týsdagur 29. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 29. november 2005
Klaksvík: Eftir tilmæli frá
fíggjarnevndini samtykti
býráðið
hóskvøldið
fíggjarætlanina fyri 2006.
Ein spurningur í samband
við fíggjarætlanina fyri næsta
ár var skattaprosentið. Og
á fundinum varð samtykt
at halda fast við verandi
skattaprosent upp á 20,75.
Barnafrádrátturin verður
somuleiðis
óbroyttur:
4.000 kr.
Samanlagt
gevur
fíggjarætlanin fyri komandi
ár kortini eitt hall upp á
27,4 mió. kr. Tá eru íløgur
upp á 47,4 og avdráttir upp
á 7 mió. kr. tald við.
sb.
Skulu eisini
hoyra Lindina
Vestmanna: Nú skulu vest
menningar eisini sleppa at
hoyra andaligu sendingarnar
á útvarpsrásini Lindini.
Henda rásin hevur nú
verið at hoyrt seinastu
fimm árini kring landið,
men nú ynskir leiðslan
í støðini eisini at fólk í
Vestmanna skulu fáa høvið
til rættiliga at hoyra tær
dagligu sendingarnar.
Á bygdaráðsfundi í Vest
manna í farnu viku var eitt
av uppskotunum á skránni
frá Lindini. Fyrispurningur
var, um kommunan vildi
lata stuðul til keyp og
uppseting av einum sendara
í bygdini.
Fíggjarnevndin hjá komm
ununi viðmælti hesum upp
skotinum, og tí fer kommunan
nú at stuðla hesi ætlanini við
5000 krónum.
Einasta treytin fyri stuðl
inum er, at sendinetið hjá
Lindini ikki órógvar onnur
sendinet.
sb.
Innflutningurin
minkar framvegis
Hagtøl: Virðið av inn
flutningi okkara er minni
higartil í ár enn í fjør. Tað
er bara olja í virði, sum tað
verður innflutt meiri av, helst
orsakað av príshækkingunum
í seinastuni.
Hagtøl frá Hagstovuni vísa,
at innflutningurin er minkaður
við seks prosentum tríggjar
teir fyrstu ársfjórðingarnar í
ár – úr 2.762 til 2.597 mia
kr.
Størsta minkingin er at
finna í vørum til vinnuliga
nýtslu: Innflutningurin av
t.d. alifóðuri er minkaður
við 90 mió. og til
framleiðslu 80 mió. kr.
sb.
Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu gevur hall fyri
2006, men skattaprosentið verður kortini ikki hækkað
Sama skatta
prosent hóast hall
Vestmenningar skulu eisini fáa høvið til rættiliga at hoyra
sendingarnar hjá Lindini
Tá veðrið er til vildar
er ikki nóv annað
at gera enn at fara
sær ein túr oman í
Nólsoyar bygd.
Barnagarður
Orð/mynd: Snorri Brend
Nólsoy: Tað er ikki altíð at
børnini tíma so væl at verða
hildin innandura.
Og tá veðrið so er til tað,
so er ikki nógv annað at
gera enn at fara ein túr út
við børnunum.
Tað var júst tað, sum starvs
fólkini í barnagarðinum
”Leikalund” í Nólsoy gjørdu
mikudagin í farnu viku.
Veðrið var av tí allarbesta
um morgunin, og tí var
ikki annað at gera enn at
leita sær út í bygdina frá
morgunstundini av.
Henda dagin vóru tey á
veg til hús aftur, tá klokkan
var farin at ganga til 11.
Tey høvdu verið uttandura
í eina góða løtu, men nú var
svongdin av álvara farin at
gera um seg hjá børnunum.
- Nú er børnini vorðin so
troytt, og nú fara vit heim at
eta matpakkarnar, segði eitt
av starvsfólkunum.
Í barnagarðinum Leika
lund eru vanliga 25 børn
í vøggustovuni og barna
garðinum. Starvsfólkini eru
seks í tali.
Eingin vegbreiðking
verður gjørd gjøgnum
Skipanes í nærmastu
framtíð. Enn liggur
eitt øki í bygdini um
eitt ótøki.
Vegagerð
Snorri Brend
Skipanes: Tey sum dag
og dagliga koyra gjøgnum
Skipanes hava helst mangan
undrað seg.
Tey hava undrað seg um,
tað vegastrekkið innast í
bygdini. Eitt vegastrekkið
sum hevur ligið órørt soleiðis
í mong ár.
Eingin hevur rættiliga dug
að at sagt frá, hví hetta bara
liggur soleiðis hálvbyrjað,
men sum aldrin er vorðið
fullført.
Hetta ynskti nú tingmað
urin, Kári P. Højgaard at
fáa eitt svar uppá. Tí setti
hann herfyri fram ein
fyrispurning um hetta til
landsstyrismannin, Bjarna
Djurholm.
Ikki nøktandi
Tingmaðurin ynskti at
frætta nærri um, hvørjar
ætlanir vóru við hesum
vegastrekkinum.
Hann spurdi tí landsstýr
ismannin um nakrar ætlanir
vóru við hesum arbeiðinum,
og um hvat bleiv av ætlaðu
vegbreiðkingini í bygdini.
Víst varð á, at hetta vega
strekkið gjøgnum bygdirnar
Skipanes og Undir Gøtueiði
ikki eru nøktandi.
Nakað av gróti er lagt
vesturav vegnum, men liggur
hetta í dag nærum sum eitt
ótøki.
Kári P. Højgaard vísti á,
at eini hús vórðu keypt fyri
mongum árum síðani. Seinni
vórðu hesi húsini niðurtikin
fyri at betra um útsýnið og
um trygdina.
- Men síðani tá er lítið og
einki hent í hesum málinum,
vísti Kári P. Højgaard á.
Raðfesting
Í svarinum vísti Bjarni Dju
holm á, at ætlanin í Skipanesi
varð broytt.
Ætlanin varð nevniliga
broytt, frá at leggja vegin í
niðara síðu til at leggja vegin
omanfyri bygdirnar ístaðin.
Víst varð á, at nógv
vegastrekki kring landið
lógu somuleiðis og bíðaðu
eftir at verða gjørd, og at
hetta arbeiðið í Skipanesi
mátti tí ganga inn í eina
raðfestingarætlan hjá lands
stýrinum.
Landsstýrismaðurin
gjørdi tó greitt, at tað vóru
eingi tekin um at hesin
vegateinurin fór at verða
gjørdur tey næstu árini.
Tað sum mong í økinum
kortini eru kedd um, er at
vegurin niðanfyri bygdirnar
skemmir tær, tí einki er gjørt
fyri at hampa um.
Enn er so einki sum bendir
á, at nakað verður gjørt fyri at
bøta um hetta enn á sinni.
Smalt vegastrekki í mong ár aftrat
Eingin vegagerð gjøgnum Skipanes enn á sinni
(Mynd: Runavíkar kommuna)
So leikandi lætt um bygdina
Tey hava verið úti og fingið sær ein frískan túr. Nú bíðar matpakkin í barnagarðinum