Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 29. november 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andlát og jarðarferðir Anna Joensen, Klakvík, van­liga nevnd Anna á Dalinum, andaðist á Norð­oya røktarheimi 26. nov., 81 ára gomul. Kist­an fer úr kapelinum mánakvøldið klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni týs­ dagin klokkan 13. Ingálvur av Reyni, Tórs­­havn, andaðist á Lands­­sjúkrahúsinum leyg­­ar­dag­in 26. nov., 84 ára gamal. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Elly J. Bláhamar Vestmanna andaðist sunnukvøldið 27. november, 65 ára gomul. Farið verður úr kapellinum mikudagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju týsdagin kl. 13.00. Sungið verður úr sálmabókini. Fyri tey avvarðandi Anfinn, Anna Maria og Fríðálvur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæra kona, mamma, omma og langomma Elna Clementsen, Skopun doyði og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og við ervið. Takk til prestar, berarar, bilføraran, organist, sangarar og gravarar. Og tøkk til tey á Sambýlinum á Skerðinum. Hjartaliga tøkk øll somul. Maður og synirnir Gunnar og Tollak við familjum Dagurin í morgin 30. november. Andrasarmessa. Um lærusveinin Andrias sigur apokrýfisk søgn, at hann, tá ið ápostlarnir skiltust, fór sum trúboðari til Grikkalands og um svartahavsleiðirnar. Hann noktaði fyri at tæna skurðgudunum og varð krossfestur. Krossurin hann var hongdur á, var settur saman á skák, og ein tílíkur krossur hevur síðani verið róptur andrasarkrossur. Á kirkjubøstólunum við træskurðinum av Andrasi er hann avmyndaður við hesum krossi. Andras hevur verið høgt mettur sum halgimenni t.d. í Russlandi og Skotlandi, og vit vita, at minningardagur hansara, 30. november, eisini hevur verið hildin í Føroyum. Navnið er grikst og merkir maður. Hósdagin 24. novem­ ber læt ein mynda­ framsýning upp í Smiðjuni í Lítlu­vík í Havn. Tað eru tær báðar Kari Roarsdóttir og Estrid Christensen, ið sýna fram Framsýning Barbara Tausen Lena R. Guttesen Hetta er ein annarleiðis fram­ sýning við t.d nattúrmyndum og fletting av seyði, eisini sýna tær tað, tær kalla »ikon- skitser«. Alt er gjørt við oljukriti, vatnlitum og akryl­ máling. Framsýningin er opin hvønn dag frá 14-20. Kari er annars úr Noregi, og hevur hon áður havt fram­sýningar har. Estrid er úr Danmark, har hon hevur havt onkrar framsýningar, og nú er hon so komin til Føroyar at hava hesa fram­ sýningina. Uttan um listaheimin starv­ast Kari sum urta­ garðs­kvinna og Estrid sum fulltíðar listafólk í Danmark. Fram­sýningin er opin til og við týsdagin 29. november. Framsýning av myndum í Smiðjuni Hósdagin 24. nov­ ember var móttøka í Losjuni við Ting­ hús­vegin í Havn í sambandi við at nýggja bókin »Losjan Støt Viljen 100 ár« varð løgd fram. Tað er Erling Isholm, sum hevur skrivað bókina Móttøka Myndir: Magnus Gunnarsson Fitt av fólki var komið saman til móttøkuna í Losjuni í Havn, tá nýggja bókin »Losjan Støt Viljen 100 ár« var løgd fram. Jákup Lindenskov, for­ maður í losjuni, beyð øll­ um at vera vælkomin, og ­í nýtum orðum takkaði hann Erling Isholm fyri væla­verk. Eyðbjørg Joensen, næst­ formaður í losjuni, ynskti eisini Erlingi tillukku frá losjuni við vøkrum blómu­ prýði. Millum tey sum hildu røðu undir móttøkuni bar Sigfríður Joensen úr Gøtulosju eina heilsan fram, og Sverri Steinhólm, formaður í Blákrossi Føroya, røddi um týdningin losjurnar hava, og var hann sera fegin um at hetta bókaverk var komið út. Bókin er um losjuna »Støt Viljen« í Havn, men sum heild viðgerð bókin losjurnar um alt landið, eisini barna- og ungmannafeløgini. Tal­an er um bókaverk á 375 blað­ síður, sum lýsir søguna hjá felagsskapinum. Losjuni í Havn, sum varð stovnað hin 1. mai í 1902. Erling Isholm í Havn hev­ur ritstjórnað og lagt bók­ina til rættis í tøttum sam­starvi við losjulimirnar: Jákup Lindenskov, Tórbjørn Mikkelsen og Hendrik Rub­ ek­sen. Forlagið Mál & Ment­ an hevur givið bókina út. Stórt tal av myndum lýsa viðurskifti, sum tey tá vóru og eru rættuliga áhugaverdar í mongum føri. Í bókini er skrá yvir kunn­ inganotur, keldur, navnalisti, listi yvir myndaánarar. Rættu­liga neyvt lýsir bókin partar av siðsøgu okkara og innlit í felgaslív, sum tað var í øldini farnu í tíðarbilum, tá samfelagið var rættuliga lítið øðrvísi, enn tað hevði verið í øldir - serliga ferðalíkindi, samband millum bygdir og oyggjar. Bókin kostar 325 krónur í sjáldsama fagurlittari permu. Losjan Støt Viljen 100 ár: Losjurnar altíð havt stóran týdning Frá 24. til 29. november hava Estrid Christensen (v.m.) og Kari Roarsdóttir eina myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Magnus Gunnarsson Erling Isholm hevur ritstjórnað og lagt bókina »Losjan Støt Viljen 100 ár« til rættis Erling Isholm hevur skrivað bókina í tøttum samstarvi við losjulimirnar: Jákup Lindenskov (v.m.), Hendrik Rubeksen og Tórbjørn Mikkelsen