Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 229 - 29. november 2005 Tónleikur, lív og longsul Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Myndir; Jens Kr. Vang Ein leygardag seinnapart hitta vit Jens Lisberg í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ætlanin er at práta um tónleik, komandi útgávuna, og um lívið. Tí tónleikur hevur verið stórur partur av lívinum.Og í hesum førinum er deyðin ein týðandi partur av somu søk. Jens misti fyri seks árum síðani sonin Hávard í syndarligari ferðsluvanlukku. Eftir stóðu Jens og konan, elsti sonurin Torbjørn og dótturin Kristel. - Eg búgvi ikki so langt burtur, so tað ger onki, sigur Jens, tá blaðmaðurin einar tveir minuttir seinkaður kemur á staðið. Men Jens hevur ikki búð mong ár í Havn. Hann er suðuroyingur. Av Tvøroyri og gjørdist av álvara kendur við bólkinum Sputnik, sum hann hevði saman við bróðurinum Marner. Men eftir eina syndarliga vanlukku í Øravík, har ein bilur við ungum monnum rendi á eltornið, syndraðist tilveran og familjan endaði í Havn. Vit seta eld í kertuljósini og byrja at práta um lív­ið, deyðan og komandi savns­ fløguna. Stutt sagt; um 55 ára gamla Jens Lisberg. Útgáva á veg - Ja, um vit tosa um komandi savnsflæguna fyrst, so er hon komin til Danmarkar og er her fyrsta dagin, sigur Jens Lisberg. Talan er ikki bara um Sputnik. - Tí Sputnik er so nógv, men mest vóru tað Marner bróður og eg. Og so komu og fóru nógvir tónleikarar, men eg havi tikið stig til so at siga alt, sum er givið út, og sum kemur á savnsfløguni. Eitt band kom í 1983 og so helt tað á til umleið 1991, tá eitt jólaband kom, sum var nummar 7 í røðini, sigur Jens. - Har eru nógvir tónleikarar við. Góðar kreftir. Og her eru 40 av teimum løgum, ið eftir míni metan eiga at vera við í slíkum savni, ið kemur á dupultfløgu. Og so er táð jú tað spennandi við tí, at eg havi ongantíð áður givið fløgu út, og fólk hava spurt meg eftir, um tónleikurin fæst enn, sigur Jens. Tað var eitt sindur løgið, so sum hendan ætlanin kom í. Bjarni Góðadal og ein vinmaður hansara, Heini, og eg prátaðu um hetta at gera fløgu. Bjarni bjóðaði sær til at føra tónleikin av bondum, reinsa hann, og síðani á fløgu. Og knappliga ein dag stóð eg við dupultfløgu í hondini. Tað er ein góð kensla, tí nógv arbeiði er lagt í millum ár og dag og nógv ferðing. Og nú er hetta ikki burtur, sigur Jens Lisberg. Og eitt ljóst høvd bað Jens um at seta seg í samband við Kristian Blak og Tutl og teir vóru skjótt á bylgjulongd. Mark Joensen tók sær av foto og layout og fløgan er nú í Føroyum fyrsta dagin. - Eg hevði tó ikki droymt um, at so nógvar fløgur komu út, sum tað gera nú. Eg eri kanska dovnaður eitt sindur. Fyrr var sera spennandi, men nú havi eg eitt avslappað forhold til hetta , ið kemur út. Men kann tað gleða fólk, so eri eg fegin, tí nógvar góðar kreftir hava lagt orku í upptøkurnar millum ár og dag, sigur Jens Lisberg, sum fer undir nýinnspælingar til fløgu, um ein møguleiki stingur seg upp. Sorgin rakti á nátt Fyri seks árum síðani flutti familjan Lisberg til Havnar. Sonurin Hávard doyði í syndarligari ferðslu­ vanlukku, tá ein bilur við fýra ungum monnum rendi á el-tornið í Øravík. - Elsti sonurin var byrjaður at lesa í Danmark. Men sorg­ in var ov stór og hann fór ikki niðuraftur. Hann fór til Havnar á Fróðskaparsetrið. Vit fóru aftaná, fyri at blíva heil og fyri at hava hann hjá okkum og vera hjá honum, greiðir Jens frá og gerst álvarsamur. - Tvey ting kunnu henda, tá sorgin rakar soleiðis. Antin syndrast familjan ella heldur hon 100% saman og vit valdu tað seinna, sigur Jens. - Tá hugsar ein ikki so nógv um meteriel ting. Tann sum verður merktur av deyðanum á henda hátt, tekur ikki alt fyri givið og ein umhugsar veruliga lívið. Eg hugsi ofta um orðini, sum standa í Sjónleikarhúsinum; Gaman og álvari. Tvey ymisk orð, ið eru sum dagur og nátt, men sum eru um lívið og eru tvær síður av somu søk. Tú kanst vera so glaður ein dag, men so á kvøldi...... Ein má taka lívið í álvara, tí ein kann ikki tryggja seg, sigur Jens Lisberg hugs­un­ ar­samur. - At fáa tveir løgreglumenn bankandi á hurðina, tá ein lá og svav, og so fáa boðini um, hvat var áfatt, tað var skelkandi. Eg hugsaði bara um Hávard og spurdi, um hann var deyður. Eg fekk at vita, at fýra drongir vóru við bilinum. Tveir doyðu á staðnum og teir kendu ikki støðuna hjá hinum. Hávard fór til Havnar við tyrlu og í respirator. - Hetta vóru seks ár síðani í september, sigur Jens, sum fegnast um, at Hávard hevði tikið støðu og hevði tað gott við Guði, og livdi tó eitt vanligt lív millum javnaldrar sínar. Sorgin vorðin longsul - Bíðitíðin á Lands­sjúkra­hús­ inum var tað ringasta eg havi upplivað. So segði læknin, at onki var at gera. Og so skuldi avgerðin takast; at taka respiratorin frá honum og so var hann deyður í somu løtu! Hetta var tung avgerð at taka og ein skal vera sál­ ar­liga sterkur. Men bæði Kristel og Torbjørn vóru fant­astisk og tað var flott at síggja, hvussu Kristel bygdi mammu sína upp aftur, tí hon var jú bara eini 10 ár. Og ein mamma er ein mamma. Sum orðatakið sigur; Fátt er sum faðir, onki er sum móðir. Hjá eini mammu er sera svárt at missa sítt barn, sigur Jens Lisberg innhugsin. - Eg kenni meg í dag sum ein frían mann. Sorgin er vorðin ein longsul og ein saknur, haldi eg, sigur Jens. - Men um vit eisini skulu koma inn á tónleik her, so Misti s Sorgin er vor Soleiðis sigur kendi tónleikarin Jens Lisberg, tá hann hugsar aftur á tey seks árini, sum eru liðin, síðani hann misti sonin í syndarligari ferðsluvanlukku. Familjan tók eitt tak, tí Jens og familjan vóru greið yvir, at antin syndraðist familjan, ella helt hon 100% saman. Hetta seinna er eydnast. Jens og dótturin Kristel hava verið virkin innan tónleikin og í vikuni kemur út fløga, har Jens hevur savnað 40 teir bestu sangirnar, sum hann millum ár og dag hevur givið út. Men sorgin er har, men er nú meira ein longsul