týsdagur 29. november 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 • týsdagur • 29. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Enn er endaliga
avgerðin ikki tikin.
Men formaðurin í
landsliðsnevndini hjá
Fótbóltssambandin
um sigur, at Føroyar
væntandi hava eitt
U-21 landslið, tá
OL-undankappingin
byrjar í 2007
U-21 landslið
Jákup Mørk
- Skal menningin av før
oyskum fótbólti halda fram,
so er mest sum alneyðugt við
einum U-21 landsliði.
Somikið avgjørdur var
Jógvan Martin Olsen, tá
hann tók við sum føroyskur
landsliðsvenjari. Tá staðfesti
Óli Holm, formaður í FSF,
at hetta var eitt mál, sum
arbeitt verður við. Og nú er
eisini líkt til, at ynskið hjá
landsliðsvenjaranum verður
veruleiki.
- Enn er formliga avgerðin
ikki tikin, so eg fái ikki svar
að við vissu, sigur Jens Erik
Magnussen, formaður í
landsliðsnevndini hjá FSF.
- Tað er tó greitt, at vit
ikki vera við í pottinum, tá
lutur verður kastaður um
komandi U-21 kappingina
í januar mánaði. Til tess er
skotbráðið ov stutt.
- Hinvegin, so er talan
hesa ferð um eitt slag av
millumspæli, nú U-21 kapp
ingarnar verða umskipaðar,
og tí er tað ikki altavgerandi
at vera við hesaferð. Ætlanin
hjá okkum er tó, at vit
skulu vera við, tá trekt
verður um bólkarnar til und
ankappingina til OL í 2008.
Tann undankappingin byrjar
í 2007.
Kostar yvir milliónina
Í mun til verandi kapping
arskipan, so verður tað í
framtíðini ikki so, at A- og
U-21 landsliðini eru í eins
bólkum. Tað vil við øðrum
orðum siga, at kostnaðurin
av einum U-21 landsliði
verður størri í framtíðini, enn
hann hevur verið. Og fyrst
og fremst er tað fíggjarligi
spurningurin, sum FSF vil
greiða, áðrenn endaliga av
gerðin verður staðfest.
- Tað eru jú ikki smápengar,
sum tað snýr seg um. Fyri
luttøkuna fáa vit einar
200.000 sveisarafrankar,
sum svara til nærum milli
ónina, men tað er tó langt
ífra nóg mikið til at rinda
kostnaðirnar, sigur Jens
Erik.
Hvussu stórir eru so
samlaðu kostnaðirnir?
- Tað vita vit sjálvandi
ikki. Tað veldst jú um,
hvørt vit enda í bólki við
Danmark ella Kasakhstan.
Men roknast skal helst við
einum tveimum milliónum.
Altso skulu vit finna fígging
til góða millión sjálvir.
Og tað rokna tit við at
klára?
- Tað er so málið. Enn er
formliga avgerðin so ikki
tikin, men vit rokna við, at
hetta verður avgreitt tíðliga í
komandi ári, sigur Jens Erik
Magnussen.
Ungdómsfótbólturin
er á breddanum, nú
FIFA hevur kongress
á Cypros
UEFA
Jákup Mørk
Trý umboð fyri føroyskan
fótbólt eru í hesum døgum
á Cypros, har UEFA hev
ur kongress um ungdóms
fótbólt.
Óli Holm, formaður í
FSF, er sjálvur limur í ung
dómsnevndini hjá UEFA,
sum longu mánadagin fór
undir sína fundarrøð.
Týsdagin verður so fund
ur við umboð fyri ymsu
limalondini hjá UEFA, og
eisini her eru føroyingar
millum luttakararnar. Fyri
FSF er Niklas á Líðarenda,
og sum ábyrgdarhavandi av
ungdómsarbeiðinum hjá FSF
hevur hann eisini Jógvan
Martin Olsen afturat sær.
Á skránni fyri fundin
er serliga venjing og venj
araútbúgving, tá um yngri
deildirnar ræður. Eisini verð
ur tikið saman um arbeiðið,
sum er gjørt á hesum øki
num seinasta árið, eins og
japanesarar fara at greiða
frá, hvussu teir hava valt at
skipa ungdómsarbeiðið inn
an fótbóltin.
Næsta umfar
ið í Grand-Prix kappingini
í borðtennis var í Trongis
vági. Kappast varð í 11 bólk
um, har eini 6-8 luttakarar
vóru í hvørjum bólkinum.
