mánadagur 28. november 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 228 - 28. november 2005
Forkunnug konsert
var í Kagganum hós
kvøldið. Talan er um
eina konsert í átak
inum sum føroyska
FUT og donsku
DJBFA og DAF standa
fyri. Hetta átak loyvir
donskum bólkum at
koma hagar at spæla
kring landi saman
við einum føroyskum
bólki. Hesaferð var
tað Deja vu saman
við dananum Peter
Smith, sum spældi
fyri okkum
Ummæli
Rókur Jákupsson Jakobsen
(rokur@sosialurin.fo
Myndir: Henning
Nicodemussen
Akustiskur tónleikur
Har vóru ikki meir enn eini
15 fólk í Kagganum, tá ið
konsertin byrjaði, og tað
gjørdi upplivilsi eitt sindur
stívt. Peter Smith legði
út. Hann syngur og spælir
uppá kassagittar. Hann hevði
tveir tónleikarar við sær.
Ein gittarist, sum onkuntíð
skifti gittaran út við ein
bass, og so var eisini ein
sum spældi uppá slagverk.
Saman mannaðu teir eina
akustiska trio. Teir spældu
løg úr fløguni Wild Water,
sum er nýggjasta útspælið
frá Peter Smith.
Tónleikurin hjá Peter
Smith kann lýsast sum
ein samanrenning millum
singer/songwriter og popp
stílarnar. Tónleikurin er
væl skrivaður, og tú hoyrir
ógviliga skjótt, at maðurin
so sanniliga er stílreinur. Har
eru sera fá frávik frá tí trygga
og reina, og tískil kann tað
gerast rættiliga troyttandi
at lurta ov leingi eftir Peter
Smith. Tó var tað feitt at
hoyra teir tríggjar spæla, tí
teir eru góðir tónleikarar,
og tónleikurin svingaði væl.
Og tað er altíð ein fragd at
hoyra væl svingandi tónleik.
Tó vóru onkrir veikleikar í
framførsluni. Tá ið gittarleik
arin skifti gittaran út við ein
bass, hoyrdi tú at hann ikki
spældi so væl uppá bass. Og
hetta darvaði framførsluna
nakað. Hann hevði ein ring
an tóna, og tað er spell, at
hann skuldi spæla bass, tí tað
gjørdi meiri skaða enn tað
ið gott er.
242 krónur
Peter Smith framførdi væl,
og hevði gott samband við
áskoðarin. Hann greiddi
skemtiliga frá um tað ferðina,
hann fekk eitt bræv frá Dan
mark Radio. Í brævinum
stóð at lesa, at lagið “It´s a
shame” nú var spælt so nógv,
at lagið nú var skýrt at verða
ein sokallaður “evergreen”.
Hesum vildi Danmark Radio
heiðra Peter Smith við, og
tískil sendi tey honum ein
kekk uppá kr. 242.
Peter Smith spældi eina
fína konsert, sum vísti okk
um, at poppur ikki noyðist
at vera lættur og bleytur
tónleikur. Tó má eg siga,
at tónleikurin var rættiliga
vandaleysur, og onkuntíð
meir ella minnið onkisigandi.
Hetta kann eisini hava nakað
við samansetingina av ljóð
førunum. Her vóru ongi
klaver, ongir el-gittarar
o.s.fr. og tí gjørdist konsert
in eitt sindur ov stív; eg sakn
aði dynamik í framførsluni.
Hetta skal ikki skiljast so,
at eg ikki haldi at akustiskir
bólkar ikki kunna spæla
dynamiskt, men Peter Smith
& Co. megnaðu tað ikki
heilt.
Sannførandi Deja vu
Eftir at Peter Smith hevði
spælt komu Deja vu á pallin.
Og lat meg bara siga tað enn
einaferð, at eg eri ein Deja
vu fjeppari. Hesa ferð stóð
Rasmus, sum vit kenna frá
bólkinum Makrel, saman
við teimum á pallinum. Og
tað er ein spennandi ífylla til
ljóðið hjá Deja vu. Rasmus
hevur eitt sermerkt og egið
ljóð sum riggar væl til bólkin.
Kanska spælir Rasmus enn
ov nógv tað, sum aðrir gitt
arleikarar hava spælt sam
an við Deja vu. Men tó
hoyrdi vit eina spennandi
menning í tónleikinum, nú
Rasmus hevur átikið sær
leiklutin sum gittarleikari í
bólkinum.
Fyrsta lagið teir spældu var
“If there is someone calling
you”, og hetta er eitt super
tjekkað lag. Serliga er endin
á lagnum einastandandi.
Tað er ein rundgangur sum
lyftir lagið upp á altjóða
støðið. Hetta er akkurát tað,
sum eg virðið so nógv við
Deja vu - teir skriva sera
sannførandi, og teir spæla
tónleikin við eini feitari og
deiligari innliving, soleiðis
at tú hoyrir pínu, ónøgd og
gleði í framførsluni.
Konsertin var deiliga
intens, men hetta fekk ein
bráðan enda. Eitt selskap
uppá einar 20 mans kom
inn, og hesir menn keyptu
sær nógvar gulløl. Og tá
freistast ein at staðfesta, at
teir ikki vóru komnir fyri
at hoyra góðan tónleik -
heldur mundu teirra ørindi
vera onkur onnur. Og enn
einaferð mugu vit vísa á, at
konsertir ikki eiga at verða
darvaðar av fullum menn
iskjum, sum als ikki eru
áhugaði í tónleikinum. Tað er
ov langt úti, at vit ikki kunnu
hava konsertir í støðum sum
hava skeinkiloyvi, bara tí at
nøkur ikki kunnu ásanna,
at tey kundu ballast onkra
aðrastaðni, meðan konsertin
gongur fyri seg.
Feit løg
Generelt haldi eg, at Deja
vu skriva feit løg. Og tað
týdningarmesta er, at teir
trúgva uppá tónleikin. Teir
hava spælt saman í áravís,
og teir halda fast í stílinum.
Onkur løg eru sjálvandi betri
enn onnur, men samanlagt
halda teir eitt høgt støðið.
Lagið “A place to stand
on” meti eg at vera eitt satt
meistaraverk. Tá ið teir
spældu lagið hóskvøldið,
sløknaði menniskjan í mær,
og eg droymdi meg burt
saman við tónleikinum. Tað
er soleiðis vit elska at hoyra
og uppliva tónleik.
Deja vu spældu eina rætti
liga góða konsert í Kaggan
um. Í onkrum løgum haldi
eg, at teir átti at lagt seg
eftir at fylt tónleikin meiri
út, tí innímillum fekk eg eina
kenslu, av at løgini innihalda
meir, enn tað ið vit hoyrdu.
Góður tónleikur í Kagganum
- Peter Smith & Deja vu
Peter Smith spældi eina fína
korsert, sum vísti, at poppur
ikki noyðist at vera lættur og
bleytur tónleikur
Rasmus Rasmussen,
nýggjasti maðurin
hjá Deja vu