mikudagur 30. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 230 - 30. november 2005
Fríggjadagin var
ein spreinging á
brennistøðini á Haga
leiti. Orsøkin var
ein lítil trýstfløska.
Brenniovnurin fekk
ikki stórvegis sjónligan
skaða í hesum føri,
men brenningin
mátti steðga í níggju
tímar. Trýstfløskur
skulu latast inn sum
vandamikið burturkast
og ikki til brenning
SPREINGING
Fríggjadagin
klokkan
11.52 fekk vaktarmaðurin á
brennistøðini á Hagaleiti ein
rættuligan skelk, tá ein hvøllur
brestur var á brennistøðini.
Hann var beinan vegin greiður
yvir, at okkurt óvanligt var
komið í ovnin.
Á eftirlitsskýggjanum sá
hann, at bálið var mestsum
køvt. Tá hann hugdi út í
ovnhøllina, sá hann, at ein
av lúkunum á ovninum var
sprongd upp og at sótstøv
og roykur spríkti út millum
samankomingar og lúkur.
Í slíkum føri ræður fyrst og
fremst um at fáa tamarhald
aftur á brennigini í ovninum.
Innfýringin av burturkasti
varð steðga, og luftskipanin
lagað til útbrenning, so bál
ið kundi brenna liðugt og
ovnurin kólna. Hóast eftirlits
upptøkutólið hevði fingið
nakað av skaða, sást tó so
frætt, at múrverksklæðingin
í ovninum ikki hevði fingið
stóran skaða.
Tá ovnurin eftir fýra tím
um var kólnaður so frætt,
at høvuðslúkan kundi latast
upp, kundi staðfestast, at
ovnrúmið ikki hevði fingið
stórvegis sjónligan skaða.
Eisini varð staðfest, at ein
sprongd trýstfløska, sum tá
var komin fram á seinastu
rist í ovninum, var orsøkin
til hvølla brestin á middegi.
Eftir at hava kannað lúkur
og útgerð varð ovnurin hitaður
upp aftur og um níggjutíðina
um kvøldið varð aftur brent
sum vanligt. Í vikuskiftinum
komu tó nakrir steinar av
sokallaða múrboganum
niður í øskubingjuna, men
mett verður, at ovnurin kann
vera í drift til næsta ætlaða
steðgin um nýggjársleitið.
Orsøkin til brestin var ein
sjey litur 200 bar trýstfløska.
Fløskan hevur helst verið
brúkt til roykkavaraútgerð
og hevur helst ligið í einari
bingju, sum er ætlað til
burturkast, ið skal brennast.
Av tí at hitin í ovninum ligg
ur um 1000 stig, brestur
fløskan, um trýstið í henni
frammanundan brenning bert
var nakrar fáar atmosferur,
bæði tí at trýstið í fløskuni
hækkar og tilfarið viknar av
hitanum.
Trýstfløskur skulu als ikki
latast IRF sum burturkast,
ið skal brennast, men sum
vandamikið burturkast.
Fløskur av hesum slag eru
væl merktar. Hóast fløsk
an skrædnaði eftir allari
longdini, bar til at lesa allar
upplýsingarnar á henni.
Hvussu fáa Før
oyar eina felags
atkomiliga skrá
yvir allar staðsettar
dátur og talgild kort?
Tann spurningin fer
Bitland at viðgera í
einum almennum
tiltaki í morgin, 1.
desember. BitStovan
er skipað sum eitt
tiltak við fyrilestrum
FELAGS
SKRÁSETING
Staðsettar dátur eru upp
lýsingar, ið knýta seg at
einum ávísum stað. Tað
kunnu vera upplýsingar
um bústaðir, vatnleiðingar,
fiskimið,
staðarnøvn,
kirkjugarðar og mangt
annað. Í Føroyum eru hes
ar upplýsingar spjaddar.
Almennir stovnar og privat
feløg hava hvør í sínum lagi
nógvar dátur, men enn finst
einki yvirlit yvir, hvørjar
dátur eru til, og hvør hevur
tær um hendi.
Millum fakfólk hevur
nógv verið tosað um,
hvussu hent ein felags
skráseting – eitt yvirlit av
tí, sum finst av staðsettum
dátum – hevði verið.
Almennir stovnar og
privat feløg liggja inni
við nógvum dátum, sum
hava áhuga eisini hjá
øðrum brúkarum. Men
vit hava ikki enn fingið
miðilin, sum kann nýtast
til samskiftið til gagns fyri
fleiri áhugabólkar.
Uppgávan hjá einstøkum
persónum ella stovnum at
byggja upp sjálvar dátu
skipanirnar er ofta so stór,
at tann neyðuga lýsingin,
dokumentatiónin av dát
unum og eginleikum
teirra, verður lopin um.
