Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 229 - 29. november 2005 Desember mánaði er tann lívligasti mánaðin í náttar­lívinum kring alt landið. Ein munur millum desember og allar hinar mánaðirnar er, at í jólamánaðinum eru fólk í náttarlívinum penari ílatin Tað hendir nógv í jólamánaðinum – eisini í náttarlívinum, har jóla­ frokostar í langum banum seta sín dám á lívið. – Tað eru nógv fleiri fólk í bý­num í desember enn hina tíð­ ina á árinum, og í desember er býurin á tremur við fólki bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, sigur Havgrímur Johannesen, sum saman við øðrum eigur og rekur støðini Café Natúr, Rex og Eclipse í Havn. – Ein munur millum desember og allar hinar mánaðirnar er, at í jólamánaðinum eru fólk í nátt­arlívinum penari ílatin. Tað er næstan ikki eitt mannfólk – líkamikið um tað er 18 ella 50 – sum ikki er í slipsi. Og kvinn­ ur­nar gera sjálvsagt nógv burt­ ur úr klæðunum eisini, sigur hann. Útisetar síggjast aftur Jólafrokostar verða hildnir allastaðni, og tað eru serliga fólk frá hesum jólafrokostum, sum gera at tað eru meira fólk í býnum enn vanligt. – Tað eru eisini nógvir úti­set­ar heima í desember, og teir síggj­ ast aftur í býnum. Tað er ein øðrvísi stemningur í desemb­ er, og tú merkir væl at tað er ein hátíðardámur yvir jóla­mán­ aðinum, sigur Hav­grím­ur. Hóast fólkini næstan koma av sær sjálvum í býin í desember, so verður eitt sindur meira enn vanligt gjørt burtur úr undir­hald­ in­um. Í ár ber til at uppliva bæði dansi­­bólkar, trubadourar, stripp, snow­party og serligt nissu­­øl í Havnini. Ein tann best umtókti føroysku dansibólkurin seinnu árini, Showmenn, fer at spæla á Rex øll fríggjakvøld og leygar­ kvøld í desember mán­aði. Tað er lív í býnum Fæst á posthúsum kring landið og á www.stamps.fo Jólaprýði - klárt at hanga upp 105,00 kr.