týsdagur 29. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 229 - 29. november 2005
Leygardagin skipaði
Reyði Krossur fyri
loppumarknaði í
Vágsbotni. Ein slíka
dag eru hølini alt ov
lítil
Felagsskapir
Snorri Brend
Havn: Tey sita so hugalig
og fáa sær ein kaffimunn
í tí lítla køkinum í ovastu
hæddini.
Í hæddunum niðriundir
er fultsett av fólki sum eru
komin á loppumarknað. Har
er trongligt av fólki, tí nógv
eru um vilja stuðla Reyða
Krossi á henda hátt.
Nøkur av sjálvbodnu
starvsfólkunum hjá Reyða
Krossi hava stríðst í langa
tíð frammanundan við at
fyrireika alt. Nú treingja tey
til ein lítlan kaffisteðg og eitt
lítið prát.
Tey eru ikki meiri enn
komin í gongd við prátið,
tá ein kvinna kemur niðan
trappurnar.
Henda kvinnan er eisini
komin á loppumarknað og
fegnast um stóra úrvalið av
klæðum og lutum. Hon er
forvitin eftir meiri.
- Kann man eisini keypa
okkurt heruppi?!, spyr hon.
Tíverri fyri hana ber tað
ikki til. Ein kann bert keypa
teir lutirnar, sum eru vístir
fram í teimum báðu niðaru
hæddunum.
- Hetta er annars eini
deilig hølir tit hava, sigur
hon, í tí hon fer niður aftur
trappurnar.
Starvsfólkini smílast við.
Hetta eru eisini deilig hølir,
sum liggja mitt í býnum.
Men ein slíkan dag sum í
dag, nú loppumarknaður er
á skránni eru tey í minna
lagi.
Úrvalið av vørum og lut
um er so stórt. Og tað eru
tey vitjandi eisini. Men við
lagaligheit fáa øll uttan iva
fatur á tí tey vilja, samstundis
sum tey eru við til at stuðla tí
stóra arbeiðinum sum Reyði
Krossur stendur í, heima og
úti.
Hentir lutir
Her uppi í køkinum er friður
og tíð til eitt lítið prát afturvið
einum góðum kaffimunni og
einum køkubita.
Men fert tú eina ella tvær
hæddir longur niður, so er
øðrvísi: Har er ein øgilig
rokan og øgiligt prát av fólki
henda leygarmorgunin.
Reyði Krossur hevur fyri
løtu síðani latið upp enn ein
loppumarknað. Og tá tað
er gjørt, so vita fólk at her
munnu onkrir hentir lutir
vera at fáa til keyps.
Tí streymar fólkið inn í
avmarkaðu hølini hjá Reyða
Krossi í Vágsbotni, tí tað ræð
ur um at vera fyrstur, skalt tú
vera vísur í at fáa júst tann
lutin, tú ynskir tær.
Hølini eru ikki av teimum
stóru, og tí er skjótt at tey fyllast
við fólki. Men fólk kemur og
ferð alla tíðina, so tað er ein
javnur streymur av fólki, ið
ynskir at hyggja, keypa og
stuðla Reyða Krossi.
Lutirnir tey kunnu keypa
eru í túsundatali: Klæðir,
smálutir, ting at pynta við,
skógvar, bøkur og mangt,
mangt annað.
Og sum nevnt stendur
ikki á at sleppa av við allar
hesar lutirnar henda vakra
vetrarmorgunin í farnu viku.
- Er tað nakað sum
Suni Vinther hevur
dugað, so er tað at
savna allar træðrirnar
í okkara víttfevnda
arbeiði. Heiðurin,
sum hann nú fekk er
fult uppiborin, siga
fleiri av sjálvbodnu
starvsfólkunum í
Reyða Krossi.
Heiður
Snorri Brend
Reyði Krossur: ”Suni er
kendur sum ein ógvuliga
engasjeraður formaður, sum
hevur ment virksemið hjá
felagsskapinum innan m.a.
fyrstuhjálp og endurnýtslu”.
Soleiðis varð m.a. tikið
til í grundgevingunum,
tá formaðurin í føroyska
felagsskapinum,
Suni
Vinther fekk heiður sýndan
frá systurfelagsskapinum í
Danmark í farnu viku.
Hann hevur verið í nevndini
síðani 1982 og hevur ótroyttandi
arbeitt fyri felagsskapin og at
fáa kunnleikan til felagsskapin
út til onnur.
Aktiverað
At Reyði Krossur í Danmark
valdi at heiðra formannin í
føroyska felagsskapinum
við størsta heiðri hjá fel
agsskapinum - Dansk Røde
Kors Fortjensttegn af 1. Grad
- er neyvan av tilvild.
Í grundgevingunum fyri
hesum verður eisini sagt,
at hann hevur við virksemi
sínum verið sera dugnaligur at
aktivera bæði tey sjálvbodnu
og tað føroyska fólkið.
