Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 229 - 29. november 2005 Kristjan á Neystabø um Inga Højsted: Ein stoltleiki hjá felagnum Stjórin fyri 1. deild­arhópin hjá B36 og formaður í nógv ár, Kristjan á Neystabø, er errin av, at felagið kann vera við til at menna eitt talent sum Inga Fótbóltur Stefan í Skorini Tað er rárasta hending, at eitt føroyskt felag sendir ein leikara beinleiðis til eitt Premier League felag. Síðsta mánadag upplivdi Kristjan á Neystabø eina slíka serstaka løtu, tá Ingi Højsted skrivaði undir við Birmingham City. - Tað hevur heilt av­gjørt stóran týdning fyri felagið, at vit kunnu vera við til at senda ein leikara, ið er uppvaksin í felagnum, til eitt stórt felag sum Birmingham. Vit eru errin av at hava havt møguleika at menna ein leikara sum Inga, sigur Kristjan á Neystabø um skiftið hjá Inga Højsted til Birmingham. Fyrimynd Hóast B36 nú missir ein av bestu leikarunum frá farna kappingarári, er tað ikki við tungum sinni, at tey nú siga Inga farvæl í B36. - Vit missa avgjørt ein góðan leikara, sum á heilt ungum árum hevur verið ein av berandi kreftunum á FM-liðnum hjá okkum og harumframt hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum, men hin­ vegin er tað eisini ein heiður fyri felagið, at Birmingham vísir einum av okkara leikarum áhuga, sigur Kristjan. Hann leggur afturat, at Ingi er ein, sum altíð trýr uppá seg sjálvan, er ágrýtin og er viljasterkur sum fáur. - Tá Ingi fór til Arsenal í 2001 vóru vit eisini rættiliga errin, tí tað er ikki á hvørjum, at vit senda leikarar úr B36 til feløg í Premier League, sigur Kristjan á Neystabø at enda. Premier League Stefan í Skorini Tá Ingi Højsted fyri einum ári síðani vendi nøsina heim­ aftur til B36 eftir nøkur ár í Arsenal, kundi ein ímynda sær, at dreymur hansara um at gerast yrkisleikari var brostin. Men Ingi Højsted gav ikki skarvin yvir, hó­ast hann nú endaði aftur í barndómsfelagnum B36 eftir uppihaldið í Arsenal. Ingi vildi út aftur í heim at royna síni fótbóltsevnir, og sjálvur misti hann ongantíð trúnna uppá egin evnir. Tíðin í Arsenal var nógv merkt av skaðum, og nógv tíð varð nýtt í einsemi í venjingarhølinum heldur enn á vøllinum saman við hinum leikarunum. - Tað var ikki vist, at eg slapp útaftur at spæla, aftaná at eg kom heimaftur til B36, tí tú mennist ikki stórvegis við at spæla í føroysku lands­ kappingini, greiðir Ingi Høj­ sted frá, tá vit hava hann í telefonini úr Birmingham. Hann varðveitti tó alla tíð­ina trúnna uppá, at tað skuldi eydnast enn einaferð at fáa ein sáttmála uttanfyri landoddarnar. Ingi gjørdi beinanvegin vart við seg sum ein av teim­um bestu leikarunum í Formuladeildini, og tað var næstan synd at síggja eitt so stórt talent spæla í føroysku landskappgini. Hann var ein av grundstuðlunum undir B36-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í ár, og tað er ein stórur missur fyri høvuðsstaðarfelagið, at Ingi ikki verður at síggja í B36- troyggjuni komandi ár. Men fyri einari viku síðani skrivaði Ingi Højsted undir sáttmála við Birmingham City, og hóast bert ein vika er fráliðin, eru framtíðarvónir hansara bjartar. Ein stórur gloypubiti Birmingham City er eitt felag, ið flutti upp í bestu deildina í 2002, og tað hevur sostatt bert trý ár á baki millum tey bestu í Onglandi í hesum umfarinum. Frammaundan hevði felagið ikki spælt í bestu deildini síðan 1985. Tað er navnframi verju­leik­ arin hjá Manchester