Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 29. november 2005 19 Haldið hitan við Shell Í yvir 80 ár hevur Føroya Shell hjálpt føroyingum við at halda hitan, hava maskin­ ur og bilar koyrandi og skip­ ini siglandi. Tað byrjaði við einari tunnu av olju í 1925, og í dag er talan um eina stóra og landsfevnandi fyritøku, sum undir nútímans um­støð­ um veit­ir pri­vat­um við­skifta­ fólkum, tí almenna og vinnu­ lívinum bæði á sjógvi og landi tænastur. Sum árini eru liðin, er virk­ semið hjá Shell í Føroyum nógv víðkað. Felagið bygdi sína fyrstu Shell-støð á Fræls­ inum í Havn, og hon læt upp ólav­søkuaftan 1970. Í dag eru 10 Shell-støðir kring land­ ið og átta Shell-av­­greiðsl­ur, har fólk kunnu bíleggja olju og fáa fatur á hita­tænastuni, um tað er vorðið øskukalt. 13 tangabilar koyra oljuna hvønn dag um allar Føroyar. Shell innflytir oljuna við egn­ um skipi, og hon verður flutt til oljugoymslurnar, Shell- støðirnar, latin í tangar hjá húsarhaldum, koyrd um­­borð á skipini og so víðari. Shell-støðirnar hava stórt úrval av gerandisvørum, og Shell-netið í Føroyum er soleiðis skipað, at Shell er nær viðskiftafólkunum í gerandisdegnum, og harvið kann veita so skjóta og góða tænastu sum gjørligt á øllum økjum. Ein tunna í 1925 bleiv so­ statt til eitt umfatandi virk­ semi og sølu í milliónatali av oljulitrum 80 ár seinni. Í 2004 seldi P/F Føroya Shell tilsamans 165.731.000 litrar av olju. Tað er umleið ein millión tunnur. Í jólakappingini hjá Sosial­ inum kanst tú vinna olju til tíni hús fyri 10.000 krónur. Sjálvandi koyrt í tangan av oljubili hjá Shell. Tað ber illa til at búgva betur í Havn enn í Konga­svitan á Hotel Tórshavn, har tú og familjan kunnu taka tykkum av løttum nakrar dagar Hotel Tórshavn liggur mitt í Havnini, og besta rúmið á hotellinum er Kongasvitan, har tað ber til at búgva sum ein kongur. Kongasvitan er eitt rættiligt marglætisrúm á hotellinum, og útsýnið yvir Vágsbotn er flott og hug­tak­ andi. Her hevur tú kjansin at búgva saman við familjuni í nakrar dagar, meðan tit kunnu taka tykkum av løtt­ um og njóta tilboðini, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða. Hotel Tórshavn hevur 27 dupultkømur, 13 einkult­ køm­ur og 3 suitur. Á øllum kømrum er sjónvarp, telefon, bað og buksupressa. Øll 2. hædd er nú roykfrí. Hvønn dag bjóðar Hotel Tórshavn dagsins rætt í mat­stovuni frá kl. 12:00 til 14:00. Um kvøldið verður borðreitt við a la carte. Ein serlig matskrá er til børn­ ini. Matstovan hevur 66 siti­ pláss. Harafturat húsast eisini ein hugnalig pizzacafé á Hotel Tórshavn, og har er eitt stórt úrval av pizza, pasta og kebab at fáa. Eisini ber til at forkela seg sjálvan við kaffi og ymiskum dessertum. Caféin hevur 45 sitipláss og er opin frá kl. 12:00 til 21:45. Saman við sjálvum uppi­ hald­inum er eisini eitt gávu­ kort til pizzacaféina við í vinninginum. Á Hotel Tórshavn er spæli­ rúm til børnini, og har er maxamec byggisett, bøkur, blokkar, blýantar og sjónvarp við millum annað barnarás. Umframt alt hetta umfatar hesin vinningurin eisini gávukort til Havnar Bio, har tað ber til at síggja nýggjastu filmarnar, samstundis sum teir fáa heimspremieru. De­semb­er mán­aði verður ein spennandi mánaði í Havn­ ar Bio, tí tveir stórfilmar fáa frum­sýning. Annar er film­ urin um King Kong, og hin er størsta Disney-framleiðslan nakrantíð, filmurin Narnia, sum er ein ævintýrfilmur. King Kong verður frum­sýnd­ ur 14. desember, meðan Narnia kann síggjast frá 26. desember. Og sum rosinan í pylsu­ endanum ber eisini til at fara at bowla, tí eitt gávukort til Bowlinghøllina er við í vinninginum. Bowlinghøllin í Havn er eitt sera væl um­tókt frístað fyri bæði ung og gomlu. Áhugin fyri at bowla hevur verið so stórur, at Bowlinghøllin hevur fingið sær fleiri bowlingbreytir, og nú er eisini eitt nýtt matstað komið í høllini. Harafturat er ætlanin at lata upp eina ítróttarcafé í Bowlinghøllini. Heilsølan hjá Poul Michel­ sen er landskend fyri at verða fremst innan sølu- og hand­faring av køli- og frysti­ vørum. Eisini hevur heil­­søl­ an lagt seg efter ser­grein­ um innan frukt og grønt, vist­arveiting (cate­ring), pro­ vi­antering- og bakara­vør­ um, og í 2002 yvirtók PM søluna og útkoyringina av drykkjuvørum hjá Bryggeri­ gruppen (Faxe) í Føroyum. Seinasta nýggja er, at PM nú eisini bjóðar seg fram sum heildarveitara bæði inn­ an matvøruhandil og mat­ vørur til stórkøkar v.m. P/F Poul Michelsen varð sett á stovn 1974, og fyri­tøk­ an er ein nýmótans og kapp­ ingarfør heilsøla. Um­leið 50 fólk starvast hjá PM. Í jólakappingini hjá Sosial­ inum eru tveir vinningar frá Poul Michelsen. Annar er 10 kassar av sodavatni frá Faxe Kondi, sum er eitt sera væl umtókt sodavatn í Føroyum. Hin vinningurin er heili 8 kilo av Merrild kaffi. Búgv sum ein kongur í Havn Familju­viku­skifti í Konga­svituni á Hotel Tórhavn fyri tvey vaksin og tvey børn. Við gávukorti til Pizzacafé, Havnar Bio og Bowlinghøllina 10.000 krónur í olju til húsini frá Shell Merrild kaffi og Faxe frá Poul Michelsen 10 kassar av Faxe Kondi soda­ vatni frá P/F Poul Michelsen 8 kilo av Merrild Kaffi frá P/F Poul Michelsen