- Hetta seinasta kom
ikki minst til sjóndar við
innsavningina til offrini
eftir tsunami’ina fyri skjótt
einum ári síðani, varð
eisini dentur lagdur á í
grundgevingunum.
Og tað er ikki frítt, at
tað eru onnur eru limirnir í
danska felagsskapinum, sum
hava lagt merki til hetta.
Tað hava teir føroysku
limirnir eisini.
Alpha og omega
Leygarmorgunin var stórur
loppumarknaður hjá Reyða
Krossi.
Hesa løtuna nýtti eg høvið
at spyrja fleiri av sjálvbodnu
limunum í felagsskapinum
um hetta sama.
Og her var niðurstøðan
einmælt: - Suni Vinther er
sera týdningarmikil fyri
Reyða Kross í Føroyum.
Hann er alpha og omega hjá
okkum.
- Hann dugir sum fáur
at savna okkum og allar
træðrirnar í tí sjálvbodna
arbeiðinum. Tað vísir seg
at vera trupult at fáa fólk at
standa fyri nøkrum í dag,
men her hava vit so ein mann
sum brennir fyri sakini.
- Saman við teim góðu
fólkunum aftanfyri, hevur
tað eydnast honum og okkum
at menna Reyða Kross til
ein felagsskap, sum fólk
vita um og rokna við, siga
sjálvbodnu hjálparfólkini.
Í tí stilla
Hesi sjálvbodnu reyðakross-
fólkini fegnast sjálvandi
eisini um at formanni teirra
varð vístur slíkur heiður frá
felagsskapinum í Danmark.
- Henda heiðurin – ja,
henda hevur hann so fult
uppiborið, siga tey við ein
munn.
Fyri tey hevur tað stóran
týdning at hava ein persón,
sum kann savna fólkið til hetta
týdningarmikla arbeiðið.
Og ein slíkan eiga tey í
núverandi formanninum.
- Hann dugir av savna
fólkið til arbeiðið. Einki við
at rópa og gartera, men á sín
stilla og friðarliga hátt hevur
hann ment felagsskapin
ótrúliga nógv hesi árini.
- Hann gongur við lív og
sál inn fyri sakini, siga tey.
Eitt er so arbeiðið innan
veggja í felagnum. Men sam
bært tey so hevur formaðurin
eisini dugað sera væl at
kunna vanliga fólkið um
virksemið í Reyða Krossi.
- So vóna vit bara, at tey
taka ímóti boðskapinum.
Sakna tey ungu
Júst hetta seinasta – at fáa
fólk at taka ímóti og at skilja
endamálið við Reyða Krossi
– er kanska júst avbjóðingin
í framtíðini.
- Vit eru fleiri, sum er
virkin her í felagsskapinum.
Men vit eru komin nakað
upp í árini, og tí kundu vit
so gott hugsað okkum at sæð
fleiri ung við í arbeiðinum.
- Tað hevði verið sera gott
fyri okkum og Reyða Kross
um fleiri ung komu við, siga
tey.
Tey ungu í dag hava so
nógvar møguleikar fyri at
síggja og uppliva verðina
sum hon er. Og tí áttu fleiri at
kunna komið við í arbeiðið
og á tann hátt gjørt mun úti
í heimi.
Hetta sama ger seg gald
andi, tá talan er um skeiðini
hjá Reyða Krossi í fyrstu
hjálp. Har eru vanliga nógv
fólk, men so síggjast tey
næstan ikki aftur.
- Tað hevði verið so deiligt
um fleiri av hesum kundu
blivið virkin í Reyða Krossi,
Suni Vinther á vitjan í
serbiska býnum Smederevo
fyrr í hesum mánaðinum.
Her stuðlar Reyði Krossur og
Formula einum barnagarði
fyri sigoynarabørn
Hentir lutir til hent endamál
Suni brennur fyri sakini
Týðandi at
gera nakað
Tá formaðurin í Reyða
Krossi, Suni Vinther fekk
sýndan heiður í farnu viku,
so var hann sum vera man
sera fegin um tað.
- Tað at hava gjørt
nakað - og at onnur halda
at ein hevur gjørt nakað
- er týdningarmikið, segði
hann.
Hann hevur ongar
ætlanir um at steðga við
arbeiðinum fyri Reyða
Kross, men kom kortini
við eini lítlari ábending.
- Eg leiti eftir einum
sum kann loysa meg av
sum formann í Reyða
Krossi.
- Men, legði hann
aftrat. Eg steðgi aldrin í
Reyða Krossi. Tað er ein
lívsstílur.
Tað stóð ikki á at sleppa av við
teir túsundtals lutirnar, sum
Reyði Krossur hevði at bjóða
fram á loppumarknaðinum
leygardagin