Tað er spell, tí hetta hev
ur stóran týdning fyri
bæði dátueigaran sjálvan
og onnur, ið fáast við at
skráseta og handfara somu
ella líknandi viðurskifti.
Vóru upplýsingar tøkar um
staðsettu dáturnar, sum til
eru, var nógv vunnið.
Bitland skipar tí sam
an við umboðum fyri
Jarðfrøðisavnið, Føroya
DátuSavn og Munin fyri
eini BitStovu um felags
skráseting.
Endamálið við
BitStovuni er
at kanna:
a. um undirtøka er fyri
einari felags skrá, her
undir handilsligu krøvini
hjá brúkarunum fyri
at luttaka í skipanini.
Luttakararnir
skulu
útgreina, hvat tey krevja
av skipanini fyri, at tey
skulu brúka hana,
b. hvussu ein felags skrá
kann gerast veruleiki
(roadmap), og
c. hvussu ein felags skrá
kann fíggjast (bæði íløg
ur og rakstur)
Um undirtøka er fyri ætl
anini á BitStovuni verður
miðað eftir, at luttakararnir
koma til eina niðurstøðu
um, hvussu ætlanin kann
gerast veruleiki og fíggjast,
umframt at fáa semju um
ein arbeiðsleist til at menna
skránna.
BitStovan er skipað sum
eitt tiltak við fyrilestrum, og
til tess hava fyrireikararnir
fingið fyrilestrarhaldarar
bæði úr Føroyum, Danmark
og Norra at legga fram.
BitStova um
felags skrá til
staðsettar dátur
Trýstfløska sprongdist á
Brennistøðini á Hagaleiti
Danski bólkurin hjá før
oyska gittarleikaranum
Sólbjarti Pæturi Sivertsen,
Amazon air bjóðar á
heimasíðu síni fjepparum
at fáa atgongumerkið við
avsláttri tá bólkurin spæl
ir í The Australian Bar í
Keypmannahavn fríggja
kvøldið.
Tá bólkurin fer á pallin
í Australien Bar, er tað við
nýggjum ljómborðsleikara,
fyrrverandi ljómborðsleik
arin er farin til Sveits í lestr
arørindum, og ein nýggjur
maður er komin í hansara
stað.
Á heimasíðuni hjá bólk
inum ber til at taka niður
eina innbjóðing, at hava
við inn á konsertina, við
hesi innbjóðing kostar
atgongumerkið 30 kr.
ístaðin fyri 50 kr. Sí
HYPERLINK
„http://
www.amazonair.net“ www.
amazonair.net
nud
Amazonair í
Australian Bar
Føroya besti deyð
málmsbólkur Sic og
Føroya besti tekno
rokkbólkur Side Effect
fara leygarkvøldið á
pallin í VB-Húsinum.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sic og Side Effect fara sam
an at royna at fáa takið á
VB-Húsinum at lyfta seg
leygarkvøldið. Hetta eru
tveir av teimum allar bestu
føroysku bólkunum, sum
hvør er villari enn annar
Fyrsta fløgan hjá Side
Effect skuldi koma út í heyst,
men enn er hon ikki komin
í handlarnar. So meðan vit
bíða eftir fløguni er einasti
møguleiki at hoyra bólkin at
fara á konsert. Teir hava ikki
spælt so nógv hesar seinastu
mánaðarnar, men spældu í
summar á ólavsøkukonsertini,
har teir mundu vera ein tann
besti bólkurin.
Side Effect hevur spælt í
nøkur ár, og hevur við tíðini
funnið sítt egna úttrykk. Við
tí sera karismatiska Ludvíg
Breckmann við mikrofonina,
og nokk tí gávuríkasta
unga tónleikaforritaranum
Brynjolfi á Heygum handan
programeringsknøttarnar og
við ljómborðið, er eingin ivi
um, at VB-húsið fer at gerast
eitt pumpandi teknorokk ball.
Sic vóru sera tætt við at
gerast besti bólkurin í The
Global Battle Of The Bands
her fyri, so tætt, at tað einans
vóru nøkur fá stig millum
Sic, Lama Sea og Marius,
sum vann. Sic hevur nýliga
verið á konsertferð í Íslandi
og hevur verið sera virkin í
heyst.
Síðan Sic skiftið út í mann
ingini í vár, er bólkurin
vorðin alsamt betur, og eru
ein sannur veggur av deyðs
málmi. Dyrnar lata upp leyg
arkvøldið 3. desember kl.
23, um miðnáttarleitið byrjar
konsertin.
Suðuroyingar eru tiltiknir
fyri at vera góðir rokkáskoðarar,
hetta sást dømi um, tá Sic
og The Dreams spældu í
TB-húsinum fyri nøkrum
vikuskiftum síðan. So kvøldið
verður ivaleyst gott.
Deyðsmálmur og tekno
rokkur í VB-Húsinum