Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 229 - 29. november 2005 David Pepke er helvtin av C21, vit hava prátað við David um føroysk konufólk, ið hann kennir og dámar sera væl, um at koyra á motursúkklu og um hvussu ein dreingja bólkur fær virðing í tónleikaídnaðinum. Náttin er Ung Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Saman við Søren Bregen­ dahl heldur David Peple lív í tí einasta danska dreingja­ bólkinum, sum hevur megnað at blivið vælumtókur. Triðji limurin í bólkinum Esben Duus fór í mars burturúr C21. Men David og Søren steðgaðu ikki á, men hava spælt í alt summar sum tví­ mansbólkur, við sær hava teir eina kórsangarinnu, sum tryggjar at røddin hjá Esben ikki manglar. Hetta riggar væl, tí sambært David er bólkurin bara vorðin alsamt betur umtóktur. Syngjandi landliðsleikari Søgan um C21 byrjaði við, at Søren Bregendahl, ið tá spældi á danska ung­ lingalandsliðnum í fótbólti, sang fyri seg sjálvan í ein­um skiftingarrúmi. Ein tónleikaframleiðari hoyrdi hann, og bað hann um at koma og gera eina royndarinnspæling. Sør­en tók vinmannin og ork­est­ur­ felaganum Esben við sær, og saman stovnaðu teir bólk­in. Tá teir spældu í eini veitslu, hittu teir David, ið beinanvegin tók ein gittara í hond og sang og spældi við teimum. Hann bleiv triðji limurin í bólkinum. Dylan og Beatles David sigur, at hansara tón­ listarliga bakgrund er ein heilt onnur enn tann hjá Sør­en. Søren elskar popp í breiðum týdningi og nevnir serliga Celine Dion og Elton John sum íblásturskeldur. David harafturímóti hevur lurta nógv eftir bretskum fólka­rokki sum Bob Dylan og The Beatles. Tað var pápi hansara, ið dámdi henda tón­leikin, og hann hoyrdi hann frá barnsbeini. David hevur eisini roynt seg innan klassiskan tónleik og rokk. Framtíðin er óviss Tað hevur ljóðað, at C21 er í upploysn. Teir hava meld­ að út alment, at teir eru í tænkeboks, fyri at avgera framtíðina hjá bólkinum. David greiður frá, at orsøkin til hetta er tónlistarlig. Báðir hava hug at halda fram við at arbeiða saman, men eru ikki heilt greiðir yvir í hvørjum samanhangi. Teir vilja fegin flyta seg tónlistarliga, og kanna í løtuni møguleikar og áhuga hjá plátufeløgum, fyri teirra ætlaðu projektum. Teir vilja gjarna royna seg við onkrum eitt sindur meira rokkkendum. Bólkurin hevur ikki spælt so øgiliga nógv hesar seinastu mánaðarnar, men hetta er fyrst og fremst or­sakað av árstíðini, sigur David. Teir taka enn tey spæli­jobbini, sum teir fáa boðin, men tilboðini eru vanliga ikki líka nógv um veturin sum um summari. Væl umtóktir C21 er tann einasti danski dreingjabólkurin sum hevur selt nógvar fløgur, og lagið “All that I want” varð so mikið nógv spælt í donsku loftmiðlunum, at tað varð innstillað sum besta hittlag í donsku tón­leikavirðislønunum DMA 2005, men lagið tapti til “Movieclip” hjá Nephew. Stóri áhugin fyri bólkinum kemur millum annað til sjóndar á autograf bíðirøðunum, tá teir spæla konsertir. David sigur, at í byrjanini vóru tað mest tey, ið vóru 12-15 ár, ið komu á konsert. Men áskoðarafjøldin er alsamt blivin eldri, og nú er málbólkurin, fólk, ið eru til aldurs við teir +/- 40 ár. Vildi gjarna til Føroyar David sigur, at hann í longri tíð hevur vilja sloppið til Føroyar. Hann hevur eina­ ferð gingið saman við eini føroyskari damu í eitt rættuliga langt tíðarskeið. Hon greiddi honum frá nógv­um goðum um Føroyar serliga um náttúruna. Hóast daman var føroysk slapp