týsdagur 29. november 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 29. november 2005
29
Føroyskt/kanadisksa
songkvinnan Lena
spælir í løtuni kring
Danmark fyri útseld
um hølum, ið taka
700-1500 áskoðarar. Í
steðginum millum tvær
konsertir hitta vit Lenu
á Christianshavn
Tónleikur
Orð og myndir: Niels Uni
Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lena og Niclas hava valt at
fylgja dreyminum, um lívið
sum yrkistónleikarar. Tey
hava seinastu mánaðarnar
satsa uppá danska marknaðin,
har er tað blivið til nógvar
konsertir, eina fløguútgávu,
nógvar
útvarpsendingar,
fleiri frálík ummæli og nú
eina konsertferð saman við
amerikonsku songkvinnuni
Beth Hart. Eg hitti Lenu í
bítandi danska kuldanum við
Metrostøðina á Christianshavn
Torv. Tey búgva á einum lítlum
kamari á Christianshavn,
greiður hon mær frá, meðan
vit spáka oman á eina kafé
stutt frá torginum. Nógv fólk
er inni, og vit sete okkum við
einasta tóma borið at drekka
heitt og svart kaffi.
Útseld konsertferð
Leygadagur er og klokkan
nærkast 14. Um tveir tímar
skulu Lena og Niclas avstað
til Næstved, har tey um
kvøldið skulu spæla fyri 700
dønum í “Det ny ridehus”.
Hetta er ein av teimum nógvu
konsertunum sum upphiting
fyri Beth Hart, í smáum
og størri býum í Danmark
í hølum, ið taka millum
500-1500 fólk. Allastaðni
er útselt, eisini í Amager
Bio týskvøldið. Amager
Bio liggur eitt hanagleiv frá
Oyrasundskollegiinum, og
var karmur um tí allar fyrstu
framførsluna hjá Lenu í
Danmark fyri eini 5-6 árum
síðan, tá Nærvarp Okkara
skipaði fyri dansi við Lenu
Andersen Band.
Rokk-mamma
Lena sigur, at konsertferðin
við Beth Hart er ordiliga
fantastisk. Tað r feitt at spæla
fyri so nógvum dønum og
vísa teimum. hvør Lena er.
Men tað er eisini hart - Tað
er altíð hart at hita upp fyri
onkran. Áskoðararnir eru
ikki har fyri at hoyra teg. Í
hesum førinum er Beth Hart
ein rokk-mamma, sum dregur
rokkáskoðarar, og tí kann
tað vera hart at spæla stillan
tónleik, sum Lena ger. Men
næstan allar konsertirnar hava
gingið ordiliga væl, og hon
hevur fingið áskoðararnar
væl við.
Tann harðasta konsertin var
tann næsta á konsertferðini.
Hetta var í Esbjerg í einum
stórum høli við nógvum
veitslubúnum áskoðarum.
Kvøldið fyri høvdu tey
spælt eina sitikonsert í
Vejle, tá gekk ordiliga væl,
tí vóru tey ikki so fyrireikaði
uppá avbjóðingina. Men tað
eydnaðist tó at fáa rættuliga
væl fatur á áskoðarunum.
Tað var buldrasligt og roka
ligt men fínasta slag, sigur
Lena.
Jaliga yvirraska
av dønum
Hvørt kvøld aftan á sína
framførslu, fer Lena út í
konserthølið at selja fløgur.
Hon og Niclas eru einsamøll
um hetta, og eingin annar
er tí at taka sær av søluni.
Hon stendur saman við
merchandice manninum hjá
Beth Hart, ið selur t-troyggir
og fløgur. Her fær Lena sera
nógvar jaligar afturmeldingar,
allar afturmeldingarnar hava
faktisk verið jaligar, og tað er
ótrúliga stuttligt, sigur hon.
Lena sigur, at hon ongantíð
hevði væntað, at hon skuldi
enda í Danmark. Men tað
var umboðsmaðurin, sum
metti tann danska marknaðin
at vera eitt natúrligt stig
víðari úr Føroyum og inn á
skandinaviska marknaðinum.
Lena er jaliga yvirraskað
av dønum. Danir eru eisini
menniskju, teir eru har fyri at
hoyra teg og tína søgu. Hon
hevur ongantíð lært málið og
tosar tí eitt sindur hálvbrotið.
Men um hon sigur okkurt
galið, so flenna tey bara. “Tey
seta prís upp á, at eg royni.
