Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 29. november 2005 21 Jólamánaðin verður merktur av stórfilminum um King Kong, sum verður frumsýndur 14. desember. Roknað verður við, at filmurin verður betur umtóktur enn bæði Harry Potter og Ringanna Harri Tað verður eitt brak av einum filmi, sum verður framsýndur kring allan heimin mitt í de­semb­ er mánaði. Tá ber til at uppliva nógv umtalaða filmin King Kong, sum kann gerast ein tann størsti og best umtókti filmurin í søguni. Tað hevur verið hildið rætti­ liga loyniligt, hvat filmurin snýr seg um í smálutum, og hvussu hann er framleiddur, men í filmsheiminum vita tey, at talan um er um ein stórfilm av teimum óvanligu. Peter Jackson er leikstjóri, og hann fær størstu leikstjóraløn nakrantíð fyri at framleiða hendan filmin. Í stuttum snýr filmurin seg um eitt lið við ævintýrarum og filmsfólki, sum fer til oynna Skull Island at leita eftir eini risastórari apu. Kong er veruliga til, og hann verður fluttur til New York, har hann verður sýndur fram fyri fólki. Men hvussu leingi ber tað til at halda Kong í leinkjum? Eisini í Føroyum ber til at síggja stórfilmin um King Kong, tí Havnar Bio fer at frum­ sýna filmin sama dag, sum heimsfrumsýningin verður. – Eisini í Føroyum er áhugin fyri slíkum filmum sera stórur, og ofta verða nógv atgongumerki seld, áðrenn filmurin yvirhøvur er sýndur fyrstu ferð. Vit rokna við, at áhugin fyri King Kong eisini verður sera stórur í Før­oy­ um, sigur Jákup Eli Jacob­sen, sum rekur Havnar Bio. Halda jól við King Kong ...alt ber til Eva Solo Cafè Solo kaffibryggjari. Bara 398,00 Óxäʓ Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo Prísur frá kr. 799,- Sunwave universal fjarstýrari Touch-screen LCD skermur, kann programerast, blátt ljós ið ger tað lætt at lesa, passar til 99% av øllum modellum á marknaðum.