hann ongantíð til Føroyar. Hansara skoðsmál til før­oysku konufólkini er sera jaligt. Hann sigur “Færøske piger er nogle dejlige tøser”. Á motorsúkklu Hann hevur ein dreym um ein dag at sleppa til Føroyar at koyra á motorsúkklu. Hann eigur eina motorsúkklu og dámar sera væl at koyra á henni. At koyra runt í føroysku náttúrini heldur hann ljóða spennandi. Elin Hentze í Stórustovu royndi fyri nøkrum árum síð­an at fáa bólkin til Før­ oyar, men tá snúði tað seg um eitt vikuskiftið, har teir longu skuldu spæla eina aðra konsert, og tí gjørdist tað av ongum. David sigur, at hann er ordiliga glaður fyri, at hann fekk henda møguleika aftur. Føroysk presissheit Eg spurdi hann sum dana, ið hevur liva saman við eini føroyskari kvinnu, um munur er á føroyingum og dønum. Tað helt hann, at tað var. Serliga hevur hann lagt til merkis, at avtalur um at hittast ofta eru øgiliga leysar, og føroyingar koma ikki til avtalaðu tíðina. Hetta sum er kent sum føroysk presissheit, hevur hann lagt til merkis. Teir koma til Føroyar fríggjakvøldið og niður aftur sunnudag. Leygardagin verð­ ur høvið at síggja eitt sindur av landinum, og tað gleðir David seg nógv til. Singback ikki Playback Fordómarnir eru nógvir í tón­leikaídnaðinum yvir fyri dreingja bólkum sum C21. Men C21 brýtur frá nógvum av útlendsku dreingja bólk­ unum við, at teir spæla ljóð­føri á konsertunum og skriva egin løg. Ofta tá teir framføra, taka teir kassagittara í hond og spæla nøkur løg unplugged. David greiður frá, at teir spæla ljóðføri fyri at vísa, at her er talan um veruligar tónleikarar og ikki bara eina poppvøru. Hann heldur, at man av og á merkir eitt sind­ ur av fordómum millum aðr­ar tónleikarar, men beint sum hesir hoyra C21 spæla, so hvørva fordómarnir og teir verða góðtiknir sum vanligir tónleikarar. Hann sigur, at teir hava avgjørt langt síðan, at teir ongantíð spæla playback. Røddirnar eru altíð live. Á konsertini í Ítróttarhøllini á Hálsi fara teir at spæla singback, t.v.s., at tónleikurin er upptikin, men røddirnar eru beinleiðis. Hetta ger, at neyðugt ikki er at taka tón­ leikarar við sær til Føroyar. Hava lært nógv David sigur, at tíðin í C21 hevur verið øgiliga lærurík, teir hava ment seg nógv bæði sum tónleikarar og sum undirhaldarar. Teir duga nógv betur at føra seg fram á einum palli nú enn í byrjanini. “Hetta er ein góður skúli, eitt slag av íløgu í framtíðina” sigur hann. Sum sagt, er ikki greitt hvat framtíðin fer at bjóða. Men hetta kann sera væl gerast bæði fyrsta og seinasta ferðin at C21 vitjar í Føroyum, so gleði tykkum. David sigur við meg at hann gleðir seg, og gleðir seg eisini til at lesa samrøðuna við seg í Sosialinum, tí hann dugur nevniliga at lesa føroyskt, kanska ikki heilt perferkt heldur hann fyri, men nóg væl til at eg fái lisið eina grein, sigur hann at enda. Um C21 C21 eru: David Pepke (sang, kór, gittar, lagskriving) Søren Bregendal (sang, kór, ljómborð, lagskriving) C21 fløgur: C21 - 27. januar 2003 Listen - 25. maj 2004 Um Náttin er Ung Tiltakið verður leygarkvøldið 3. desember í Ítróttarhøllini á Hálsi. Náttin er Ung leggur dent á, at ung fara í býin uttan rúsevni og rúsdrekka. Luttakandi bólkar eru C21, rapparin ALX, The Story Ends og Skunk. David sær út til at trívast í eini limousinu, men hevur ein dreym um at koyra runt Føroyar á motorsúkklu, aftan fyri David sæst hin limurin í C21, Søren.(Scanpix Denmark) “Færøske piger er nogle dejlige tøser”