Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 28. november 2005 23 Í enska Premier- League vilja tey fegin læra føroyska málverjan nærri at kenna. Og mánadagin fer Adrian Cieslwicz fyri aðru ferð til Liverpool Fótbóltur Jákup Mørk Ein av evnaríku føroysku fótbóltsspælarunum, sum hevur gjørt nógv um seg seinastu tíðina, er Frem- málverjin, Gunnar Nielsen. Eftir at hann í tvey ár hevur verið eykamálverji hjá Frem, hevur hann í ár verið nógv sjónligari, tá Jørgen Nielsen varð skaddur. Samstundis hevur hann verið at kalla fastur maður í føroyska landsliðshópinum, og tó at hann ikki hevur vart føroyska málið, so leggja útlendsk feløg til merkis, tá ein somikið ungur málverji verður tikin við í aljóða høpi. Enn er tað tó ikki so, at talan tykist verða um nakað sáttmálatilborð frá enska felagnum. - Teir í Newcastle vilja bara hyggja nærri at Gunnari, og tí hava teir boðið honum yvir. Meira enn tað sama er talan ikki um í løtuni, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá føroyska málverjanum. Og tað er einki at ivast í, at hóast okkurt skuldi spurst burtur úr vitjanini, so er framvegis langur vegur eftir hjá Gunnari. Í málinum hevur Newcastle nevnliga írska landsliðsmálverjan, Shay Given, sum verður mettur sum ein av bestu málverjum í Bretlandi. Hinvegin, so man tað júst vera frá slíkum málverjum, at møguleikin fyri lærdómi er størstur, og tað er væl nakað, sum tú ongan tíð fært ov nógv av. Adrian til Liverpool Jákup hevur annars úr at gera í løtuni. Soleiðis fór hann mánamorgunin til Liverpool saman við unga vágbinginum, Adrian Cieslewicz. Adrian var fyri stuttum til venjingar í mest siðvanda felagnum av øllum í Onglandi, og eftir øllum at døma, hava tey verið væl nøgd um tað, sum tey sóu. Somikið væl nøgd, at Adrian nú er boðin aftur til felagið. billard Tíðindaskriv 1. deildarliðið hjá Kagganum í billard tók enn einaferð føroyska billardheimin á bóli, tá liðið spældi móti Tvøroyrar Billardfelag fríggjadagin. Kaggamenn gjørdu bart og , einki minni enn ruddaðu borðið í Tvøroyrar Klubba. Endaliga úrslitið gjørdist, at Kaggin vann 18-0. Tað eru bert fáar vikur síðani, at sama Kaggalið vann 18-0 á Føroyameistaraliðnum úr Havnar Klubba. Manningin á Kaggaliðnum er Bjarni Skaalum, Jan Müller og Steinbjørn í Dali. Bjarni Skaalum hevði besta einstaka úrslitið við 25 eygum í meðal. Hóast stórtap so átti Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag besta umfarið uppá 166 eygu. Dysturin, sum skuldi vera millum Havnar Klubba og Klaksvíkar Billardfelag bleiv útsettur. Coventry misti sigurin Claus Bech Jørgensen spældi mest sum allan dystin, tá Coventry leygardagin tók ímóti Norwich í næst bestu ensku deildini. Coventry fekk eina dreymabyrjan, tá Gary McSheffrey eftir bara trimum minuttum fór einsamallur ígjøgnum Norwich-verjuna, og tá Dele Adebola bara sjey minuttir seinni økti til 2- 0, tóktist liðið av álvara vera á sigurskós. Norwich vildi tó ikki geva skarvin yvir. Teir stríddust manniliga, og stutt fyri hálvleik minkaði Calum Davenport um munin. Eftir steðgin sat Norwich á nógvum, men til tað restaðu fimm minuttir, tóktist Claus og teir kortini at standa ímóti. Tað eydnaðist tó Craig Fleming at javna, soleiðis at Coventry heldur ikki hesa ferð fekk ein sigur at fegnast um. Coventry er í løtuni á 21. plássinum í League Championship. Bara málmunurin heldur teir oman fyri niðurflytingarstrikuna. -mørk Gunnar er í Newcastle Gunnar Nielsen er í løtuni í Newcastle, har venjararnir fegnir vilja hyggja nærri at føroyska málverjanum Kaggin ruddaði borðið í Tvøroyrar Klubba Liðið hjá Kagganum ruddaði borðið, tá teir fríggjdagin spældu á Tvøroyri Nr. 228 • mánadagur • 28. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo