Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. november 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 228 - 28. november 2005 Sønder- jyskE misti í evstu løtu Eftir 2-0 leiðlsu í Herning misti SønderjyskE á stokkinum, og eisini hjá Esbjerg gjørdist talan um javnleik Superligan Jákup Mørk Johan Byrial Hansen var einasti føroyingurin á vøllinum, tá 19. umfarið í donsku superliguni varð spælt um vikuskiftið. AC Horsens var á útivølli á vitjan hjá Es­bjerg, men heldur ikki hesaferð megnaðu Johan og teir at fáa tr‡ stig til høldar. Talan gjørdist ístaðin um 10. javnleikin í ár, og hóast Horsens ikki hevur tapt fleiri enn sjey dystir, so er liðið nú at finna undir niðurflytingarstrikuni. Júst tí talan hevur verið um somikið nógvar javn­ leikir. Sæð við føroyskum eyg­um, so var talan um sera áhugaverdan dyst, tá Sønderjyske vitjaði hjá FC Midtjylland. SønderjyskE hevur alt árið ligið tungt á talvuni, men tað tóktist bragda, tá teir vóru á odda 2-0 móti einum sera hart spælandi heimaliði. Móti dystarenda eydnaðist tó vertunum at bjarga sær javnleikinum, og tí er fjarstøðan hjá Rógva og teimum upp til nið­ur­ flytingarstrikuna fram­ vegis trý stig. AaB, sum framvegis er uttan skadda Súna Olsen, hevði hesa ferð vitjan av oddaliðnum, FCK, og tí dystinum fekk AaB einki burturúr. 2-0 vunnu gestirnir, sum framveigs halda fast um munin til Brøndby. Brøndby vann somu­ leiðis á útivølli - 1-0 í Odense - meðan AGF við 2-0 sigri á Silkeborg vann seg ájavnt við Horsens í botninum á talvuni. Seinasti dyst­ ur­in var í Viborg, har heimaliðið vann 4-1 á FC Nordsjælland. Fótbóltsheimurin gjørdist eina legendu fátækari, tá George Best andaðist fríggjadagin Andlát Jákup Mørk Hóast hann seinastu fjórð­ ings øldina mest hevur ver­ið frammi í miðlunum or­sakað av rúsdrekka- og fíggjartrupulleikum, so fer George Best altíð at verða mintur sum ein av bestu fót­ bóltsspælarunum, sum heim­ urin nakran tíð hevur fostrað. Stutt eftir døgurða fríggja­ dagin andaðist norðurírska legendan, 59 ára gamal. Ein deyði, sum varð markeraður kring alt Bretland við tøgn undan dystunum hetta viku­skiftið, og roknað verður við, at umleið hálv millión av fólki verður til jarðarferðina í Belfast seinni í hesi vikuni. Fyrsta pop-idolið á vøllinum Fyrst og fremst, so vóru tað ótrúligu fótbóltsevnini, sum gjørdu George Best kendan. Hann var blaðungur komin til Manchester saman við einum vinmanni hjá sær, men 16 ára gamal vildi hann sleppa heima aftur til Belfast. Honum longdist snøgt sagt ov illa, og tí boðaði hann felagnum frá, at yrkisævintýrið hjá sær varð av ongum. Matt Busby - víðagitni venjarin hjá Manchester United - var tó ikki nøgdur um hetta, og hann fór eftir evnaríka norðuríranum. Tað eydnaðist eisini at fáa Best at verða verandi, og bara 17 ára gamal var hann fyri fyrstu ferð at síggja á besta liðnum hjá stórfelagnum. Við Manchester United varð hann meistari í 1965 og 1967, umframt at hann eisini var ein av avgjørdu lykaspælarunum á liðnum, sum í 1968 vann Europa-Cup kappingina. Ikki minst stendur avrik hansara í seinnu fjórðingsfinaluni móti Benfica sum ein varði í europeiskari fótbóltssøgu. Benfica hevði ongan tíð undan hesum tapt dyst á heimavølli í europeiskum høpi, men tað var eitt met, sum stóð fyri falli. Eftir bara tíggju minuttum hevði Best skorað tvær ferðir, og við einum 5-1 sigri sendi Manchester United skjálvtar gjøgnum alt fótbólts-europa. Eitt avrik, sum helst var størsta einstaka orsøkin til, at hann hetta árið varð kosin besti fótbóltsspælari í Europa. Umframt frálíku fótbólts­ evnini, so var tað tó sum fyrsta veruliga fótbólts- idol­ið, at Best varð kendur. Við síða Beatles-hárinum gjørdist hann ímyndin, sum allur ungdómur fjeppaðist eftir. Ein lívsførsla við nógv­ um býartúrum, sprutti og konufólki var hann kanska ikki tann besta fyrimyndin. Men hann var so avgjørt tann størsta. Rak ongantíð upp aftur Harða lívið uttan fyri vøllin hevði tó sínar kostnaðir. Bara 26 ára gamal kunngjørdi hann, at hann nú gavst við fótbóltinum. Og hóast hann seinni royndi at