týsdagur 29. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 29. november 2005
sonin:
rðin longsul
minnist eg ein dag, eg lá á
bonkinum í heimi okkara
í Trongisvági. Í húsunum,
sum vit forrestin sakna
nógv. Eg spurdi Hávard,
um eg bara skuldi gevast at
spæla tónleik. Hann hugdi
undarliga uppá meg við
einum loyndarfullum smíli.
Hann segði; nei, pabba, tað
mást tú bestemt ikki gera og
tað var, sum visti hann meira,
enn eg hugsaði. Eg hevði
sjálvur hugsað ein løgnan
tanka; Onkur í familjuni fór
at doyggja. Og øll høvdu
vit havt tann tankan hvør
í sínum lag, sigur Jens, og
leggur dent á, at alt hetta er
beint áðrenn vanlukkuna.
- Tað er so nógv ein kundi
greitt frá í samband við
Hávard, at tað upp í eina
heila bók, sigur Jens.
Fór ikki at blíva gamal
- Mamman og Hávard tosaðu
eisini saman.Hann segði, at
hann fór ikki at blíva gamal,
sigur Jens.
- Hávard bleiv ikki guitar
leikari, men hann hevði
evnini og gávurnar. Hann
spældi saman við Mikkjal
frá bólkinum SIC, Kristian
Djurhuus, Edmund í Garði
og ein góður vinmaður var
eisini Dánjal Jacobsen. Og
so má eg ikki gloyma Egil
Midjord, teir vóru bestu
vinir og vuksu upp saman,
sigur Jens, og leggur afturat,
at hann kundi nevnt fleiri.
- Teir høvdu dreym um
ein bólk, men tað bleiv so
ongantíð.
Blue Moon
- So komu vit til Havnar og
búðu í íbúð hjá familju. Og
so var tað tað; hvussu byggir
ein lívið uppaftur?
Nógv varð hugsað um
Kristel og Jens setti seg í
samband við Musikkskúlan.
Har fekk hann at vita, at um
hann ynskti klaverundirvísing,
so var at søkja.
- Tann, ið ikki søkti, tað
var eg, staðfestir Jens, og tí
var undranin og gleðin stór,
tá bræv kom um, at Kristel
slapp inn, og familjan helt
tað í byrjanini vera eina papp
írsvillu.
- Og klaverið ætlar hon at
halda fast við framyvir, nú
hon verður 17 ár, sigur ein
glaður pápi.
Byrjanin til konsertirnar
við Jens og Kristel kom,
tá Edvard N. Debess hevði
hana við í eini Svf sending.
Jens helt, at stuttligt var
at gjørt meira burturúr og
tónleikararnir vóru við uppá
hugskotið.
- Konsertin bleiv í Lær
araskúlahøllini og Jan Zach
ariassen tók upp. Tá sang
hon fyrstu ferð Blue Moon.
Sjálv tímdi hon ikki at hoyra
uptøkuna, tí hon helt hana
sikkurt vera ov vánaliga, men
tað hevur víst seg, at hon er væl
dámd, sigur Jens fegin.
Saman fara Jens og Kristel
at hava eina gallakonsert nakað
skjótt, men Jens staðfestir, at
hon er við at gerast vaksin og
ganga egnar leiðir.
- Nú hevur hon eisini verið
so longi saman við mær,
sigur Jens.
Kristel og Torbjørn
- Kristel hevur beiggjan
Torbjørn, sum dugir væl
at gera orð og løg og tey
hava gjørt okkurt saman og
hava ætlanir, men eg veit
ikki hvussu nógv eg skal
avdúka enn, sigur Jens, sum
tó staðfestir, at talan er um
spennandi ætlanir.
- Eg og Marner, beiggi
mín, hava eisini tosað um at
spæla eitt sindur aftur, mest
til viðlíkahald, men eg veit
ikki. Og stuttligt hevði verið
at gjørt okkurt tiltak til frama
fyri okkurt gott endamál,
sigur Jens Lisberg.
Ein maður, sum nú er
gerandisgestur í Havnargøtum,
ein sum kennir sakn, sorg og
longsul, ein tónleikaglað sál,
sum saman við familjuni hevur
bart seg ígjøgnum sorgina við
hjálp av samanhaldi í familjuni
og sum er komin heilur útaftur
í ljósið, eisini pall ljósið.
- Tvey ting kunnu henda, tá sorgin rakar
soleiðis. Antin syndrast familjan ella heldur
hon 100% saman og vit valdu tað seinna,
sigur Jens
Mynd: Jens Kristian Vang