Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 29. november 2005 15 – Kappingarráðið hevur kravt, at Farmaleiðir hjá Strandferðsluni skulu ikki geva hall næsta ár og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri útjaðaran í Føroyum Farmaleiðir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Farmaleiðir hjá Strand­ferðsl­ uni hava altíð verið mettar sum ein lívæðr í føroyska samfelagnum, serliga til útjaðaranær. Men nú er vandi fyri, at hendan lívæðrin verður kvett av. Kappingarráðið hevur nevniliga kravt, at næsta ár skulu Farmaleiðir hjá Strand­ ferðsluni ikki geva hall. Tað merkir antin, at prís­ ir­nir á farmaflutninginum skulu hækkast munandi, at útreiðslurnar skulu lækka munandi ella eitt sindur av báðum. Í 2004 høvdu Farmaleiðir eitt hall uppá 9,9 milliónir, men í fjør var tað eitt sindur minni. Men í øllum førumer talan um eitt stórt hall. Hetta merkir, at í meðal skulu prísirnir at flyta farm við Farmaleiðum hækka 50% ella skulu útreiðslurnar lækka 35%, ella skal eitt sind­ur av hvørjum setast í verk, hevur Kappingarráðið roknað út. Kristjan Davidsen, stjóri á Strandfeðsluni, sig­ur, at roknistykkið, sum Kapp­ ingarráðið setir upp, er ov einfalt. At hækka prísirnar gevur neyvan fleiri inntøkur. Flutn­ingurin á teimum øk­um, sum veruliga muna í inntøkunum, er í kapping við privatu vinnuna, so verður prísurin settur upp, fara onnur avstað við flutn­ inginum. Hugsar serliga um flutning á meginøkinum, um Fiskaflutning o.s.fr. Tí loysir ein príshækking ikki trupulleikan, sigur hann. Atlitið til útjaðaran takast burtur Kristian Davidsen sigur, at í sambandi við útjaðaran fer tað kanska ikki at minka um flutningin at hækka farma­ gjaldið, tí fólkið har hevur ongar aðrar møguleikar. – Men samanumtikið meta vit ikki, at tað gevur nakað at hækka farmagjaldið. Tað skerst ikki burtur, at Farmaleiðir hevur stór sosi­al atlit í sambandi við út­jaðaran, tí har hevur Strand­ferðslan átikið sær eina flutningsskyldu, hóast tað ikki er lógarfest. – Men hendir onki annað, samstundis sum treytirnar frá Kappingarráðnum skulu fylgjast, má tað sosiala atlitið til útjaðaran takast burtur fyri fáa hallið hjá Farmaleiðum burtur, staðfestir stjórin á Strandferðsluni. Tað merkir so aftur, at alt virksemið, sum ikki loysir seg, má steðga. Stjórin í Strandferðsluni ásannar, at hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri út­jaðaran, tí sum støðan hevur verið, má Farmaleiðir metast at vera eitt felag fyri útjaðaran. – Men nú skal Farmaleiðir bara hugsa vinnuligt og alt, sum ikki loysir seg, má so­statt sleppast og tað er fyrst og fremst flutningurin til og úr útjaðaranum, har lítið fólk b‡r. – Tað sigur seg sjálvt, at talan verður um eina verri tænastu til útjaðaran. Orsøkin til hallið hjá Farmaleiðum er júst tann, at tær hava átikið sær ein flutning til útjaðaran, hóast tað hevur givið hall. Kristian Davidsen heldur kortini, at hetta ger tað átrokandi hjá politikarum at taka eina avgerð um, hvussu Farmaflutningurin skulu skipast. – Skulu Farmaleiðir rekast á handilsligum grundarlagi, má politiska valdið taka støðu til um hetta er ein uppgáva, sum landið skal átaka sær, ella um hon skal vera á privatum grundarlagi. Hann heldur eisini, at hetta ger tað neyðugt at politikarar taka støðu til, um talan skal vera um flutningsskyldu, sama um tað verður rikið á privatum ella almennum grundarlagi. – At Kappingarráðið hevur tikið hesa støðuna, ger tað í øllum førum átrokandi at ein politisk støða verður tikin til framtíðina hjá Farma­leiðum. Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á landsst‡rismanninum í samferðslumálum, áðrenn blaðið fór til prentingar. Nú sandoyingar og skúvoyingar eru bodnir upp í barna­vernd­ar­ sam­starv­ið í Suðuroy, er hetta ein roynd at styrkja suðurøkið í Føroyum, tí samstarvið kann víðkast til so nógv annað, sigur borgarstjórin á Tvøroyri Barnavernd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Høvdu vit fingið styrkt sam­ bandið ímillum Sandoynna, Skúvoynna og Suðuroynna, hevði tað verið ein stórur fyrimunur. Tað sigur Kristin Mich­ el­sen, borgarstjóri á Tvør­ oyri. Og tað er júst fyri at seta hol á eitt samstarv ímillum hesar tríggjar tær syðstu oyggjarnar í landinum, at Tvøroyrar kommuna nú hevur bjóðað sandoyingum og Skúvoyingum at sam­ starva við suðuroyingar um barnaverndararøkið . Kristin Michelsen sigur sostatt, at tað er misskilt, tá ið fólk halda, at tað er bara Sands Kommuna, sum er spurd, um áhugi er fyri at koma upp í barnaverndararbeiðið í Suðuroy. – Vit hava sent sama fyri­ spurning til allar komm­ unurnar í Sandoynni og til Skúvoyar Kommunu, sigur hann. Onki løgið Tað er annars fallið hvalbingum fyri bróstið, at Tvøroyrar Býráð hevur bjóðað øðrum upp í barnaverndarsamstarvið í Suðuroy, uttan at siga hinum kommununum í Suðuroy frá. Men hetta skilir borgar­ stjórin á Tvøroyri als ikki. – Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt av at seta sosi­ala deild á stovn og barnaverndarsamstarvið í Suðuroy skal keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri. Tað er sostatt heilt natúrligt, at vit eisini senda ein følara fyri at vita um áhugi er í Sandoynni og Skúvoynni fyri at koma uppí og at keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri, eins og hinar kommunurnar í Suðuroy gera tað. Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at higartil hevur Tvøroyrar B‡ráð bara hoyrt aftur frá Sands kommunu og hon er áhugað í at koma í eitt samstarv. – Tað er sjálvandi ikki ætlanin at arbeiða uttanum hinar komunurnar í Suður­ oynni og vísir tað seg at vera áhugi í Sandoy og Skúvoy fyri at koma upp í eina felags barnavernd við kommunurnar í Suðuroy, er tað sjálvsagt eitt mál, sum skal viðgerast saman við øllum kommunum í Suðuroy. – Men tað er ongin orsøk til at leggja málið fyri allar kommunurnar í Suðuroy, fyrrenn vit hava fingið greiði á, um sandoyingar og skúvoyingar yvirhøvur eru áhugað fyri at samstarva. – Er áhugi til staðar, verður tað eisini lagt fyri hinar kommunurnar í Suðuroy, tí tað skal tað sjálvandi vera í semju ímillum kommunurnar í Suðuroy. Menna suðurøkið í Føroyum Kristin Michelsen vísir á, at sandoyingar og skúvoyingar eru næstu grannar hjá Suð­ ur­oynni. – Talan er um eitt stórt økið og talan er um ein útjaðara í Føroyum. Hann heldur, at fáa vit ment samstarvið ímillum hetta suðurøkið í Føroyum, kann tað bara vera ein fyri­ munur, sum eisini fer at styrkja økið í mótspælinum við meginøkið. Borgartjórin á Tvøroyri hugsar sær nevniliga, at eitt møguligt samstarv á barna­verndarøkinum bara er byrjanin til eitt størri samstarv. – Nógv verður tosað um fast samband ímillum Sandoy og Streymoy. Men verður Suðuroyggin knýtt uppí hetta fasta sambandið, hevði tað styrkt munandi um kravið at fáa undirsjóvartunnil ímillum Sandoynna og Streym­oynna Kristin Michelsen sær nevniligafyri sær, at Suðuroy og Sandoy standa saman um kravið um fast samband ímillum Sandoy og Streymoy og at suðuroyingar verða knýttir uppí og at sigling tá verður ímillum Suðuroynna og Sandoynna. Tað heldur hann kundi fingið títtleikan í ferðasambandinum munandi upp og júst títtleikin í ferðasambandinum, er størsti trupulleikin hjá suður­ oyingum. Vandi fyri at lívæðrin til útjaðaran verður kvett av Nú sleppa politikarar ikki undan at taka støðu til framtíðina hjá Farmaleiðum hjá Strandferðsluni. Kappingarráðið hevur kravt, at Farmaleiðir skulu ikki longur geva hall og tí er ein stórur spurningur, hvussu verður við flutninginum til og úr øllum útjaðaranum í Føroyum Vilja knýta suðurøkið í Føroyum tættari saman Tað er fyri at seta hol á eitt tættari samstarv ímillum hesar tríggjar tær syðstu oyggjarnar í Føroyum, at Tvøroyrar b‡ráð nú hevur bjóðað kommununum í Sandoy og Skúvoy uppi samstarvið á barnaverndarøkinum í Suðuroy. Sands Kommuna er áhugað at tosa um samstarv