Hetta eru hjørtu, ið kunnu
rakast.” Tá hon spælir step
on the gas, klappa fólk í takt,
responsurin er har.
Við til Norra
Lena sigur, at hon visti ikki,
hvat hon skuldi vænta av
Beth Hart og bólkinum. Hetta
eru fólk, sum hava livað eitt
hart lív. Men tey eru bara so
fitt og kul øll somul, tað ger
tað sjálvandi konsertferðina
nógv stuttligari.
Beth Hart er eftir øllum
at døma eisini væl nøgd við
upphitingina, tí umframt
donsku
konsertferðina,
hevur hon eisini biðið Lenu
hitað upp fyri seg, tá hon
skal spæla eina konsert í
Norra. Hetta kom í lag, aftan
á at danska konsertferðin var
farin í gongd, og Lena tekur
hetta sum eina álitisváttan.
Hon flennur og sigur, at nú
sleppur hon at royna sínar
norsku røtur. Pápi hennara
varð føddur í Norra.
Aftur til Kanada
Tá Lena og Niclas koma
aftur
úr
Norra,
skulu
tey spæla eina konsert á
kanadisku ambassaduni í
Keypmannahavn í sambandi
við, at samstarvið millum
Kanada og Danmark fyllur 60
ár. Hon viðgongur at dreymurin
um at sláa ígjøgnum í Kanada
livir enn, og umboðsmaðurin
hjá henni roynir at fáa avtalu
um at útgeva “Can’t Erase It”
í Kanada. Vónandi eydnast
hetta skjótt, so tey sleppa á
konsertferð í Kanada í vár.
Men um fløgan veruliga byrjar
at selja nógv í Danmark, so
verður ikki farið nakran veg.
Gongur stútt framá
Hon sigur, at hon einki serligt
veit um fløgusøluna í Danmark
ikki annað enn, at hon selur
stútt, tó ikki sum heitt breyð.
Øgiliga nógv kemur út í løtuni,
serliga nógv danskt, og vandi
er fyri at druknað í hesum. Tí
er at vóna, at fløgan heldur
fram við at selja og møguliga
sleppur meira framat aftan á
nýggjár, tá jólasølan er stilnað
av.
Step On The Gas er nógv
at hoyra á teimum stóru
útvarpsrásunum, og Lena
hevur eisini gjørt samrøður
og spælt live á nógvum
ymiskum útvarpsrásum, í
seinastu viku koyrdu hon
og Niclas 1000 km runtí
Danmark, til 8 ymiskar
útvarpsstøðir í tveir dagar.
Lena vísir á, at 1000 km
er sum til Barcelona. Hon
sigur, at tey hittu øgiliga
nógvum stuttligum fólki.
Góð ummæli
Ummælini av “Can’t Erase
It” hava verið sera jalig,
bæði Gaffa og Woman hava
róst fløguni. Men Lena
sigur, at hon helst ikki lesur
ummæli. Hon fer út á pallin
hvørt kvøld og ger sítt besta.
Hvat ummælarin heldur er
hansara meining, og hevur
tí ikki so nógv við Lenu
at gera. Hon sigur, at hon
hevur lyndið til at taka allan
neiligan kritikk øgiliga nær,
og ganga hann við túsund.
Tí er betur slett ikki at lesa
ummælini.
Hon sigur, at onkur hev
ur sagt tillukku við góða
ummælinum við hana.
Men hetta skilur hon
ikki, tí ummælarin eigur
ummælið, og skal nakar
ynskjast tillukku, so er tað
ummælarin.
Stuttligar verkætlanir
Lena hevur saman við Mariu
Guttesen og donsku Amalie
Riis spælt nakrar lítlar og
intimar konsertir undir
heitinum 3 original blondes.
Hetta hevur verið ordiliga
stuttligt sigur Lena, og hon
er altíð opin fyri tílíkum
verkætalanum.
Ein onnur stuttlig verk
ætlan er konsertirnar við
teimum trimum havfrúnum.
Konsertin í Danmark var
ordiliga væl eydnað, og nú
verða tvær konsertir í Føroyum
við teimum trimum. Lena
heldur, at tað, at hon, Eivør og
Guðrun eru so ymiskar, ger at
konsertirnar rigga so væl. Tað
kundi lætt blivið keðiligt, men
tað blívir tað ikki. Tí gleðir hon
seg til at sleppa til Føroyar at
famføra saman við hinum
báðum aftur.
Ein kanadiskur føroyingur
á Christianshavn