mikudagur 30. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 30. november 2005
Tað gekk ikki lang tíð
at fáa selt handilin
hjá Gunnleivi við
Landavegin. Handilin
bleiv lýstur til sølu í
farnu viku, og hann er
longu seldur. Keypari
er Torkil við Sandá.
Handilskeyp
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Torkil við Sandá vil ikki
siga nakað um, hvussu nógv
hann hevur keypt handilin
hjá Gunnleivi fyri, men hann
sigur tó, at bæði keypari og
seljari eru nøgdir.
Heldur fram á
sama hátt
Spurdur hvørjar ætlanir, ið
hann hevur við handlinum,
sigur Torkil við Sandá:
- Tað er meiningin, at
vit halda fram í sama stíli.
Vit yvirtaka handilin við
ársskiftið, og tað er tí eisini
avmarkað, hvussu nógvar
broytingar vit fáa framt
til tað tíð, men vit ætla
tó at gera handilin meiri
kundavinarligan, sigur Torkil
við Sandá.
Keypið umfatar ikki bara
sjálvan handilin, men eisini
alt húsið, ið handilin húsast
í. Umframt handilshølini er
eisini talan um eina stóra
íbúð.
Torkil við Sandá sigur,
at sjálvur hevur hann
ikki nakrar royndir innan
handilsvirksemi, men tað eru
hann og konan, sum saman
hava keypt, og konan hevur
drúgvar royndir frá handli.
Torkil keypt Gunnleiv
á Landavegnum
Sørvágur er í djúp
ari sorg eftir at
eldur kom í eini
eldri hús í bygdini
í mánakvøldið.
Tvey fólk lótu lív
inni í húsinum,
helst orsakað av
roykeitran.
Eldur
Snorri Brend
Sørvágur:
Løgreglan
fekk boð um eldin um
hálvgumtíggju
tíðina
í mánakvøldið. Løtu
seinni vóru sløkkiliðini í
Sørvági, Miðvági og tað á
flogvøllinum við húsini.
Eldurin var ikki tann
stóri, og tí eru húsini ikki
brunnin í grund. Men hóast
hetta so kravdi eldsbrunin
kortini tvey mannalív.
Í húsunum búði ein eldri
kvinna fyrst í áttati-árunum
saman við syni sínum, sum
er í seinnu helvt av fimmti-
árunum. Hesi vóru einastu
fólkini í húsinum.
Løgreglan í Vágum upp
lýsir, at eldurin eftir øllum
at døma er kyknaður í einum
kamari í kjallaranum.
Hann hevur síðan helst
tikið í bjálvingina, og hag
ani breitt seg kring um í
húsinum, við útviklingi av
sera nógvum royki. Talan
er mest um royk- og vatn
skaða í húsunum.
Tað er tí uttan iva hetta
sum er orsøkin til at
tey bæði fólkini, sum í
húsinum vóru, lótu lív.
Tvey fólk
brunnu inni
Torkil við Sandá hevur keypt handilin hjá Gunnleivi við Landavegin, og hann fer at halda fram í
sama stíli, sum tað hevur verið frammanundan.
Myndagerð: Álvur Haraldsen