týsdagur 29. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 229 - 29. november 2005
G
óðu
lesarar
og
viðskiftafólk kring alt
Føroya land.
Tað er nú hálvt ár síðani,
at Sosialurin flutti av Argjum
oman í Vágsbotn. Miðlahúsið
í Tórsgøtu 1 gjørdist nýggi
og spennandi karmurin um
støðugt vaksandi virksemið
hjá fyritøkuni.
Nýggja, rúmliga og ljósa
umhvørvið í Vágsbotni er
sjálvandi fyrst og fremst
eitt stórt framstig fyri starvs
fólkini, ið her hava fingið
tær best hugsandi umstøður
at virka undir.
Men hølini - hetta býarins
hjartað - hava eisini stóran
týdning fyri viðskiftafólkini
og allar borgarar annars.
Síðani farið varð undir at
skipa fyri alskyns tiltøkum
í hølunum er Miðlahúsið
vorðið einki minni enn eitt
fólksins hús. Miðlahúsið
er „trykkprøvað“ og hevur
víst seg at hava staðið fyrstu
royndina.
Tað er við hesi barlast og
royndum, at vit nú seta út í
kortið eitt nýtt og spennandi
ár.
Hetta fer vónandi fyrst og
fremst at vísa seg á teimum
mongu miðlapallunum, sum
Sosialurin og Miðlahúsið
virka á í dag og fara at virka
á í framtíðini.
Men tað fer so eisini at
koma til sjóndar við teimum
mongu tiltøkum, sum verða
í 2006. Tað veri seg konsertir
og fundir av ymsum slag. Eitt
nú Trapputing við fyrilestrum
og orðaskiftum. Tað hevur
ikki verið vika hetta fyrsta
hálva árið, at ikki okkurt
fólksligt tiltak hevur verið í
Miðlahúsinum. Og undirtøkan
hevur verið stór.
Endamálið við hesum
tiltøkum er fyrst og fremt
at gera Miðlahúsið til eitt
fólksins hús - til eitt livandi
og mennandi forum til frama
fyri bæði upplýsing, orðaskifti
og mentan. Og tiltøkini verða
so endurspeglað á mongu
miðlapallunum í húsinum,
soleiðis at ikki bert tey, sum
eru við til tiltøkini, men eisini
onnur, sum antin lesa blað
ella fylgja við á internetinum,
m.a. Portalinum, kunnu fylgja
við.
T
að skal vera vón
okkara, at fólk, feløg
og felagsskapir kring alt
Føroya land fara at gera brúk
av Miðlahúsinum í komandi
ári. Ringið til okkara ella
sendið ein teldupost og
leggið tykkara skilagóð
hugskot fram og fáið okkara
meting av teimum. So finna
vit ein leist, sum hóvar øllum
og sum tá kann vera við til
at skapa áhuga og harvið
menning.
Miðlahúsið hevur brúk
fyri tær og tykkum - og
vónandi hava tit brúk fyri
Miðlahúsinum og okkum
her virka. Saman og í felag
kunnu vit fáa nógv gott av
skafti til frama fyri flestøll.
Við hesum bjóðar Miðla
húsið tær at koma inn á
gólvið at tosa við okkum
um tiltøk í 2006.
Nú Sosialurin kemur í
hvørt heim í landinum er tað
m.a. fyri at geva tykkum
øllum møguleika at vera við
í okkara árligu jólakapping:
„Jólakalendarin“. Talan er eisini
um eina „Kánus-kapping“, og
vit hava ta nýggjheit til lesa
rarnar, at Sosialurin nú fer
undir vælumtókta „Sudoko“
spælið.
At koma út í hvørt heim
í Føroyum gevur okkum
so eisini høvi til at røkka
teimum, sum í dag ikki lesa
ella síggja blaðið. Fyllið út
haldaralepan á síðu 24 og tit
fáa blaðið sendandi restina
av árinum.
Í dag kemur Sosialurin so
út í hvønn krók í landinum.
Mong lesa blaðið sum er. Vit
síggja tó fegin, at uppaftur fleiri
fáa hetta høvið, og tí hava vit
avgjørt at senda tykkum hetta
eina blaðið ókeypis. Tit kunnu
so gera tykkum eina fatan av,
hvat blaðið m.a. inniheldur. Vit
vilja eisini fegin hava góð ráð
frá tykkum um, hvat tit halda
manglar í blaðnum. Sosialurin
er og vil framhaldandi vera
fólksins blað, fyri allar
føroyingar likamikið hvar í
landinum teir búleikast.
T
að, sum vit annars hava
at bjóða uppá, er eitt
sera fjøllbroytt, áhugavert og
spennandi blað fimm ferðir
um vikuna. Her eru vanlig
tíðindi, tilfar um mentan og list,
ítróttur, vinnusíður, orðaskifti
og Tinghellur, navnatilfar og
heilsanir, heilsusíða, Óli P,
veðrið, vikuskiftið, í býin,
bilar, lýsingatorg og hópurin av
lýsingum fyri bert at taka nakað
úr rúgvuni. Til útisetar kunnu
vit bjóða Internetsosialin,
og sjófólki okkara bjóða vit
teldutøkan Skipssosial.
Sosialurin og Miðlahúsið
ynskja við hesum Føroya
fólki góðan lesihug.
Jan Müller, blaðstjóri
Miðlahúsið letur dyrnar upp