týsdagur 29. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 29. november 2005
11
Sjálvt um hann kennir
seg eitt sindur naknan,
er tað við spenningi,
Justinus L. Eidesgaard
hittir sínar lesarar, nú
hann ferðast kring
landið og signerar
bókina Kaj 2. Spentir
lesarar fregnast longu
eftir, nær triðja bókin
um Kaj kemur, og
onkur er enntá komin
við hugskotum til
innihaldið
Bókaprát
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tað kennist sum inni í holuni
hjá Aladdin her í básinum hjá
Leikalund á Sølustevnuni í
Klaksvík. Stakkar av bókum
á gólvinum, borðunum og
allastaðni, har eitt lítið pláss
er. Ein høgur Harry Potter
bókastakkur hevur fingið
eina gyklandi fína reyða
silkisloyfu um fleiri túsund
síður langa ævintýrið ...
“Apan”
Í einum króki, í glæmuni
frá livandi ljósunum situr
rithøvundurin Justinus L.
Eidesgaard. Á borðinum við
síðuna av liggja uppaftur
nakrir stakkar av enn einum
ævintýri – um gávuríka ung
lingin Kaj, sum droymdi stórar
skiparadreymar, og endaði sum
... ja, tað vita vit ikki rættiliga
enn, tí søgan um hjá Justinus
um Kaj er ikki liðug. Onnur
bókin í røðini er júst komin, og
tað er hana, Justinus situr her í
krókinum og signerar hendan
seinnapartin.
Men stakkurin av bókum
er eisini søgan um tíðinda
mannin, sum droymdi um
at gerast rithøvundur. Og
hvussu er, bleiv tað nú so
spennandi, sum hann hevði
ímyndað sær?
- Ja, avgjørt. Og tó, tóm
rúmið eftir at tú hevur
latið bókina frá tær, kann
verða ringt at venja seg við.
Og so kenslan av at hava
avdúkað seg sjálvan. Sjálvt
um alt, sum stendur at lesa
í bókunum um Kaj, kann
prógvast, er tað framvegis
eg, sum velji, hvat eg fortelji
um Kaj. Og tað avdúkar
rættiliga nógv um meg. So
beint nú føli eg meg sum
eina nakna apu í einum búri,
sigur Justinus, og kveitir
yvir á longu røðinar av fólki,
sum steðga á at heilsa uppá
“apuna”.
Men tað tekur Justinus
fegin við, nú hann er sloppin
at gera rithøvundadreymin
til veruleika.
- Eg trúgvi at øll tíðinda
fólk droyma um at skriva ta
ultimativu greinina. Hetta
gjørdist so mín, tí eg trúgvi
ikki, eg nakrantíð komi at
skriva eitt verk, sum hetta,
aftur.
Kaj-prát
Yviri við inngongdina til básin
hevur ein maður í grønari ulpu
staðið eina góða løtu og kveitt
yvir á Justinus. Ì hondini hevur
hann ein hvítan plastikkposa.
Nú tekur hann dik á seg
og gongur beint yvir móti
høvundanum
- Góðan dagin, sigur
hann og hyggur eitt sindur
forvitin og kannandi at
høvundanum.
- Eg hugsaði, um tú vildi
skriva í hesa bókina, heldur
hann fram og tekur eitt eintak
av Kaj 2 upp úr posanum.
- Tað skal ikki standa á,
sigur Justinus ramliga og
tekur gylta fyllipennin úr
skjúrtulummanum. Meðan
hann
skrivar,
boyggir
maðurin seg niður ímóti
hinum og sigur eitt sindur
lágmætur.
- Hetta er eitt óført verk,
tú hevur skrivað ...
Justinus smílist og hyggur
upp
- Takk skalt tú hava.
Tað var stuttligt at hoyra
– tú heldur ikki, at eg gangi
persónunum ov nær?
- Nei, nei – slett ikki. Tí,
sært tú, eg eri í familju við
Kaj og ....
Meðan teir báðir, høvund
urin og lesarin, fáa sær eitt
innforstaðið prát um Kaj og
hansara avrik, koma fleiri
til, sum eisini vilja ogna sær
signaturin hjá Justinus, nú
tey hava høvið. Í skravandi
ljóðinum frá fyllipenninum
prátar Justinus og svarar
forvitnum spurningum. Tað
tykist sum, at lesararnir
kenna søguna um Kaj minst
líka væl, sum Justinus. Ì øll
um førum tann partin, tey
hava lisið higartil, og nú
fregnast tey longu eftir, nær
triðja bókin kemur.
- Tað verður ikki rættiliga
enn, sigur Justinus og smílist
eitt sindur loyndarfullur. Hann
sær út til at hugna sær óført og
jú, hann dylur ikki yvir, at tað
er nakað heilt serstakt við at
hitta lesararnar soleiðis andlit
til andlits.
- Tað er altíð spennandi at
hoyra reaktiónirnar hjá fólki.
Nógvir av mínum lesarum
hava jú okkurt serligt tilknýti
til Kaj ella hendingarnar,
so tey hava ofta okkurt
áhugavert at leggja afturat.
