Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í desember mánaði verður ein stór jólakapping í So­sial­ inum, og ein spennandi jóla­ framhaldssøga verður eisini við í blaðnum hvønn dag. Søgan er um Trølla Pætur og Ommuna, og Óli Petersen hevur teknað. Í kappingini eru vinningar fyri meira enn 50.000 krónur Í blaðnum í dag, sum verð­ ur borið út í hvørt hús í Før­­oyum, liggur ein nýggjur jólakalendari, sum Óli Peter­ sen hevur teknað. Hetta er samstundis startskotið til ein stuttligan og spennandi jólamánað í Sosialinum. Jólakalendarin skal brúk­ ast í eini kapping, sum verð­ ur í Sosialinum fram til jóla­ aftan. Í øllum Sosialum fram ímóti jólaaftan verður ein punt­ur at klippa úr blaðnum. Hesin puntur skal setast á jóla­kalendaran, og tá ið allir punt­arnir eru komnir upp á pláss, skal jólakalendarin send­­­ast blaðnum, og so eru tit við í kappingini um spenn­ andi vinningar fyri meira enn 50.000 krónur. Nýggj jólasøga Umframt sjálva kappingina verður eisini ein nýggj jóla­­­­­ fram­haldssøga við í Sosialin­ um allar hesar dagar. Hetta ­er ein søga um Trølla Pæt­ur, Trølla Ommuna, Er­ling Polit­ ist, Mafiuna og allar hinar persónarnar, sum børn og vaksin kenna frá film­unum um Trølla Pætur. Í nýggju søguni er mafian aftur upp á spæl, og teir stjala hesaferð pakkarnar frá jólamanninum. Tað kemur illa við hjá jólamanninum og børnunum í Føroyum, men tíbetur hava vit Trølla Pætur, Ommuna og politstarnar, sum kunnu hjálpa. Teknarin hjá Sosialinum, Óli Petersen, hevur gjørt tekn­ ingar til nýggju søguna um Trølla Pætur, og ein nýggj tekn­ing verður við í hvørjum blaði. Nýggja jólasøgan og jóla­ kappingin hjá Sosialinum er fyri bæði børn og vaksin, og lagt er upp til ein hugna­ligan og spennandi jólamánaða í blaðnum. Ver við frá byrjan og ogna tær allar Sosialarnar fram ímóti jólum. Drigið beint eftir jól Jólakalendarin við øllum punt­unum úr Sosialinum skal vera Sosialinum í hendi sein­ast 27. desember 2005. Sendast skal til: Sosialurin, Postsmoga 76, 110 Tórs­ havn Bassi dregur vinningarnar millum jóla og nýggjárs, og vinnararnir verða kunn­ gjørdir fríggjadagin 30. de­semb­er. Stór kapping og spennandi jólasøga í Sosialinum