týsdagur 29. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 229 - 29. november 2005
SUDOKU
Sudoku er skírt at vera av-
loysarin til krossorðagátur í
tíðindabløðum. Spælið er
vorðið alsamt betur umtókt,
og alt fleiri tíðindabløð
kring allan heim prenta tal-
gáturnar. Sudoku bøkur er
millum mest seldu bøkur-
nar í bókhandlunum eisini
her heima. Nú bjóðar Sosi-
alurin eisini sínum lesarum
Sudoku gátur. Í samstarvi
við fyritøkuna Pappocom
fara vit at prenta eina
nýggja Sudoku gátu hvønn
dag fram til nýggjárs. Gát-
urnar vera av ymiskum tor-
leikastigi, frá sera løttum til
sera torført. Undir prentaðu
gátunum stendur altíð frá-
merki við, fyri at vísa
hvussu torfør hon er.
Í dag prenta vit fimm
dømi um Sudoko talgátur, 9
kassar við 9 rútum eru sett-
ir saman í ein stóran kassa,
og hvør av hesum kassum
er ein gáta. Gáturnar eru í
torleikastigunum: sera løtt,
løtt, miðal, torfør og sera
torfør. Tann lættasta gátan
tekur millum 10 minuttir og
ein hálvan tíma at loysa,
meðan tann truplasta kann
taka fleiri dagar. Men fel-
ags fyri tær allar er, at tær
bert hava eina loysn og
kunnu loysast við logikki
og uttan at gita.
Reglurnar í Sudoko eru
rættiliga einfaldar. Hvør
kassi skal hava tølini 1-9 í
sær og einki av tølunum
skal vera skrivað tvær ferð-
ir. Tað sama er galdandi fyri
hvørja reglu og hvørja ko-
lonnu í samlaða kassanum.
Vit kunnu byrja at loysa
ovastu gátuna, ið er tann
sera lætta. Vit royna at seta
7 talið í ovasta vinstra
kassa, latum okkum rópa
hann kassa 1. Legg til
merkis at 7 talið í kassa 3 er
í fyrsta rað. Hetta er 7 talið
fyri alt fyrsta rað, so 7 talið
er sostatt ikki í fyrsta rað í
kassa 1. Hyggja við í kassa
2, so er 7 talið í øðrum rað,
hetta merkir at 7 talið í
kassa 1 er í triðja rað, og í
hesum rað er bert eitt tómt
pláss, tað er í millum 9 talið
og 2 talið.
Latum okkum royna at
seta 9 talið í kassa 2. Um
vit hyggja at kassa 8(tað er
tann niðasti í miðjuni), so
er 9 talið í fimtu kolonnu,
hetta er 9 talið fyri alla ko-
lonnuna, sostatt er 9 talið
ikki í fimtu kollonnu í
kassa 2. Í kassa 5 er 9 talið
í fjórðu kolonnu, sostatt má
9 talið vera í sættu kolonnu
í kassa 2. Í sættu kolonnu
eru tveir møguleikar, men
hyggja vit í kassa 1 síggja
vit 9 talið í triðja raði, so-
statt skal 9 standa í fyrsta
rað í kassa 2.
Fylgir tú hesum logikki,
so kanst tú loysa allar gát-
urnar. Sjálvandi gerst tað
heldur tuplari í teimum tor-
føraru gátunum, og tú
noyðist at hugsa teg nakað
væl betur um, áðrenn tú
setur tølini.
Sudoku ein
logisk avbjóðing
9($6<
($6<
Frá nú av og til jóla verða
Sudoku
uppgávur
at
finna hvønn dag í Sosial-
inum. Jú fleiri uppgávur,
ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú
at vinna.
Sendið okkum loysnir-
nar innan 27. desember
og viðmerkið brævbjálv-
an »Sudoku«. Vinningur-
in er ein Samsung E730 +
eitt Teletíðarhald frá Før-
oya Tele. Virði 3.295 kr.
Henda
fartelefonin
hevur so at siga alt sum
skal til í eini fartelefon.
Megapixel-kamera, vid-
eo, MP3, Bluetooth, FM-
radio, 96 Mb minni v. m.
Eisini hevur E730 ein
TFT-skerm við 262.000
litum.
Trekt verður millum jól
og nýggjár.
Sudoku-Kapping
0(',80
+$5'
Navn:
___________________________________________
Bústaður:
___________________________________________
Sendið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn. Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Reglurnar í Sudoko eru rætt-
iliga einfaldar. Hvør kassi
skal hava tølini 1-9 í sær og
einki av tølunum skal vera
skrivað tvær ferðir
Mynd: Jens Kristian Vang
TRUPUL
MIÐAL
SERA LØTT
LØTT