Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 29. november 2005 27 spenn­inginum hjá tí unga havnarmanninum. - Lagið er gott millum leikararnar, og eg havi ikki merkt nakað til vánaligan stemning, hóast úrslitini ikki hava lagað seg serliga væl higartil, sigur Ingi. Torfør uppgáva Ingi fær ikki spæliloyvið til Premier League fyrr enn 1. januar, og tí verður hesin fyrsti mánaðurin n‡ttur at koma í góða venjing, soleiðis at Ingi vónandi kann pikka á dyrnar til 1. liði, áðrenn langt umlíður í 2006. - Eg veit, at tað verður sera torført hjá mær at koma inn á liðið, men eg satsi uppá, at tað skal eydnast. Fleiri av leikarunum eru ikki heilt ungir meira, og tað kann vera, at venjarin velur at geva onkrum av okkum ungu ein møguleika, um teir føstu leikararnir ikki standa seg nóg væl. Ingi sigur, at ein av hans­ara liðfeløgum frá tíðini í Arsenal, nevndur Neil Kilkenny, eisini er í felagnum, og hann byrjaði inni um vikuskiftið. - Kilkenny er ein leikari, ið eg kann sammeta meg sjálvan við, og tí gevur tað mær góðar vónir, at ein leikari sum hann er sloppin inn í hitan á besta liðnum, sigur Ingi uttan at á nakran hátt at undirmeta ta avbjóðing, ið nú stendur fyri framman. Núverandi sáttmáli hjá Inga rennur út í summar, og tá skal Steve Bruce so taka støðu til, um felagið ynskir at leingja sáttmálan. Tí hevur Ingi Højsted eitt hálvt ár at sannføra venjaran um, at júst hann er tann rætti at styrkja um liðið í framtíðini. Sáttmálarnir hjá fleiri leik­ arum renna út í summar, og felagið hevur aftrað seg við at leingja sáttmálarnar, nú tá liðið ikki stendur seg serliga væl í Premier League. Steve Bruce hevur sagt á almennu heimasíðu fel­ags­ ins, at hetta ikki er tíðin at samráðast um lønarhækking ella leingjan av sáttmálum, og tí eru ongar samráðingar við leikarar í løtuni. Orsøkin er sjálvsagt, at Birmingham liggur næstniðast á stiga­ talvuni, og tí er ikki ráðiligt at spenna seg hart fyri fíggj­ arliga. Mentist í Føroyum Hóast støðið í føroysku lands­kappingini ikki er serliga høgt samanborið við londini kring okkum, heldur Ingi, at árið heima í Føroyum hevur ment hann sum fótbóltsleikara. - Eg haldi sjálvur, at eg havi tikið meg fram tað seinasta árið. Eg havi ikki havt nakran álvarsligan skaða og havi eisini havt møguleika at spæla meg inn á landsliðið, sigur Ingi. Og júst plássið á mið­vøll­ inum á landsliðnum hevur havt stóran týdning fyri menningina hjá Inga. Ingi sigur, at tá tú spælir fyri landsliðið, eru sum oftast nógv fólk og hyggja, og tú lærir ikki at vera bangin fyri mótstøðuleikarunum, hóast teir kunnu vera navnframir á altjóða pallinum. Ingi metir, at venjingar­ støðan hevur alstóran týdning fyri, at hann kann standa seg í Birmingham. Spælistílurin hjá Inga krevur nevniliga, at hann skal kunna renna nógv ígjøgnum ein heilan dyst. - Tá eg spældi í B36 fekk eg ofta krampa ímóti endanum av dystinum, tí eg vildi altíð vera í brennideplinum og hjálpa liðnum. Eg royni at náa eitt støði, har eg kann renna allan dystin uttan at fáa krampa ella tílíkt, sigur Ingi. - Magni Mohr (hjálpar­venj­ arin hjá B36, blðm.) legði mær eina við at hvíla, tá eg hevði møguleikan inni á vøllinum, men eg klári heilt einfalt ikki at spara meg í einum dysti. Eg vil altíð vera har, sum tað hendir, greiðir Ingi frá. Hetta er eisini eyðsýnt fyri tey, ið hava eygleitt Inga á vøllinum. Maðurin leggur ongantíð árarnar inn fyrr enn síðsta bríksl, og hetta er óivað týdningarmesti egin­leikin, um tú ætlar tær at gerast fast inventar á einum Premier League liði. a avbjóðingin Í Birmingham er tað ein kvinna, sum tekur avgerðirnar. Her er stjórin í felagnum, Karren Brady, avmyndað saman við føroyska landsliðsspælaranum Tað er hørð kapping um plássini í Birmingham, og Ingi veit av, at tað ikki er sjálvsagt, at hann fær nakað pláss á liðnum