United, Steve Bruce, ið hevur staðið á odda fyri framgongdini hjá felagnum. Fyrst førdi hann liðið upp í Premier League, og síðani hevur hann eisini megnað at vart borg, hóast tað onkuntíð hevur riðið um snarið. Bruce hevur lokkað fleiri royndar leikarar til felagið, og tað hevur tryggjað Birm­ ing­ham eitt pláss í Premier League seinastu trý árini. Á miðvøllinum eru fleiri navnframir leikarar, ið hava drúgvar royndir. Eitt nú er Nicky Butt leigaður úr Newcastle, og aðrir frægir miðvallarar eru David Dunn og Jiri Jarosik. Hóast Ingi ikki bangin fyri at taka dystin upp við tær royndu stjørnurnar í Birmingham, ásannar hann, at hetta er ein stór og torfør uppgáva, ið stendur fyri framman. - Tað er eingin ivi um, at støðið er sera høgt í mun til tað, sum eg eri vanur við, tí at hetta eru klassaleikarar, ið spæli saman við. Hinvegin føli eg, at eg væl kann fylgja við, hóast leikferðin er høg. Eg havi kanska gjørt nøkur mistøk undir venjing, sum eg ikki hevði gjørt, um eg var í betri venjing, sigur Ingi um tær fyrstu venjingarnar saman við 1. liðshópinum í Birmingham. Tað er einki at siga til, at tann fyrsta tíðin kann kennast heldur hørð, tí at fleiri av leikarunum í Birmingham hava spælt landsdystir við eitt nú Onglandi og øðrum londum í Evropa. - Eg haldi tó, at eg eri væl fyri, og eg havi sjálvsálit, sum er sera umráðandi, um tú ætlar tær at gera teg galdandi í Premier League. Eg trúgvi uppá meg sjálvan, og eg smæðist als ikki burtur undir venjing. Ingi leggur afturat, at um tú ikki hevur tað neyðuga sjálvsálitið, hevur tú lyndi til at goyma teg undir venjing, og tað ber ikki á mál í hesum starvinum. Býr hjá familju Tá Ingi flutti til Birmingham fekk hann møguleika at velja, hvussu hann vildi búgva. Antin kundi hann hava egna íbúð ella búgva hjá einari vertsfamilju, ið hevur havt fleiri leikarar hjá Birmingham búgvandi. - Eg valdi at búgva hjá einari familju, tí so sleppi eg frá at vaska klæðir og annað tílíkt, sigur Ingi flennandi. Hann er komin at búgva hjá einum sera fyrikomandi eldri pari, ið eisini hevur havt aðrar leikarar búgvandi. Tann seinasti leikarin, ið búði har, er júst leigaður út til Millwall, og so flutti Ingi inn ístaðin. Gerandisdagurin hjá Inga gongur annars við, at venjing er hvønn dag klokkan hálvg­ um ellivu, og venjingin varð­ ar í tveir tímar. Summar dag­ar eru tvær venjingar um dagin, men tað vanliga er ein venjing. Síðani hava leikararnir møguleika at nýta venjingarhølið hjá felagnum til styrkivenjing og annað. Tað fyrsta inntrykkið, ið Ingi hevur fingið í Birm­ ingham, er sera positivt. - Fólkið í felagnum eru sera fyrikomandi, og fleiri av leikarunum hava heilsað uppá meg og bjóðað mær vælkomnum. Felagið líkist kanska meira B36 enn Arse­ nal, tí Birmingham er eitt lítið felag, og teir góðu leikararnir eru ikki hástórir á nakran hátt, greiðir Ingi frá. Hóast Birmingham er í niðurflytingarvanda, er hetta ikki nakað, sum merkist í skiftingarrúminum ella und­ir venjing. Eisini hevur Steve Bruce gjørt sítt til, at Ingi skal kenna seg heima í Birmingham, og tað hevur óivað tikið broddin av Tann stóra - Eg føli, at hetta er nakað, sum eg kann klára. Tað ræður um at hava sjálvsálit og at trúgva uppá seg sjálvan, sigur 19 ára gamli Ingi Højsted, ið júst er komin til enska Premier League felagið Birmingham. Hann skal sannføra venjaran Steve Bruce um, at júst hann er tann rætti maðurin at satsa uppá í framtíðini