Høgna er, at sáttmálin er góður. Høgni er sera væl nøgdur við sína umboðan, Petur Hansen gjørdi upprunaliga heimasíðuna hjá Høgna. Hann dugir væl tílíkt arbeiði, greiðir Høgni frá. Hann er eisini arbeiðsamur og fyri­ komandi. Tá Høgni fór at leita eftir umboðsmanni, helt hann Petur vera upp­ lagdan og spurdi um hann tímdi. Síðan tá hevur Petur arbeitt heilhjartaður fyri Høgna. Høgni sigur, at hann sjálvur hvørki hevur hug ella evnir til at taka sær av slíkum arbeiði. At Petur er miðlagrafikkari ger, at hann sjálvur kann gera pro­ motionpakkar og annað tí­líkt, og hetta hevur sera nógv at týða. Hann er eisini nógv úti um seg, og sjálvt um hann ikki upprunaliga hevði so nógv sambond, so hevur hann ringt runt til flest øll fólk í donsku tón­ leikavinnuni og hevur fingið nógv sambond. Konsertferðin fer at bíða Allar ætlanirnar hjá Høgna fingu eitt skot fyri bógvin, tá fløgan gjørdist so nógv seinkað. Ætlanin var, at hon skuldi koma út í februar ella mars, síðan skuldi hann spæla konsertir í Føroyum í summar, og marknaðarføra fløguna í onkrum útlandi í heyst. Í løtuni eru ongar bein­ leiðis ætlanir lagdar fyri kon­sertferðie. Høgni verður pápi í næstum, og hevur tí valt ikki at fara til Føroyar at spæla útgávukonsert. Ístaðin er hann farin á HF fyri at hava okkurt at fara upp til um morgunin, og hetta dámar honum væl. Hann ivast heldur ikki í, at hann kann sameina HF lesturin og lívið sum pápi við konsertferðum í framtíðini, hetta er eitt sindur sum at vera sjómaður sigur hann. 12 løg Á nýggju fløguni eru 12 løg, 11 heimagjørd og so All along the watchtower hjá Bob Dylan. Hetta lagið er vorðið ein fastur partur av spæliskránni hjá Høgna, og tí kláraði hann ikki at lata verða við at hava tað við á fløguni. Millum tey heimagjørdu løgini er tittullagið “Morning Dew” sum Høgni eisini spældi á Atlantic Music Event. Hetta lag hevur ligið á 15 teimum bestu fyrr í ár. Sjeikurin á ovastu rók Poppkorn og stakfløgan sjeikurin hava kropið upp á ovastu rók á 15 teimum bestu. Lagið kom beinleiðis inn á ann­að pláss á listanum fyri tveimum vikum síð­an, og datt í seinastu viku niður á triðja pláss. Men hesa vikuna megnar eingin at syfta ungu poppgentunum av Sandi, sum skúgva Her­ bergið hjá Páll Finnur Páll heilt niður á triðja pláss Pipar og Salt og lagið Høm Høm liggur aftur hesa vikuna á øðrum plássi. Stakfløgan við Sjeikinum hjá Poppkorn hevur selt væl og hevur ligið høgt á sølulistanum hjá 3’aranum. síðan hon kom út. Í síðstu viku kom so sjálv Poppkorn fløgan. Hon er á tremur við løttum poppi, og lítil ivi er um at hetta ikki verður seinasta lagið hjá Poppkorn, ið liggur ovast á 15 teimum bestu. nud Jólini nærkast í hvørjum Sum vant upp undir jól, koma hópin av før­ oysk­um fløgum út. Tí er tað ikki serliga skelk­ andi at sølulistin hjá 3’aranum er á tremur við føroyskum útgávum. Einans ósvikaligu Now fløgurnar og System of a Down megna at kroysta seg inn á listan. Í toppinum liggur aftur hesa vikuna Popplist 4, ið tykist at vera jóla­ gávan í ár. Men Dynamit og nýggja fløgan Perlur, avbjóðar popplistini á øðrum plássi, á triðja plássi er tað, Til børnini hjá børnunum frá Anniku. Fløgan hjá Poppkorn hevur av­loyst stak­fløguna hjá bólk­­in­um, og liggur á fimta plássi. Heini Skaalum, “Sum árini ganga”, Heini Lützen “Einki uttan Jesus” og Ólavur Højgaard “Úr Vestmanna til Nashville geva plássunum 7-9 ein kontrikendan dám. nud – Eg eri sum flestu ungu tónleikarar eitt sindur kloddutur, og tá er gott, at ein, sum er so toppprofessionellur, sum Óli Poulsen, sigur Høgni Lisberg, sum er sera væl nøgdur vi› úrsliti›, nú fløgan er li›ug býnum