Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 229 - 29. november 2005 Til handils í Mikla­ garð við 20.000 krónu­m Í SMS – Føroya størsta sølu­ staðið – liggur eisini Føroya størsti matvøruhandil. Mikla­ garður hevur landsins størsta útboð av øllum hugandi mat­ vørum og øðrum vørum – alt frá frukt, grønmeti, kjøti og kryddi til drykkjuvørur, pálegg og góðgæti, og her handlað nógv hundrað fólk hvønn dag. Í jólakappingini hjá Sosial­ inum sleppur tú í Miklagarð at brúka 20.000 krónur til títt innkeyp. – Tað, sum ger Miklagarð til nakað serligt, er tað stóra út­boð­ið av vør­um. Vit hava nógvar vørur at velja ímillum í øllum vørubólkum, sigur Johnny Priese, sum er leiðari fyri handilin. Slaktarin í Miklagarði dreg­ ur eisini nógv fólk til handilin við sínum fjølbroyttu og lokk­ andi vørum. Tað er altíð lív í Miklagarði, men jólamánaðin er ein ser­ liga lívlig tíð í Miklagarði, tí tá fara nógv fleiri fólk enn vanligt til handils, og tey keypa eisini meira enn van­ ligt. – Jólini eru merkt av tradi­ tión­um, og soleiðis skal tað eisini vera. Tá hava vit nógv­ ar vørur, sum hoyra jólunum til, at selja. Tað skal helst ikki henda ov nógv nýtt í jólamánaðinum, tí vit skulu hava tað, sum vit plaga at hava, og sum fólk vilja hava í desember, sigur Johnny Priese. Umleið 75 fólk arbeiða í Miklagarði. Ein av stóru vinn­ing­ unum í jólakappingin hjá Sosialinum er ein ferð til Dan­mark­ ar við uppi­haldi á Lalandia feriu­stað­ num. Atlantsflog flýgur familjuna til Danmarkar, og síðani ber til at hugna sær í best umtókta feriu­ staðnum í Danmark – eitt paradís fyri familjuna Lalandia er eitt stað, har ong­ um nýtist at keða seg. Frí­ tíðarstaðið bjóðar stór­um og smáum, ungum og gomlum stuttlig feriu­upp­­livilsi. La­ landia liggur í Rødby á Lol­ landi, og har eru 25.000 fer­ metrar av øllum hugsandi aktivitetum undir taki. Í summar varð júst hesin part­urin av feriustaðnum víðk­aður, og sjálvur menta­ mála­ráðharrin Brian Mikkel­ sen var til staðar, tá ið um­ bygdi aktivitetsdepilin undir taki lat upp. Í útbyggingini vóru mill­um annað nýtt risastórt spæli­ land, nýggj skoytuhøll, nýggj café, størri bowlinghøll og fleiri matstøð. Aktivitetir eru til øll, og sum búgvandi gestir fáa øll atgongd til baðiland, fleiri spæli­pláss, matarstøð, undir­ hald, ítróttarøki og mangt annað. Í baðilandinum eru mill­ um annað 250 m av skreiði­ breyt­um, aldur, gos­bað, hita­­­­­­­rúm, stórir og smá­ir hylj­­­­ar umframt fleiri spæli­ pláss. Monky Tonky land við hópin av tilboðum til børn, dvørgageitum og so fram­ vegis setir eisini dám á lívið í Lalandia. Gist verður í smáum húsum við øllum hentleikum, og síð­ ani ber til at uppliva alt, sum upplivast kann. Lalandia er við nýggju út­­­byggingini blivið størsta feriu­stað av sínum slagi í Norð­urlondum. Gestirnir koma serliga úr Danmark og Svøríki, men eisini nógvir før­oyingar hava havt sítt lív feriuupplivilsi í Lalandia. Nú fært tú kjansin at vinna eitt uppihald í Lalandia, og vilt tú stytta tær um myrku vetrardagarnar við upp­ livilsum á Lalandia, kanst tú byrja við at vitja heimasíðuna hjá teimum – www. lalandia. dk Atlantsflog Flogfelagið Atlantsflog er blivin ein stoltleiki hjá før­­oy­­­ingum. Felagið varð stovn­að fyri at fáa kapping á Føroyarutuni, men felagið bleiv nógv meira enn bara ein kappingarneyti hjá Maersk. Atlantsflog gjørdist flogfelagið hjá føroyingum, og so væl hevur tað gingið hesi árini, at felagið seinastu tíðina hevur einsamalt røkt flogvegis sambandið hjá før­ oyingum út í heim. Tað vóru nógv, sum ivaðust í, um felagnum varð lív lagað, tá ið tað varð stovnað í 1988. Men søgan hevur prógvað, at Atlantsflog, sum setti Før­ oyar í miðdepilin, hevur tænt føroyingum bæði væl og virði­liga. So væl, at felagið síðan hevur keypt fleiri flog­før av sama slagi fyri at nøkta eftirspurningin, sum er nógv øktur, so hvørt Atlantsflog hevur økt um flogleiðirnar til at fevna um øll grannalondini. Atlantsflog byrjaði við ein­ um flogfari, men hevur nú fimm flogfør í flotanum. Hesi flogfør røkja sambondini til Danmarkar, Ísland, Bretlands og hini støðini, har føroyska flogfelagið flýgur til. Atlantsflog er meira enn bara flogfør, tí á ferða­skriv­ stovuni hjá Atlantsflog ber til at keypa pakkaferðir ella fáa sett saman sín egna ferða­pakka út í heim. Lesa meira um Atlantsflog og teirra útboð á www. atlantic.fo Keyp fyri 20.000 krónur í Miklagarði í SMS Lalandia – eitt paradís fyri familjuna Familjuferð fyri 2 vaksin og 2 børn til Lalandia