Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 229 - 29. november 2005 Ráðið metir, at um Farmaleiðir varð rikið sum vanlig vinnufyritøka undir marknaðartreytum, hevði leiðslan verið noydd at tillaga virksemið og á henda hátt roynt at tryggja javnvág í rakstrinum Kapping Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kappingarráðið hevur í skrivi, dagfest 21. nov­em­ ber 2005, boðað Inn­lend­ ismálaráðnum og Strand­ faraskipum Landsins frá, at ráðið við heimild í grein 13 í kappingarlógini áleggur Innlendismálaráðnum, at virkisøkisroknskapurin hjá Farmaleiðum ikki gevur hall í 2006. - Treytin fyri, at avgerð kann takast sambært kapp­ ingarlógini grein 13, stk. 1, er, at Kappingarráðið til fánýtis hevur roynt sam­ ráðingar sambært grein 11. Kappingarráðið metir, at hetta er gjørt. - Farmaleiðir fáa umleið 9,9 miljónir krónur árliga á løgtingsfíggjarlógini til at dekka hallið av sín­um virksemi. Tískil er greitt, at talan er um eina kappingaravlaging, ið hevur skaðilig árin á kappingina. Kappingarráðið vísir á, at samráðingarnar mill­ um ráðið øðrumegin og Innlendismálaráðið og Strandfaraskip Landsins hinumegin sambært kapp­ ingarlógini, grein 11, ikki førdu til semju millum partarnar, hóast samráðingar hava verið í út við eitt ár. - Við støði í kanningum, sum vit hava gjørt, kunnu vit staðfesta, at virksemið hjá Farmaleiðum er rikið við halli síðan 1997 og framvegis verður rikið við halli. Hetta gevur greið boð um, at prís­ir­nir og vinningurin hjá Farma­leiðum er minni enn tað, sum kundi verið fingið á einum marknaði við virknari kapping. Kappingarráðið sigur, at Farmaleiðir hevur eina avgerandi marknaðarstøðu, samstundis sum miðvíst hall er á rakstrinum, sum verður fíggjað við játtan úr landskassanum. - Hetta staðfestir, at marknaðurin verður avlagaður – og ikki er merktur av virkn­ ari kapping, sigur ráðið og heldur, at Farmaleiðir við at fáa undirskotið fíggjað yv­ir løgtingsfíggjarlógina ikki tillagar seg, hvørki við prísum ella við at gera t‡ðandi rationaliseringar í rakstrinum og tænastuni. Ráðið metir, at um Farma­leiðir varð rikið sum vanlig vinnufyritøka undir marknaðartreytum, hevði leiðslan verið noydd at tillaga virksemið við eitt nú at tillaga prísirnar á tænastum, endurskoða tænastustøðið og/ ella rati­onalisera raksturin av fyritøkuni og á henda hátt roynt at tryggja javnvág í rakstrinum. - Við støði í roknskapinum fyri Farmaleiðir fyri 2004, vildi hetta merkt, at neyðugt varð antin at hækka meðalprísin við umleið 50% ella at lækka útreiðslurnar við umleið 35% - ella ein samanseting av báðum. Kappingarráðið vísir tó á, at sambært upplýsingum frá Strandfaraskipum Landsins vísa roknskapartølini fyri 2005 – til og við 3. ársfjórðing, at støðan er batnað. Tað er altso við heimild í kappingarlógini, grein 13, stk. 1, av Kappingarráðið hevur tikið avgerð um, at Farmaleiðir skulu tillaga inntøkur og/ ella lækka út­reiðslurnar soleiðis, at úrslitið eftir rentur og avskrivingar javnvigar fyri roknskaparárið 2006. Sambært avgerðini hjá Kappingarráðnum skal Strandfaraskip Landsins í seinasta lagi, 1. februar 2006, lata ráðnum ætlan fyri, hvørji tiltøk verða framd fyri at náa endamálinum í hesi avgerð. Avgerðir tiknar av Kapp­ingarráðnum kunnu kærast til Kærunevndina í kappingarmálum innan fýra vikur – frá tí, at avgerðin er kunngjørd teimum, hon viðvíkur. Kappingarráðið setir krøv til Farmaleiðir Eftir at hava havt eina fiskivinnu í fleiri ár, har skip og virkir í stóran mun hava verið leys av hvørjum øðrum, bendir mangt á, at vit aftur fáa eina fiskivinnu, har størri tilknýti verður millum skip og virkir Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er komið alment fram, at reiðarar hava bjóðað upp á Faroe Seafood, sum er l‡st til sølu. Talan er um reiðarar, sum eiga fleiri skip. Navnið, Faroe Seafood, fevnir í dag bæði um fiskavirkini og fiskasøluna. Fyri