Vinnararnir vóru hesi.
A Petur Niclasen, Tór
B Vagnur Nolsøe, TBF
C Hallur Thorsteinsson, Tór
D Sheila Strøm, TBF
E Tróndur Tummasarson, TBF
F Guðfinn Jespersen, TBF
G Brian Vang, Tór
H Marin Brattalíð, TBF
I Bergur Mørkere, TBF
J Andrias Olsen, Tór
K Allan Petersen, Tór
Samlaða støðan
eftir 2. Grand Prix-
umfarið er hendan:
Smápinkur:
Navn
Felag Stig
Anna Mikkjalsdóttur TBF 164
Eva Wilhelm
TBF 144
Lív Øster
TBF 134
Smápiltar:
Hans Jón Jacobsen
TBF 156
Eyðfinnur Jensen
TBF 138
David Mortensen
TBF 114
Pinkur:
Birita Mortensen
TBF 176
Femja Mortensen
TBF 164
Súsanna Bærensen
TBF 150
Piltar:
Rasmus Potts
TBF 370
Heini Mortensen
TBF 350
Patrikk Johannesen
TBF 240
Smágentur:
Rakul Mikkjalsdóttur TBF 520
Smádreingir:
Gilli Sørensen,
TBF 750
Fróði Jensen,
TBF 740
Hugin Albinus,
TBF 660
Gentur:
Susie Midjord
TBF 640
Joan Thomasen
TBF 460
Sheila Strøm
TBF 300
Dreingir:
Reidar Luid
Tór 920
Pætur Albinus
Tór 800
Sjúrður Ferjá
TBF 700
Hallur Thorsteinsson Tór 700
Kvinnuunglingar:
Marin í Dali
TBF 800
Mariann Mikkjalsd.
TBF 550
Eydna Jespersen
TBF 410
Mansunglingar:
Ragnar Egilsson
Tór 930
Sigurð Carlsson
Tór 840
Levi Winther
Tór 490
Meistaradeildin:
Fríði Jensen
TBF 920
Vagnur Nolsøe
TBF 800
Petur Niclasen
TBF 500
Tromsø í hálv
finaluni
Við teprum 3-2
sigri á útivølli
móti Førde
eydnaðist føroy
ingunum í Tromsø
at vinna seg
fram til norsku
hálvfinalunar í
flogbólti
Útisetar
Jákup Mørk
Fyri stuttum vann Trom
sø annars hampuliga
tryggan 3-1 sigur á
heimavølli móti Førde,
men teir báðir, Bárður
B. Mikkelsen og Rúni
Weihe staðfesta tó, at
teir eisini roknaðu við
truplari uppgávu hesa
ferð.
Úrslitið av dystinum
leygardagin varð ein 3-
2 sigur til Tromsø, sum
vann vit settunum 25-
23, 21-25, 17-25, 25-18,
13-15.
Sagt verður í norskum
miðlum, at serliga Rúni
Weihe hevði stóran týdn
ing, tá dysturin varð
vendur eftir laka fyrsta
settið. Síðani leikaði
javnt á, og serliga sein
asta settið varð ein
ordans gysari. Tromsø
loyvdi sær enntá at gera
servufeil, tá teir áttu
fyrsta dystarbóltin, men
teir megnaðu kortini at
koyra settið heim, tá
Førde servaði.
Magni og Siggi
halda fram
í B36
Ikki óvæntað hevur B36
valt at halda fram við
venjaraparinum, sum í
fjør førdu liðið til gull í
FM-kappingini.
Sigfríður Clementsen
og Magni Mohr hava
báðir gjørt at taka av til
boðnum um framhald
í felagnum. Í løtuni er
Sigfríður sjálvur stadd
ur uttanlands, men
kropsligu venjingarnar
eru longu byrjaðar, og
teimum tekur Magni
sær av.
-mørk
U-21 liðið kemur helst í 2007
FSF-menn á UEFA-kongress
Borðtennis
Bergur Midjord hjá, sum í heyst fyri fyrstu ferð var partur av
A-landsliðshópinum, vildi ivaleyst verið eitt gott boð upp á ein
komandi U-21 landsliðsspælara. Og tað vildi Svend F. Jacobsen
hjá HB helst eisini verið
Reidar Luid úr
Tór er á odda í
dreingjabólkinum