gera nøkur come-back, so megnaði hann ongan tíð aftur at vinna seg á hæddirnar frá Manchester- tíðini. Eitt skifti spældi hann í USA, har ríkmenn royndu at fáa gongd á fótbóltsspælið, og eisini var hann aftur í Onglandi, men í 1984 var liðugt. Seinasta felag hansara gjørdist Bournemouth, áðrenn spælið við leðurkúluni var eitt liðugt kapittul fyri hansara viðkomandi. Og síðani hevur tað mest verið lívimátan uttan fyri vøllin, at George Best hevur verið á breddanum. Ein persónlig konkurs gjørdi ikki støðuna betri, og rúsdrekkamisnýtslan førdi alsamt vaksandi heilsu­ trup­­ulleikar við sær. Ein livurtransplantaitión gjørdist neyðug fyri trimum árum síðani, men hóast greiðu læknaboðini eftir hetta, so vann hann ikki á fløskuni. Fleiri ferðir varð hann akutt innlagdur, og fríggja­ dagin andaðist George Best. Hann gjørdist bara 59 ára gamal, men minnini um fót­ bóltsavrik hansara fara altíð at standa sum varðar fyri framtíð fótbóltssøguna. Stóri trupulleikin hjá dómarunum hevur verið, at tilgongdin yvir fleiri ár hevur verið ov lítil Dómarar Jákup Mørk Um vikuskiftið høvdu fót­ bóltsdómararnir og FSF eftirmetingarfund av farna kappingarárinum. Yvir høvur tóktist niður­ støðan vera, at dómararnir hava gjørt eitt gott arbeiði í nú lidna kappingarárinum. Men Karl Vidtfeldt, for­ mað­ur í dómaranevndini hjá FSF, ásannar tó, at tal­ an hevur verið um ávísar trupulleikar. - Fyrst og fremst, so gav tað trupulleikar, at vit í ár herdu krøvini til dómararnar, sum døma í fremstu deildunum. Tað hevði við sær, at talið av dómarum í Formula-deildini og aðru deild minkaði úr ellivu niður í átta, og nøkur umfør gav hetta trupulleikar við tilrættisleggjanini. Ikki minst tey bæði umførini, har deildirnar spældu sama dag. Karl leggur tó dent á, at krøvini til dómararnar ikki verða linkað av hesi orsøk. - Yvir høvur hava dóm­ar­ arnir tikið væl undir við hes­ um. Einstakar røddir hava sjálvandi tosað ímóti, men semja tykist vera um, at skal dómarastøðið hækkast, so er neyðugt við ávísum krøvum, staðfestir hann. Betra tilgongdina Ein spurningur, sum ofta hevur stungið seg upp seinnu árini, er, hvussu ein støðug tilgongd av dómarum verður tryggjað. Hetta er ein trupulleiki, sum kanska er minni nú, enn hann hevur verið. Men tá talið í eldra dómaraættarliðnum støðugt minkar, so hvørt sum hesir fella frá, so gerst gamli trupulleikin alt meira eyðsýndur. Nakað endaligt svar upp á hetta, hava hvørki FSF ella dómararnir funnið fram til enn, men hetta er eitt mál, sum arbeitt verður við, sigur Karl. Bæði á tann hátt, at fleiri skeið verða hildin komandi ár, eins og ætlanin eisini er at fáa eina meira aktiva coaching. Næsti FIFA-dómarin At enda spurdu vit Karl, hvørt FSF hevur sett nakra kós í kortið, nú vit í næstum skulu finna fram til n‡ggjan føroyskan FIFA-dómara. Her hevur Lassin Isaksen enn eitt ár, áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum, men skulu føroyingar eisini hava ein altjóða dómara eftir hetta, skal ein útveljing fara fram longu nú, soleiðis at ein innstilling er greið til heystar. - Vit hava so ikki valt nakr­ an út enn, men talan verður allar helst um ein av teimum yngru dómarunum, sum vit hava í fremstu deildunum, staðfestir Karl. Komandi kappingarárið fara vit at eygleiða hesar neyvt, og so verður ein inn­stilling gjørd eftir hesum, sig­ur altso formaðurin í dóm­ aranevndini. Tað vil við øðrum orðum siga, at næsti altjóða dómarin verður ein rættiliga ungur av slagnum. Teir fimm »ungu« dómararnir, sum Karl sipar til, eru Petur Reinert, Páll Augustinussen, Eiler Rasmussen, Dagfinn Olsen og Georg N. Rasmussen. Av hesum er Georg við sínum 34 árum elstur. Tann Besti farin Troyggjur við gitna 7-talinum prýddu alt Trafford fríggjakvøldið. Ein av bestu spælarunum í søguni hjá felagnum var farin. George Best gjørdist bara 59 ára gamal Mynd: Reuters Komandi FIFA-dómarin verður blaðungur Talan verður um ein at kalla blaðungan dómara, sum komandi heyst verður innstillaður sum føroyskur altjóða dómari. Elsti kandidaturin til sessin, sum tá verður tøkur, er 34 ár