einum ári síðan hevði Framtaksgrunnurin møgu­ leikan at selja bæði feløgini fyri tilsamans 160 miljónir krónur, men nú er samlaða tilboðið, sum almenningurin hevur fingið innlit í, farið niður í helvt. Reiðararnir, sum hava út­talað seg til fjølmiðlarnar, vátta, at teirra tilboð er 80 miljónir krónur fyri Faroe Seafood. Teir halda seg hava skyldu at bjóða upp á felagið, sum soleiðis kann verða varðveitt á føroyskum hondum. Fyri einum ári síðan bjóð­­aðu somu menn 115 miljónir krónur fyri Føroya Fiskavirking einsamalt, og samstundis vóru aðr­ir sinnaðir at keypa Fiska­søluna fyri aðrar 45 miljónir krónur. Soleiðis hevði Fram­taks­ grunnurin tá møguleikan at selja bæði feløgini fyri til­ samans 160 miljónir krónur. Hvat sigur reiðarafelagið? Sosialurin hevur spurt for­ mannin í Føroya Reið­ara­ felag, Jákup Sólstein, um hann stúrir fyri, at skip og virkir í ein ávísan mun aftur verða integrerað, sum tað verður rópt. - Nei, eg stúri ikki fyri, at eitt ávíst samband aftur verður millum skip og virkir – ikki so leingi, vit hava eina liberala sølu og eina liberala kapping um feska fiskin. Hann vísir á, at partrol­ar­ ar­nir, sum hesir reiðarar í størstan mun sita á, at kalla burtur av fiska upsa, og upsi verður ikki í so stórum nøgdum seldur á Fiskamarknaði Føroya kortini. - So leingi, vit hava fría kapping um feska fiskin, trúgvi eg ikki, at tað verður ein trupulleiki, um reiðarar keypa Faroe Seafood. Jákup Sólstein vísir á, at øll fiskivinnan í dag byggir á at tjena pening. - Bæði skip og virkir ilja tjena pening, men hetta sær svart út í løtuni. Flestu tjena ongan pening sum er, og onkur tjenar kanska eitt sindur. Hann sigur, at skulu virkini tjena nakað, noyðast tey at meirvirka vøruna bíligari enn tað, tey selja hana fyri, tá ið prísurin fyri ráfiskin er goldin. Selja á uppboði Jákup, sum sjálvur starvast hjá JFK-Troli, vísir á, at Kósin fyrr í ár saman við øðrum keypti tveir partrolarar, men hesir hava sum er ikki givið virkinum nakrar inntøkur. - Teir hava verið við til at tryggja virkinum ein part av rávøruni, men vit kunnu ikki siga, at virkið higartil hevur tjent nakað upp á at eiga part í hesum skipum. Formaðurin í Føroya Reið­arafelag vísir á, at teir, ið sigla við parinum, sum Kósin eigur part í, eisini eiga í skipunum, og tað er sjálvsagt í teirra áhuga, at fiskurin verður seldur fyri so góðan prís sum gjørligt. - Tað er vanligt, at ein partur av veiðini fer um uppboðssøluna hjá Fiska­ marknaði Føroya. Talan kann verða um nøkur tons, sum fara í eina ella tvær bingjur. Hann sigur, at toskur og onnur fiskasløg, sum eru uppí trolveiðini – men eisini upsi, javnan verða seld á almennum uppboði, og soleiðis sær manningin, hvør veruligi marknaðarprísurin er. - Sjálvsagt verður hetta eisini gjørt fyri at lyfta undir raksturin av skipunum, sum formaðurin í reiðarafelagnum tekur til. Mynstrið broytist Jákup væntar, at tilgongdin, har virkir og manningar saman fara at eiga fleiri og fleiri skip, verður nakað, sum vit fara at síggja meira til í framtíðini. - Fæst ein prísur á uppboðssøluni, sum liggur um 5,50 krónur fyri kilo av upsa, má roknast við, at hetta er marknaðarprísurin júst tá, men her skulu vit sjálvsagt hava í huga, at tað vanliga er tann nýggjasti og feskasti fiskurin, sum fer á uppboðssøluna – og soleiðis virkar sølan ”prísdannandi”, sum Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, tekur til. Formaðurin í reiðarafelagnum: Ræðist ikki blanding - So leingi, vit hava fría kapping um feska fiskin, trúgvi eg ikki, at tað verður ein trupulleiki, um reiðarar keypa Faroe Seafood, held­ur formaðurin í Føroya Reiðarafelag Mynd: Vilmund Jacobsen - Nei, eg stúri ikki fyri, at eitt ávíst samband aftur verður millum skip og virkir – ikki so leingi, vit hava eina liberala sølu og eina liberala kapping um feska fiskin, sigur Jákup Sólstein Mynd: Vilmund Jacobsen