Ein góð kensla
Bøkurnar um Kaj hava
onga reyða silkisloyfu, og
ofta ganga tær persónunum
óvanliga nær. Men sum
heild hava fólk foreint
seg við eisini teir minni
smikrandi upplýsingarnar,
eftir at tey hava sodnað
teir. Justinus hevur hvørki
gjørt Kaj til eina hetju ella
tað øvuta. Bara greitt frá
menniskjanum Kaj, hansara
tíð og umstøðum eftir at hava
granskað øll hugsandi skjøl
væl og virðiliga.
- Eg setti mær fyri at
skriva eina dokumentariska
ævisøgu, og tað havi eg
hildið fast í. Eisini sjálvt
um tað hava verið løtur, har
tað hevur verið freistandi at
pynta við tankan um, at eg
so seldi fleiri bøkur, sigur
Justinus bersøgin.
- Í dag eri eg errin av, at eg
havi gjørt tað, eg setti mær
fyri. Tað er ein góð kensla
...
Bøkurnar um Kaj hava
selt væl, men tað skal eisini
arbeiðast hart fyri tí. Og
Justinus viðgongur, at júst tann
partin av at vera rithøvundur
vildi hann helst sloppið
undan. Alt hetta við sølu áttu
professionell forløg at tikið
sær av, so rithøvundurin slapp
at hvíla seg ella halda fram við
næstu bók í friði og náðum,
sigur Justinus og suffar eitt
sindur.
- Lat okkum vóna, at
politikarnir ein dag finna út
av at virðismeta okkara arbeiði
við at løna rithøvundum sum
øðrum, ið hava eitt starv at
røkja. Tað kundi jú hugsast,
at lesararnir tá fingu fleiri og
betri bøkur at velja ímillum.
Kaj og Henry Ford
- Hey Justinus. Kom og
skriva tín autograf í her!
Ein heldur bráður og práting
arsamur ungur maður trýstir
eitt eintak av Kaj 2 í hondina
á Justinus og bíðar spentur
- Eg havi keypt abba hana í
jólagávu. Hann fekk ta fyrru
síðsta ár, fortelur hann, men
skundar sær at leggja afturat,
at hann eisini sjálvur hevur
lisið bøkurnar.
- Ein maður sum Kaj
hevur havt sama týdning
fyri Føroyar, sum Henry
Ford hevði fyri USA. Ein
slóðbrótari, sum tað er tíð
uppá at virðismeta, sigur
hann avgjørdur og prátar
ivrigur víðari.
Ein lesari, sum veruliga
livir seg inn i søguna, má
man siga. Og teimum eru
tað fleiri av. Justinus fortelur
um ein eldri man, sum kom
at fáa bókina signeraða og
samstundis gav sær ein
brævbjálva. Ì honum var
ein frágreiðing um eina
hending, sum maðurin helt,
at Justinus átti at tikið við í
sína næstu bók um Kaj.
Átta mánaðir
av nú’um
Við bókunum um Kaj hevur
Justinus tikið sínar lesarar
við sær inn í eina søgu, hann
sjálvur fegin vil hoyra. Og tí
skrivar hann eisini á ein hátt,
so hann sjálvur hevði tímað at
lisið bøkurnar. Tað er allatíðina
mátistokkurin. Byrjar Justinus
at keða seg, steðgar hann at
skriva, inntil hann aftur fær
givið søguni lív.
- Summi skriva søgur fyri
at varveita tað føroyska málið.
Eg skrivi fyri at fortelja eina
søgu – mína søgu um Kaj,
ikki ta endaligu, sigur Justinus,
sum ikki heldur tað vera
órógvandi fyri skrivigleðina,
at hann hevur valt at halda eg
so neyvt til skjøl og prógv um
næstan alt.
- Tað er við teimum smáu
detaljunum, at persónarnir
og teirra atburður verður so
livandi, at tað er sum at vera
har sjálvur. Eg nýtist ikki
at hava alla bókina lidna í
høvdinum, áðrenn eg byrji at
skriva. Men eg má biðja ein
lækna greiða mær frá, hvussu
tað er at hava tuberklar fyri
at kunna fortelja, hvussu
Kaj føldi tað, tá hann lá
sjúkur. Tað eru hesir smærru
samanhangirnir, sum geva
góðu skriviløturnar. Kaj 2
er átta mánaðir av góðum
nú’um, har síðurnar næstan
skrivaðu seg sjálvar.
Ótolnu Kaj-lesararnir
mugu brynja seg við toli,
tí triðja bókin kemur ikki
fyrr enn á heysti 2007.
Fyrst fer Justinus nevniliga
í holt við eina heilt aðra
skriviavbjóðing við støði
í sínum upplivingum sum
hjálparfólk í Sjómanskirkjuni
í Singapore seinast í 90unum
– ein reflektión yvir møti
millum ein vesturlending
og orientalska mentan, sum
hann fyribils kallar bókina.
Høvundurin hittir sínar lesarar
Í hesum døgum signerar
Justinus L. Eidesgaard bókina
Kaj 2 kring landið. Eitt frálíkt
høvi hjá lesararum at fáa
orðið á høvundan – og øvut