týsdagur 29. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 229 - 29. november 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hesar tvær seinastu
vikurnar hevur 10.
flokkur í Eystur
skúlanum verið í
starvsvenjing. Niclas
Reginsson og Áki
Vang valdu at fara í
starvsvenjing í bowl
ing høllina í Havn
Praktikantar
Barbara Tausen
Í viku 46 og 47 vóru Niclas
Reginsson og Áki Vang
í starvsvenjing í bowling
høllini í Havn, Niclas hevði
hoyrt frá einum vinmanni, at
her var sera gott at vera, og
valdi so at royna tað.
Teimum dámdu væl at
vera har, og hildu at tað
var sera áhugavert. Eisini
siga teir, at teir ikki høvdu
havt nakað ímóti at arbeitt í
bowlinghøllini. Teir kundu
velja at møta klokkan 11.00
og fáa frí klokkan 16.30, ella
kundu teir møta klokkan
17.00 og fáa frí klokkan
22.00.
Tá teir vóru í Bowlinghøllini ,
stóðu teir við kassan, vaskaðu
banarnir um morgunin,
ordnaðu maskinurnar, um
okkurt skuldi verið galið, og
eisini onnur smáting. Hetta
hava verið tvær sera góðar
vikur siga teir við einum
smíli.
Kristina Thomassen
og Karla A. Vang
ganga báðar í 10.
flokki í Eystur
skúlanum. Í tveimum
teimum síðstu
vikunum hava tær
verið í starvsvenjing á
Tjaldurs Apoteki
STARVSVENJING
Lena R. Guttesen
Frá mánadegnum 14. nov. til
fríggjadagin 25. nov. hava 10.
flokkarnir í Eysturskúlanum
verið í starvsvenjing. Tær
báðar Kristina Thomassen
og Karla A. Vang valdu
báðar at royna Tjaldurs Apo
tek. Kristina hevði hoyrt
frá einari vinkonu, ið hevði
verið har áður, at hetta staði
var sera áhugavert. Eisini
vildi hon síggja hvussu tey
arbeiddu har. Karla hevur
harafturímóti áhuga fyri
medisini, og hevur hugsað
um at gerast sjúkrasystur.
Hon søkti fyrst inn á Lands
sjúkrahúsið, men av tí at
aðrir praktikantar vóru har,
valdi hon ístaðin Tjaldurs
Apotek.
Eftir tveimum áhugaverd
um og arbeiðssomum vikum,
eru tær sera væl nøgdar. Tær
fingu eitt fjølbroytt skema
at ganga eftur, har tær m.a.
hava lært at seta vørur upp á
pláss, gera reseptir og pakk
að ymisk medisin.
Vit spurdi tær so til seinast,
um tær høvdu viljað havt
hetta sum arbeiði. Har ivaðist
Kristina eitt sindur og segði,
at tað var sera áhugavert,
men ikki júst tað rætta fyri
hana. Karlu dámdi sera væl
og hevur enn ætlanir um at
gerast sjúkrasystur.
»Stuðulsskipanin
fyri Vaksin« er nú
komin við einari
nýggjari skipan,
sum fyrstu ferð er
roynd í Føroyum.
Í Suðurstreymoy
arbeiðir Starvsfólkið
nú sum eitt toymi.
Ætlanin er at fáa hesa
toymisskipan at virka
um alt landið
Stuðulsskipan
Myndir:
Magnus Gunnarsson
Uppgávan hjá »Stuðuls
toyminum fyri Vaksin« er
at veita persónligan stuðul
til heimabúgvandi sálarsjúk
í aldrinum 18-67 ár, sum øll
hava tørv á stuðli í heim
inum.
Stuðulsskipanin er nú kom
in við einari nýggjari skipan,
sum fyrstu ferð er roynd í
Føroyum. Í Suðurstreymoy
arbeiðir Starvsfólkið nú sum
eitt toymi.
Sum tað hevur verið
higartil, hevur eitt starvsfólk
verið til hvønn brúkara, men
tað slóðbrótandi við nýggju
skipanini er, at nú arbeiða
starvsfólkini sum eitt toymi
við tvørfakligari vitan.
Stuðulsskipanin
fyri
vaksin setir sum treyt,
at starvsfólk ið skulu
arbeiða í toyminum skula
hava eina sosial- ella eina
heilsufakliga útbúgving.
Grundgevingin fyri hesum
er tann, at tað fakliga
støði í stuðulsarbeiðinum
skal kunna avspeglast í
stuðulsarbeiðinum og skal
hetta koma brúkaranum til
góðar. Hvørt stuðulsfólk
hevur 6-7 brúkarar, sum tey
hava tilknýti til.
Tann ymiska fakliga
vitanin í toyminum ger, at
tey fáa heildarmyndina við,
tá tey skulu finna tørvin hjá
tí einstaka brúkaranum.
Starvsfólkið í toyminum
fær eisini stórt gagn av at
arbeiða í toyminum, tá tann
fakligi førleikin hjá hvørjum
einkultum starvsfólki er so
ymiskt samansettur.
Nýggja skipanin er gjørd
eftir donskum leisti, men
er lagað til føroysk við
urskifti. Stuðulsskipanin
samstarvar eisini við fýra
danskar kommunur við
m.a. at starvsfólkini í stuð
ulstoyminum, samstarva
við tilsvarandi stuðulstoym
í Danmark.
Hetta verður gjørt við at
stuðulstoymið hevur møgu
leika fyri at starvsfólk frá
toyminum luttaka á fundum
og skeiðum í Danmark.
Endamálið við hesum er, at
stuðulstoymið skal menna
sín fakliga og persónliga
førleika og fáa íblástur til
stuðulsarbeiðið.
Tað var 1. januar 2003
at »Stuðulsskipanin fyri
Vaksin« var yvirtikin av
Heimarøktini og Serfor
sorgini. Stovnurin heldur til
í Løkjutúni 1 á Argjum, og
leiðari á stovninum er Regin
Johansen, ið er útbúgvin
sosialráðgevi við psykologi-
yvirbygningi.
Stuðusskipanin við
nýggjari tænastu
Toymið í nýggju stuðulsskipanini, ið øll eru fakfólk, f.v.: Hildigunn Tausen, Róa Midjord, Elsa Klein Olsen, Jensia Brodersen og Heidi
Tvørfoss. Myndin er tikin í Løkju kaféini í nýinnrættaðu hølunum á Argjum
Praktikantar í Bowlinghøllini í Havn
Áki Vang og Niclas Reginsson dámdu sera væl í Bowlinghøllini
Mynd: Barbara Tausen
Í starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki
Praktikantar á Tjaldurs Apoteki: Karla A. Vang og Kristina
Thomassen
Mynd: Barbara Tausen
Regin Johansen, leiðari, saman við starvsfólkunum Heidi Tvørfoss
(v.m.) og Hildigunn Tausen, sum júst nú hava verið og vitjað eitt
stuðulstoym í Danmark